← Løgtingsmál

52-049/2021

Makrelkvotur sum endurgjald fyri vantandi fiskiveiðiavtalu við ES

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 16. okt. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
049.21 Svar frá J. Vestergaard til H. Hoydal - Makrelkvotur sum endurgjald fyri vantandi ES avtalu.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 15. okt. 2021

Sjá útdrigin tekst
FISKIMÁLARÁÐIÐ
M i n i s t r y o f F i s h e r i e s
Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s
T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
15. oktober 2021
Mál: 21/20369-2
(at tilskila í svari)
Tygara skriv: 52-049/2021
Svar til fyrispurning 52-049/2021 frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, um
makrelkvotur sum endurgjald fyri vantandi fiskiveiðiavtalu við ES
Spurningar:
1. Hvør er lógarheimildin og fyrisitingarliga heimildin fyri, at landsstýrismaðurin boðar
frá í útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya, at hann fer at lata 10.000 tons av makreli í
endurgjaldi til ávísar skipabólkar, tí at ongin fiskiveiðiavtala er gjørd við ES í 2021?
2. Hvør er tann sakliga og vigaða grundgevingin fyri hesi fyrisitingarligu avgerð og
fráboðan, og hvør ítøkilig meting og skjalfesting liggur til grund fyri at boða frá
endurgjaldi uppá 10.000 tons?
3. Hvørji ítøkilig skip ella feløg er talan um, ið skulu fáa hesar kvotur, og hvussu er
uppgerðin gjørd og skjalprógvað í hvørjum einstøkum føri um, hvat tey skulu hava
mist, orsakað av vantandi fiskiveiðiavtalu við ES?
4. Hvørji fordømi finnast í fyrisitingarlóg og -siðvenju fyri hesi avgerð, og hvørji
fordømi fer henda avgerð at skapa mótvegis øðrum borgarum í landinum?
5. Sambært líkareglu, proporsjónalitetsmeting og sakligari viðgerð, hvussu nógv ætlar
landsstýrismaðurin skal verða latið í sonevndum endurgjaldi til skipabólkar og
borgarar, sum kunnu staðfestast at hava mist, orsakað av vantandi avtalu við
Stórabretland, Noreg, Ísland, ES, og tey, ið hava mist orsakað av vantandi avtalum í
t.d. NAFO, Irmingerhavinum, NASCO v.m. – bæði fyrr, nú og frameftir?
Svar:
Til nr. 1.
Løgtingið hevur í lógini um sjófeingi givið landsstýrismanninum heimildir at býta tøkar
fiskimøguleikar.

-- 1 of 2 --

FISKIMÁLARÁÐIÐ
2/2
Eftir § 22, stk. 1 kann landsstýrismaðurin í føroyskum sjógvi áseta kvotuskipan,
fiskidagaskipan ella aðra skipan og nærri reglur um atgongd, býti av tøkum
fiskimøguleikum millum bólkar av fiskiførum, einstøk fiskifør og veiðihættir, og hvussu
fiskiskapurin skal fara fram. Undantikin er fiskiskapur skipaður sambært § 18, t.e.
fiskidagaskipanin.
§ 23 í sjófeingislógini fevnir um fiskiskap við føroyskum skipum uttan fyri føroyskan sjógv.
Eftir § 23, stk. 2 ásetir landsstýrismaðurin nærri reglur um býti av tøkum fiskimøguleikum,
ið ikki eru bodnir út á uppboði, og hvussu fiskiskapurin skal fara fram.
Talan er um breiðar heimildir, sum lata upp til landsstýrismannin at gera av, hvussu
fiskiskapur verður skipaður á øllum økjum, uttan har tað eru beinleiðis fyriskipanir í sjálvari
lógini.
Lagt kann vera afturat, at heimildirnar í galdandi lóg eru orðaðar eins og í løgtingslógini um
fyrisiting av sjófeingi (§ 28 og § 34), og eru í innihaldi tær somu, sum frá 1998 vóru í
løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
Til nr. 2-5.
Í løtuni fái eg ikki svarað spurningunum ítøkiliga og á fullgóðan hátt. Orsøkin er, at málið
ikki er liðugt viðgjørt í Fiskimálaráðnum, og at tað tí heldur ikki er endaliga gjørt av, hvussu
verður við teimum 10.000 tonsunum av makreli, herundir hvør leisturin verður, ella um
hvørjar nøgdir fara at verða útlutaðar. Tey fyrisitingarligu fyrilitini og viðurskifti annars, ið
spyrjarin er inni á, eru sjálvsagdir tættir í viðgerðini og viðkomandi, tá fyrisitingin tekur
avgerðir í málinum.
Jacob Vestergaard
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
049.21 Spurningur til J. Vestergaard frá H. Hoydal - Makrelkvotur sum endurgjald fyri vantandi ES avtalu.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 5. okt. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Høgni Hoydal, løgtingsmaður
Svarari: Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum
Evni: Makrelkvotur sum endurgjald fyri vantandi fiskiveiðiavtalu við ES
Spurningar:
1. Hvør er lógarheimildin og fyrisitingarliga heimildin fyri, at landsstýrismaðurin
boðar frá í útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya, at hann fer at lata 10.000 tons
av makreli í endurgjaldi til ávísar skipabólkar, tí at ongin fiskiveiðiavtala er
gjørd við ES í 2021?
2. Hvør er tann sakliga og vigaða grundgevingin fyri hesi fyrisitingarligu avgerð
og fráboðan, og hvør ítøkilig meting og skjalfesting liggur til grund fyri at
boða frá endurgjaldi uppá 10.000 tons?
3. Hvørji ítøkilig skip ella feløg er talan um, ið skulu fáa hesar kvotur, og hvussu
er uppgerðin gjørd og skjalprógvað í hvørjum einstøkum føri um, hvat tey
skulu hava mist, orsakað av vantandi fiskiveiðiavtalu við ES?
4. Hvørji fordømi finnast í fyrisitingarlóg og -siðvenju fyri hesi avgerð, og hvørji
fordømi fer henda avgerð at skapa mótvegis øðrum borgarum í landinum?
5. Sambært líkareglu, proporsjónalitetsmeting og sakligari viðgerð, hvussu nógv
ætlar landsstýrismaðurin skal verða latið í sonevndum endurgjaldi til
skipabólkar og borgarar, sum kunnu staðfestast at hava mist, orsakað av
vantandi avtalu við Stórabretland, Noreg, Ísland, ES, og tey, ið hava mist
orsakað av vantandi avtalum í t.d. NAFO, Irmingerhavinum, NASCO v.m. –
bæði fyrr, nú og frameftir?
Viðmerkingar:
Í útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya 18. september 2021, boðar landsstýrismaðurin
frá, at hann fer at lata 10.000 tons av makreli til ávísar skipabólkar/feløg í sonevndum
endurgjaldi orsakað av, at ongin fiskiveiðiavtala er gjørd við ES í 2021.
Sí hesa leinkju: Fáa makrel fyri mist fiskirættindi | Kringvarp Føroya (kvf.fo)
Landsstýrismaðurin sigur seg hava fingið staðfest, at hetta kann gerast við kunngerð,
uttan nakra lógarbroyting.
Tí verður spurt, hvør heimildin er fyri hesi avgerð, og hvussu hon er grundað og
skjalfest sambært lóg og fyrisitingarreglum. Hartil hvussu hon viðger borgarar í
samfelagnum sambært líkaregluni og hvørji fordømi, hon skapar.
Á Løgtingi, 05. oktober 2021
Høgni Hoydal

-- 1 of 1 --