52-046/2021
Lántøka til Eystur- og Sandoyartunlarnar
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 13. okt. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
046.21 Svar frá J. Niclasen til F. Rasmussen - Lántøka til Eystur- og Sandoyartunlarnar.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 14. okt. 2021
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 20 20 • fmr@fmr.fo • www.fmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann 12. oktober 2021 J. nr.: 21/20167 Svar uppá fyrispurning nr. 46/2021 frá Frimodt Rasmussen, løgtingsmanni, settur Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um lántøku til Eystur- og Sandoyartunlarnar. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hevur landstýrismaðurin kannað møguleikan at umfíggja lánsavtaluna til Eystur- og Sandoyartunlarnar? 2. Eru ætlanir um at kanna møguleikan at umfíggja tunlarnar? 3. Er nøkur forðing fyri at umfíggja tunlarnar? Svar: Til nr. 1 og nr. 2 Landsstýrið hevur lagt verkætlanina Eystur- og Sandoyartunnilin til eitt alment partafelag at byggja og reka. Tí er tað ábyrgdin hjá felagnum at kanna og meta um fyrimunir og vansar við at leggja skuldina um. Tunnilsfelagið hevur upplýst, at tað metir ikki, at tað er ein fyrimunur at leggja skuldina um í verandi løtu. Sambært felagnum hevði tað verið kostnaðarmikið at sagt verandi skuld upp og síðani at lagt hana um. Í øðrum lagi er ivasamt, um felagið hevði fingið lagaligari fígging við fastari rentu. Váðin við broytiligari rentu er mettur at vera ov stórur. Í triðja lagi er verkætlanin ikki liðug, og tí er byggiváði framvegis tengdur at verkætlanini. Hartil eru inntøkurnar nakað lægri enn tað, sum mett varð frammanundan. Hetta merkir, at samlaða verkætlanin helst hevur nakað lægri kredittvirði nú sammett við síðst í 2016, tá ið felagið gjørdi avtalurnar um fígging. Tí er ætlanin ikki í løtuni at kanna møguleikan nærri at umfíggja skuldina. Til nr. 3 Sambært felagnum er størsta forðingin fyri at umfíggja tunlarnar í løtuni kostnaðurin, sum knýtir seg at tí at siga upp skuldina og at umfíggja hana. Harafturat er samlaða verkætlanin ikki liðug enn, og byggiváði er framvegis knýttur at verkætlanini. Hetta ger tað sera ivasamt, um felagið í løtuni hevði fingið aðra fígging, sum er lagaligari enn verandi fígging. Tinganes, 13. oktober 2021 Jørgen Niclasen Landsstýrismaður í fíggjarmálum -- 1 of 1 --
FM-098 Spurningur Eystur- og Sandoyartunlarnar, JK-ód (2).pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 1. okt. 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Frimodt Rasmussen, løgtingsmaður Svarari: Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum Evni: Lántøka til Eystur- og Sandoyartunlarnar Spurningar: 1. Hevur landstýrismaðurin kannað møguleikan at umfíggja lánsavtaluna til Eystur- og Sandoyartunlarnar? 2. Eru ætlanir um at kanna møguleikan at umfíggja tunlarnar? 3. Er nøkur forðing fyri at umfíggja tunlarnar? Viðmerkingar: Í løgtingslóg nr. 54 frá 6. mai 2016 § 2, stk. 3 stendur, at felagið kann taka lán og ábyrgdarlán við at útskriva lánsbrøv til verkætlanina. Landsstýrismaðurin skal í síni heild góðkenna lánstreytirnar. Treytirnar eru broyttar munandi, síðan lán varð tikið. Tosaði við ein, sum hevur við Femern sambandið millum Danmark og Týskland at gera. Sum eg havi skilt, so er leisturin fyri fígging fyri Femern og Eystur- og Sandoyartunlarnar tann sami. Talan er um almenn partafeløg, og lánið skal niðurgjaldast við brúkaragjøldum. Femern ætlanin kostar um 60 mia. kr. og varð roknað við, at tað tók 35 ár, til hon var goldin. Roknaða rentan væntaðist at skula liggja um 3%. Nú avtalurnar eru komnar upp á pláss, vísir tað seg sum, at rentan er negativ og at afturgjaldstíðin er stytt frá 35 árum til 25 ár, grundað á rentustøðið. Nú tað vísir seg, at nýtslustigið av tunlunum er í lægra lagi, grundað á príspolitikk, so kundi tað verða áhugavert at fingið útgreinað, um kanningar hava verið, sum kunnu gera, at nýtsluprosentið fer upp. Á Løgtingi, 1. oktober 2021 Frimodt Rasmussen -- 1 of 1 --