← Løgtingsmál

52-051/2021

Samstarvsráð millum Danmark, Føroyar og Grønland

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 18. okt. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
051.21 Svar frá B. S. Nielsen til B. K. Petersen - Samstarvsráð millum Danmark, Føroyar og Grønland.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 19. okt. 2021

Sjá útdrigin tekst
-- 1 of 2 --



-- 2 of 2 --
051.21 Spurningur til B. S. Nielsen frá B. K. Petersen - Samstarvsráð millum Danmark, Føroyar og Grønland.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 6. okt. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður
Svarari: Bárður á Steig Nielsen, løgmaður
Evni: Samstarvsráð millum Danmark, Føroyar og Grønland
Spurningar:
1. Hvørja heimild hevur Føroya landsstýri til at stovna eitt uttanríkis-, trygdar og
verjupolitiskt samskiftisráð saman við donsku stjórnini og grønlendska
landsstýrinum Naalakkersuisut?
2. Er samskiftisráðið í samsvari við løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um
stýrisskipan Føroya, sum broytt við løgtingslóg nr. 75 frá 25. mai 2009?
3. Hvat lógargrundarlag og hvørjar heimildir hevur nýstovnaða samskiftisráðið?
4. Verða viðurskifti, ið eftir røttum eiga at verða viðgjørd í Løgtinginum,
viðgjørd í samskiftisráðnum?
5. Hvørji yvirtikin málsøki hoyra undir uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk?
6. Eru ætlanir um at viðgerða málsøki, ið liggja uttan fyri samskiftisráðið, eitt nú
samskiftis-, handils,- orku-, KT- og fiskivinnupolitikk?
7. Hvat er grundarlagið fyri valinum av ráðharrum og landsstýrismonnum í
ráðið?
Viðmerkingar:
Føroya landsstýri, Danmarkar stjórn og Grønlensdska landsstýrið hava kunngjørt, at
mann hevur stovnað eitt sonevnt «samskiftisráð». Stjórnarleiðararnir í Danmark,
Føroyum og Grønlandi, Mette Frederiksen, Bárður á Steig Nielsen og Muté B. Egede,
hava undirskrivað ein sáttmála, ið ásetur karmarnar fyri samstarvið.
Tað er ikki greitt, hvat lógargrundarlag er fyri, og hvør heimild er til at stovna eitt
slíkt ráð millum tey trý londini, uttan um Løgtingið og Løgtingsins Uttanlandsnevnd.
Stýrisskipanarlógin ásetur, at landsstýrið skal ráðføra seg við Løgtingsins
Uttanlandsnevnd, áðrenn avgerðir verða tiknar, ið hava stóran uttanlandspolitiskan
týdning. Somuleiðis skal landsstýrið ráðføra seg við hesa nevnd í sambandi við
samráðingar við ríkismyndugleikarnar av stórum týdningi fyri viðurskiftini Føroya og
Danmarkar ímillum.
Ei heldur framgongur tað greitt í sáttmálanum um samskiftisráðið, hvørji ítøklig mál
kunnu koma til umrøðu, og hvørji málsøki sáttmálin avmarkar seg til. Tí verða
spurningarnir settir.
Á Løgtingi, 06.10.2021
Bjarni Kárason Petersen

-- 1 of 1 --