52-048/2021
Námsfrøðilesandi
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 15. okt. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
048.21 Svar frá J. av Rana til D.N.Joensen - Námsfrøðilesandi.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 14. okt. 2021
Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Dagfesting: 14. oktober 2021 Tygara ref.: Máltal.: 21/08502-32 Svar upp á fyrispurning frá Djóna Nolsøe Joensen, løgtingsmanni, nr. 52-048/2021 eftir § 52a í tingskipanini, um námsfrøðilesandi, settur Jenisi av Rana, landsstýrismanni. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hví er námsfrøði ikki raðfest í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2022, so ein flokkur aftrat kann takast inn at lesa námsfrøði á Fróðskaparsetrinum? 2. Hvørjar nærri greiningar skulu gerast innan námsfrøðiútbúgvingina? 3. Ætlar landsstýrismaðurin at raðfesta námsfrøðilesandi, og um so er, nær koma ítøkiligar broytingar á økinum? Svar Til 1: Uttanríkis- og mentamálaráðið metir tað verða týdningarmikið at útbúgva námsfrøðingar, sum eftir loknan lestur enda í teimum størvum, har starvsfólkatørvurin er størstur. Sambært temafrágreiðingini Starvsfólk á vælferðarøkinum komandi 10 árini, sum Búskaparráðið handaði Uttanríkis- og mentamálaráðnum í apríl 2021, eru 63% av starvsfólkunum í Almannaverkinum námsfrøðingar, meðan bert 37% av starvsfólkunum á dagstovnaøkinum eru námsfrøðingar. Sambært Dagstovnalógini § 8, stk. 4, skal starvsfólkabýtið á dagstovnunum verða í minsta lagi 2/3 námsfrøðingar og 1/3 hjálparfólk. Av hesi orsøk arbeiðir Uttanríkis- og mentamálaráðið við einum uppskoti um at umleggja verandi námsfrøðiútbúgving, soleiðis at námsfrøðilesandi koma at hava møguleika at velja tvey spor innan námsfrøði, ávikavist sosialnámsfrøði og dagstovnanámsfrøði. Hesi bæði sporini koma ætlandi at verða upptikin hálvárliga, har møguleiki verður at velja dagstovnanámsfrøði á sumri og sosialnámsfrøði á vetri. Fyrimunurin við at skilja hesar báðar leiðirnar sundur er, at tað við hesum verður tryggjað, at dagstovnaøkið verður betri mannað av útbúnum starvsfólki. Somuleiðis er eisini tann fyrimunurin, at dagstovnanámsfrøði og sosialnámsfrøði hvør í sínum lagi kunnu mennast sum hvør sítt yrki, sum verður snikkað til júst tað starvsøkið, sum útbúgvingin er tilætlað. -- 1 of 2 -- U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Page 2 of 2 Til 2: Uttanríkis- og mentamálaráðið bílegði kanningina frá Búskaparráðnum, sum inniheldur eina greining av starvsfólkatroti innan námsfrøðiøkið. Tí verður ikki mett neyðugt at gera nærri greiningar fyri tann yvirornaða trupulleikan, áðrenn farið verður undir at útbúgva fleiri námsfrøðingar. Tó verður Fróðskaparsetur Føroya eftirmett í hesum døgum, har serligt atlit verður tikið at Námsvísindadeildini. Møguliga kunnu úrslitini frá eftirmetingini geva ábendingar um, hvørs serligar fyriskipanir eiga at verða partur av hesi umlegging av útbúgvingini. Til 3: Tað verður mett sum ein uppraðfesting, at bygnaðarligu broytingarnar verða framdar. Vónandi kemur skipanin at virka frá sumri 2022. Vinarliga Jenis av Rana landsstýrismaður -- 2 of 2 --
048.21 Spurningur til J. av Rana frá D. Joensen - Námsfrøðilesandi.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 4. okt. 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Djóni Nolsøe Joensen, løgtingsmaður Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum Evni: Námsfrøðilesandi Spurningar: 1. Hví er námsfrøði ikki raðfest í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2022, so ein flokkur aftrat kann takast inn at lesa námsfrøði á Fróðskaparsetrinum? 2. Hvørjar nærri greiningar skulu gerast innan námsfrøðiútbúgvingina? 3. Ætlar landsstýrismaðurin at raðfesta námsfrøðilesandi, og um so er, nær koma ítøkiligar broytingar á økinum? Viðmerkingar: Tørvurin á námsfrøðingum er stórur. Føroya Pedagogfelag hevur upplýst, at umleið 300 námsfrøðingar og hjálparfólk longu eru 60 ár ella eldri. Almannaverkið fær brúk fyri 700 nýggjum starvsfólkum komandi 10 árini, og tí er neyðugt at útbúgva fleiri námsfrøðingar sum skjótast. Hetta er átrokandi, og landsstýrismaðurin hevur fyrr upplýst, at tað er partur av ætlanunum hjá honum. Men tá hugt verður í fíggjarlógaruppskotið fyri 2022 verður bara skrivað, at «nærri greiningar skulu gerast». Tað er týdningarmikið fyri námsfrøðiliga økið, foreldur og børnini at vita, nær økið verður raðfest, so vit kunnu fáa skil á starvsfólkatrotið. Tí verður hesin fyrispurningurin settur. Á Løgtingi, 04.10.2021 Djóni Nolsøe Joensen -- 1 of 1 --