← Løgtingsmál

52-044/2021

Avgerðir um vinnuligar royndir og verkætlanir

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 9. okt. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
044.21 Svar frá J. Vestergaard til H. Hoydal - Avgerðir um vinnuligar royndir og verkætlanir.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 11. okt. 2021

Sjá útdrigin tekst
FISKIMÁLARÁÐIÐ
M i n i s t r y o f F i s h e r i e s
Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s
T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
11. oktober 2021
Mál: 21/19858-3
(at tilskila í svari)
Tygara skriv: 52-044/2021
Svar til fyrispurning 52-044/2021 frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, um avgerðir
um vinnuligar royndir og verkætlanir
Spurningar:
1. Í hvørjum førum hevur landsstýrismaðurin persónliga vikið frá tilmælunum hjá
umsitingini um játtan til kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir, harundir
játtanir til ítøkiligt skipakeyp og ískoytiskvotur?
2. Hvørjar ítøkiligar umsóknir, snýr tað seg um, og hvussu stórar kvotur og virðir
hevur landsstýrismaðurin broytt í mun til tilmælini frá umsitingini?
3. Hvørjar umsóknir hava mist og hvørjar hava fingið við avgerðum
landsstýrismansins?
4. Hvørjar eru tær sakligu, lógligu og skjalfestu grundgevingarnar hjá
landsstýrismanninum, og hvussu eru broyttu avgerðirnar skjalfestar og grundgivnar
sambært fyrisitingarlógini?
Svar:
Áðrenn komið verður til sjálv svarini, skal vera víst á, at tilgongdin at taka avgerð um
kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir hevur verið, at umsitingin hevur viðgjørt
umsóknirnar og gjørt eina frágreiðing við einum tilmæli til landsstýrismannin. Í
frágreiðingini er ein stutt lýsing og meting av øllum umsóknunum.
Frágreiðingin til landsstýrismannin er eitt innanhýsis arbeiðsskjal, sum er gjørt av
myndugleikanum til egna nýtslu, sbrt. § 7, nr. 1 í løgtingslóg um innlit í fyrisitingina.
Landsstýrismaðurin hevur tó í hesum svari upplýst ein part av frágreiðingini, tó uttan at
upplýsa nøvnini á umsøkjarum.

-- 1 of 3 --

FISKIMÁLARÁÐIÐ
2/3
Til nr. 1.
Viðmerkjast skal, at landsstýrismaðurin hevur tikið eina avgerð sum fyrisitingarligur
myndugleiki og ikki persónliga.
Umsitingin hevur fyrireikað málið og lýst tað í síni breidd í innanhýsis arbeiðsskjølum gjørd
til egna nýtslu hjá myndugleikanum. Partar av tilfarinum eru lýstir í einum tilmæli.
Í støðutakan til avgerð um kvotu til skipakeyp hevur lítil eginpeningur ført til lækkandi
raðfesting í mun til verkætlanir við munandi hægri eginpeningi. Í hesum er eitt ávíst frávik
millum avgerð og tilmæli.
Í støðutakan til avgerð um vinnuligar royndir er størri dentur lagdur á verkætlanir, sum
heilt ella lutvíst eru bygdar á uppsjóvarfisk, heldur enn at lata uppsjóvarkvotur til tann
partin av vinnuni, ið hevur rímiliga støðugt virksemi grundað á botnfisk. Harnæst er
verkætlan, ið millum annað er bygd á royktar nisjuvørur raðfest hægri enn verkætlan, sum
byggir á heilfrysting av fiski til onnur endamál enn framleiðslu av matvørum. Í hesum er
frávik ímillum avgerð og tilmæli.
Til nr. 2.
Viðvíkjandi skipakeypi er talan um eina umsókn, har landsstýrismaðurin tók avgerð um at
játta aðrari umsókn ístaðin. Innan vinnuligar royndir og verkætlanir á landi er talan um tvær
umsóknir, har landsstýrismaðurin tók avgerð um at játta tveimum øðrum umsóknum enn
teimum, sum vóru tilmæltar.
Í eini triðju umsókn, ið eisini var tilmælt, er vikið eitt lítið vet frá tilmæltu nøgdini.
Fyri skipakeyp eru fiskasløg og nøgdir, sum tað er vikið frá í mun til tilmælið, ávikavist
9.480 tons av svartkjafti, 3.057 tons av makreli og 4.262 tons av norðhavssild.
Fyri vinnuligar royndir og verkætlanir á landi er vikið frá ávikavist 1.200 tons av makreli og
1.000 tons av norðhavssild, 300 tons av makreli og 300 tons av norðhavssild, og í triðja
førinum er talan um 200 tons av makreli, sum vikið er frá tilmælinum.
Sambært hagtalsgrunninum hjá Hagstovu Føroya var meðal avreiðingarvirðið fyri hvørt
kilo fyri nevndu fiskasløg í 2020: svartkjaftur 2,06 kr., makrelur 8,16 kr. og norðhavssild
4,33 kr. Viðmerkjast skal, at virkaður fiskur umborð er íroknaður hesi tøl.
Til nr. 3.
Viðvíkjandi skipakeypi er talan um eina verkætlan, ið hevði veika fígging mett í eginpeningi
samanborið við aðrar eisini kvalifiseraðar verkætlanir. Kvotan er lutað út til eina verkætlan,
ið er munandi sterkari fíggjarliga, mett í eginpeningi.
Innan vinnuligar royndir á landi er kvota flutt frá einum parti av vinnuni, ið hevur rímiliga
støðugt virksemi grundað á botnfisk til verkætlan á einum virki – sum grundar sítt virksemi
á uppsjóvarfisk. Harnæst er kvota flutt frá virksemi, ið er grundað á heilfrysting av fiski til
onnur endamál enn matna, til eina verkætlan, ið er bygd á framleiðslu av millum annað
royktum nisjuvørum.

-- 2 of 3 --

FISKIMÁLARÁÐIÐ
3/3
Til nr. 4.
Avgerðirnar eru grundgivnar út frá fyrisitingarrættinum og bygdar á upplýsingar í
umsóknartilfarinum, herundir umsóknarblaðnum og leiðbeiningini til umsóknarblaðið,
kunngerð um kvotur av makreli, norðhavssild og svartkjafti til vinnuligar royndir og
verkætlanir og út frá sjófeingislógini.
Í støðutakan til tilmælið viðvíkjandi kvotu til skipakeyp hava lítil eginpeningur og lutvíst
avmarkandi royndir ført til lægri raðfesting sammett við verkætlanir við munandi meira
eginpeningi og við drúgvari royndum. Í niðurstøðuni hjá landsstýrismanninum eru
verkætlanir, ið vísa á lutfalsligan nógvan eginpening og beinleiðis royndir, sostatt raðfestar.
Í støðutakan til avgerð um vinnuligar royndir er størri dentur lagdur á verkætlanir, sum
heilt ella lutvíst eru bygdar á uppsjóvarfisk, heldur enn at lata uppsjóvarkvotur til tann
partin av vinnuni, ið hevur rímiliga støðugt virksemi grundað á botnfisk. Harnæst er
verkætlan, ið millum annað er bygd á royktar nisjuvørur raðfest hægri enn verkætlan, sum
byggir á heilfrysting av fiski til onnur endamál enn framleiðslu av matvørum. Í hesum er
frávik ímillum niðurstøðuna hjá landsstýrismanninum og tilmælið.
Avgerðirnar eru skjalfestar í skrivligari niðurstøðu hjá landsstýrismanninum og við
ítøkiligum grundgevingum í avgerðarskrivum til einstøku umsøkjararnar.
Jacob Vestergaard
landsstýrismaður

-- 3 of 3 --
FM-089 Spurningur til J. Vestergaard frá H. Hoydal - Avgerðir um vinnuligar royndir og verkætlanir.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 28. sep. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Høgni Hoydal, løgtingsmaður
Svarari: Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum
Evni: Avgerðir um vinnuligar royndir og verkætlanir
Spurningar:
1. Í hvørjum førum hevur landsstýrismaðurin persónliga vikið frá tilmælunum
hjá umsitingini um játtan til kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir,
harundir játtanir til ítøkiligt skipakeyp og ískoytiskvotur?
2. Hvørjar ítøkiligar umsóknir, snýr tað seg um, og hvussu stórar kvotur og virðir
hevur landsstýrismaðurin broytt í mun til tilmælini frá umsitingini?
3. Hvørjar umsóknir hava mist og hvørjar hava fingið við avgerðum
landsstýrismansins?
4. Hvørjar eru tær sakligu, lógligu og skalfestu grundgevingarnar hjá
landsstýrismanninum, og hvussu eru broyttu avgerðirnar skjalfestar og
grundgivnar sambært fyrisitingarlógini?
Viðmerkingar:
Landsstýrismaðurin hevur í svari til undirritaða upplýst, at hann sum landsstýrismaður
persónliga í ávísum førum hevur vikið frá fakligu tilmælunum í fyrisitingini í
sambandi við játtan til vinnuligar kvotur og verkætlanir, harundir játtanir til
ískoytiskvotur.
Tí verður spurt um, júst í hvørjum ítøkiligum førum tað er gjørt, hvør hevur mist og
hvør hevur fingið, og hvussu viðgerðin og avgerðirnar eru grundgivnar og skjalfestar
sambært fyrisitingarlógini.
Á Løgtingi, 28. september 2021
Høgni Hoydal

-- 1 of 1 --