← Løgtingsmál

52-050/2021

Langar bíðitíðir til barnapsykiatriina

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 16. okt. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
050.21 Svar frá K. L. H. Johannesen til S. Stenberg - Langar bíðitíðir í barnapsykiatriina.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 15. okt. 2021

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 15. oktober 2021
HMR J. nr. 21/20375-4
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður
Svar
upp á
Fyrispurning nr. 52-050/2021 eftir § 52a í tingskipanini um langar bíðitíðir til
barnapsykiatriina, frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu langar eru bíðitíðirnar til barna- og ungdómsspykiatriina?
2. Hvussu nógv børn og ung standa á bíðilista?
3. Hvussu eru bíðitíðirnar býttar á ymisku aldurs- og sjúkubólkarnar?
4. Er nøktandi starvsfólkaorka til tey børn, sum longu eru í viðgerð?
Svar:
Til spurning 1
Sambært Sjúkrahúsverkinum er metta bíðitíðin til útgreining í Barna- og ungdómspsykiatriini í løtuni
um 16-17 mánaðir. Metingin byggir á, at tað í løtuni eru 194 børn á bíðilista, og at Barna- og
ungdómspsykiatriin við verandi starvfólkaorku klárar tríggjar nýggjar útgreiningar um vikuna. Tá er
feria hjá starvsfólkum íroknað. Er talan um akutta ella sonevnda «subakutta» støðu, verða
sjúklingarnir sjálvandi raðfestir framum í bíðilistanum.
Til spurning 2
Tað standa sum nevnt 194 børn og ung á bíðilista til útgreiningar. 117 børn í aldrinum 0-11 ár og 77
ung eru í aldurbólkinum 12-17 ár. Til samanberingar vóru 166 børn og ung á bíðilista í apríl, so talan
er um ein vaksandi bíðilista. Høvuðsorsøkin til at bíðitíðin er so long og eisini er vaksin seinastu árini
er, at munandi fleiri børn og ung eru ávíst til útgreiningar og viðgerð. Í løtuni megnar Barna- og
ungdómspsykiatriin ikki at arbeiða undan við verandi starvsfólkaorku. Heilt einfalt verða fleiri nýggj
børn ávíst til Barna- og ungdómspsykiatriina, enn tey klára at útgreina.

-- 1 of 2 --

Til spurning 3
Innanhýsis er skipað eitt barnatoymi, ið tekur sær av børnum í aldrinum 0-11 ár, og eitt toymi fyri
ung í aldrinum 12-17 ár. Ávís tíðarskeið kann bíðitíðin vera eitt vet longri hjá øðrum aldursbólkinum,
men tað skiftir. Júst nú, er bíðilistin til barnatoymið longri, men bíðitíðin er umleið tann sama fyri
báðar aldursbólkar.
Barna- og ungdómspsykiatriin ger ikki mun millum møguligu sálarligu avbjóðingarnar, sum ávíst
verður fyri. Ein partur av útgreiningararbeiðinum er at finna útav, hvør avbjóðingin er. Ofta vísir tað
seg, at avbjóðingin er ein onnur og meira samansett, enn hon, sum er lýst í ávísingini. Barna- og
ungdómspsykiatriin bjóðar tó viðhvørt sonevndar “subakuttar tíðir” til at finna útav, um barnið hevur
tørv á akuttari viðgerð, vegna akuttan vanda fyri sjálvmorð, tunglyndi, psykosu og etingarólag.
Til spurning 4
Yvirskipað kann sigast um starvsfólkaorkuna, at tað er trupult at fáa barnapsykiatarar í starv. Tí hevur
eitt av verandi trimum føstu serlæknastøvunum verið ósett síðani juli 2021 og hevur tað ávirkan á
virksemið á deildini. Tó ber til at lyfta ta samlaðu starvsfólka- og útgreiningarorkuna við at
uppraðfesta aðrar fakbólkar, eitt nú sálarfrøðingar og sjúkrarøktarfrøðingar, sum hava ein týðandi
leiklut í bæði útgreiningar- og viðgerðaruppgávunum.
Landsstýrismaðurin er í løtuni í samskifti við sjúkrahúsleiðsluna um, hvussu fíggjarliga
uppraðfestingin av Psykiatirska Deplinum seinastu tvey árini er brúkt, umframt hvussu ætlaða
uppraðfestingin til økið komandi ár verður brúkt skilabest við atliti at starvsfólkaorku, soleiðis at
bíðitíðin til útgreining kann minka – samstundis sum eitt nøktandi viðgerðatilboð kann verða veitt
teimum sum longu eru í viðgerð í Barna- og ungdómspsykiatriini.
Heilsumálaráðið, 15. oktober 2021
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
050.21 Spurningur til K. L. H. Johannesen frá S. Stenberg - Langar bíðitíðir í barnapsykiatriina.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 5. okt. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Sirið Stenberg, løgtingsmaður
Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum
Evni: Langar bíðitíðir til barnapsykiatriina
Spurningar:
1. Hvussu langar eru bíðitíðirnar til barna- og ungdómsspykiatriina?
2. Hvussu nógv børn og ung standa á bíðlista?
3. Hvussu eru bíðitíðirnar býttar á ymisku aldurs- og sjúkubólkarnar?
4. Er nøktandi starvsfólkaorka til tey børn, sum longu eru í viðgerð?
Viðmerkingar:
Fyrr í ár upplýsti landsstýrismaðurin, at bíðitíðin til barna- og ungdómspsykiatriina
var uml. 14-15 mánaðir. Eisini varð víst á, at tað vóru 166 børn á bíðlista, og at
tilboðið til tey børn, sum longu vóru í viðgerð, var lægri raðfest fyri at kunna taka
nýggj børn inn.
Hetta er ein sera álvarsom støða. Barnalívið er stutt. Vit vita, at skjót hjálp er góð
hjálp. Tess longur børn bíða, tess størri gerst vandin fyri, at ymisku trupulleikarnir
kunnu blíva til varandi líðing. Tí er tað eisini fyribyrgjandi at fáa skjóta og nøktandi
hjálp. Barnalívið má ikki brúkast til at standa á bíðlista. Tað skapar líðing heldur enn
menning og trivnað. Og hvør dagur telur.
Á Løgtingi, 5. oktober 2021
Sirið Stenberg

-- 1 of 1 --