← Løgtingsmál

52-045/2021

Sernám og menning hjá børnum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 9. okt. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
045.21 Svar frá J. av Rana til Ey. Samuelsen - Sernám og menning hjá børnunum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 11. okt. 2021

Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á ÐI Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Dagfesting: 9. oktober 2021
Tygara ref.:
Máltal.: 21/08502-29
Svar
upp á
skrivligan fyrispurning nr. 52-045/2021 frá Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu, eftir § 52a
í Tingskipanini, settur Jenis av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum. Um
Sernám og menning hjá børnum.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Er tað framvegis Sernám, ið foreldur og starvsfólk á barnaøkinum skulu venda sær til, tá tey
eru stúrin um menningina hjá barninum?
2. Er tað framvegis uppgávan hjá Sernámi at greina støðuna hjá børnum, um illgruni er um
autismu, ADHD o.s.fr. og um neyðugt at ávísa barnið til psykiatriina til útgreining?
Svar
Til 1: Sambært Sernámi er mannagongdin í dag tann, at leiðsla í skúlum og á dagstovnum kunnu
venda sær til Sernám umvegis sernámsfundir. Foreldur, sum hava barn í skúla ella á dagstovni,
venda sær til skúlan/dagstovnin, um tey eru stúrin um eitthvørt. Skúlin/dagstovnurin kann síðani
taka hetta uppá á sernámsfundi.
Er talan um lítil børn, ið enn ikki eru farin á dagstovn, er møguleiki hjá barnadeildini,
kommunulækna ella heilsufrøðingi at seta seg í samband við Sernám.
Foreldur eru vælkomin at venda sær til Sernám, og fáa tey tá omanfyrinevndu kunning. Foreldur
kunnu ikki bíleggja eina ávísa tænastu frá Sernám. Ráðgeving frá Sernám er altíð til skúla ella
dagstovn, sum foreldur síðani beinleiðis ella óbeinleiðis fáa ágóðan av.
Til 2: Tað er primert uppgávan hjá kommunulæknaskipanini at greina støðuna hjá børnum, um
illgruni er um autismu, ADHD o.s.fr., og um neyðugt at ávísa barnið til psykiatriina til
útgreiningar.
Tó fekk Sernám fyri nøkrum árum síðani møguleikan at gera ávísingar til barna- og
ungdómspsykiatriina, men tað verður altíð gjørt sum ein partur av eini tilgongd. Tað merkir, at
Sernám saman við skúla/dagstovni altíð setur átøk í verk fyrst. Tí kann tilgongdin til barna-
og ungdómspsykiatri gerast longri umvegis Sernám.

-- 1 of 2 --

U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Page 2 of 2
Vinarliga
Jenis av Rana
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
FM-095 Spurningur til J.a.Ranan frá E. Samuelsen -Sernám og menning hjá børnum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 28. sep. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eyðgunn Samuelsen, løgtingsmaður
Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum
Evni: Sernám og menning hjá børnum
Spurningar:
1. Er tað framvegis Sernám, ið foreldur og starvsfólk á barnaøkinum skulu venda sær
til, tá tey eru stúrin um menningina hjá barninum?
2. Er tað framvegis uppgávan hjá Sernámi at greina støðuna hjá børnum, um illgruni
er um autismu, ADHD o.s.fr. og um neyðugt at ávísa barnið til psykiatriina til
útgreining?
Viðmerkingar:
Seinastu tíðina eru bíðilistarnir hjá psykiatriini øktir sera nógv - frá 183 børnum í
2019 til 306 í 2020. Sambært leiðandi yvirlæknanum á Psykiatriska Deplinum er
tvífaldingin av bíðilistanum tekin um, at børnini verða gjørd sjúkari enn tey eru, og at
nógv av teimum áttu at verið tikin hond um aðrastaðni í skipanini. Langi bíðilistin
kann tí vera við til, at tey børn, ið hava brúk fyri skjótari hjálp, koma at bíða alt ov
leingi.1 Eisini hava vit hoyrt stúrin foreldur í miðlunum, bæði viðvíkjandi bíðitíðini og
iva um, hvagar tey skulu venda sær, tá tey eru stúrin um menningina hjá teirra
børnum.
Mannagongdin í dag er tann, at er barnið heima, kunnu foreldur venda sær til
kommunulækna ella heilsufrøðing um stúranina, og hesi kunnu vísa víðari til Sernám,
um barnið hevur tørv á tí.
Er barnið á dagstovni, kunnu foreldrini venda sær til starvsfólkini um stúranina.
Starvsfólkini skulu síðan vísa til Sernám, um tey hava somu stúran um barnið.
Tað er uppgávan hjá Sernámi at greina støðuna hjá barninum grundað á
eygleiðingarnar hjá foreldrum, heilsufrøðingi og starvsfólkum í dagstovnunum. Tá
støðan er greinað, vendir Sernám aftur við ráðgeving til starvsfólk á dagstovnunum
sambært innanhýsis mannagongd á Sernámi. Sernám skal standa fyri greiningini og
taka avgerð, um barnið skal vísast til Psykiatriska Depilin til útgreining. Hetta fyri at
fyribyrgja, at børn óneyðugt verða ávíst til psykiatriina, sum kann økja um bíðitíðina.
1
http://kvf.fo/netvarp/sv/2021/05/25/20210525bornverdagjordsjukariennteyeru?fbclid=IwAR2OfGqewZ
XmjDxCVyChoxCdBBlsNIroEKZ9X_Qv-sNlMmvIUsR4Y9tOTpY

-- 1 of 2 --

Fyri at fáa staðfest um omanfyrinevnda mannagongd er broytt, verða hesir spurningar
settir.
Á Løgtingi, 28. september 2021
Eyðgunn Samuelsen

-- 2 of 2 --