← Løgtingsmál

52-042/2021

Persónlig sambond og flyting av feløgum í viðgerð og avgerðum um játtan til kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 9. okt. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
042.21 Svar frá J. Vestergaard til H. Hoydal - Persónlig sambond og flyting av feløgum í viðgerð og avgerðum um játtan til kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 11. okt. 2021

Sjá útdrigin tekst
FISKIMÁLARÁÐIÐ
M i n i s t r y o f F i s h e r i e s
Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s
T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
11. oktober 2021
Mál: 21/19845-2
(at tilskila í svari)
Tygara skriv: 52-042/2021
Svar til fyrispurning 52-042/2021 frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, um persónlig
sambond og flyting av feløgum í viðgerð og avgerðum um játtan til kvotur til
vinnuligar royndir og verkætlanir
Spurningar:
1. Kann landsstýrismaðurin vátta ella avsanna, at tingfólk í samgonguni og/ella
landsstýrisfólk hava verið persónliga uppi í umsóknum til vinnuligar royndir og
verkætlanir, harundir ítøkilig skipakeyp og ískoytiskvotur?
2. Kann landsstýrismaðurin vátta ella avsanna, at tingfólk í samgonguni og
ella/landsstýrisfólk hava nærstandandi (skilmarkað sum í fyrisitingarlógini), sum eru
uppi í umsóknum til vinnuligar royndir og verkætlanir, harundir ítøkilig skipakeyp
og ískoytiskvotur?
3. Kann landsstýrismaðurin vátta ella avsanna, at tingfólk í samgonguni hava verið
advokatar ella í sínum privata arbeiði ella ognarviðurskiftum annars hava havt
ávirkan á umsóknir?
4. Um svarið er játtandi, hvørji persónlig, vinnulig ella ognarlig sambond er talan um?
5. Kann landsstýrismaðurin vátta ella avsanna, at eitt av feløgunum, ið hevur fingið
játtan til skipakeyp, fyrst varð skrásett í Tórshavn, og síðan flutt til Vágs, langt eftir,
at umsóknir skuldu verið inni?
Svar:
Eg loyvi mær at svara øllum spurningunum undir einum.
Eg kenni einki til, at tingfólk í samgongu ella andstøðu hava verið uppií umsóknum, hvørki
so ella so. Eg havi heldur ikki heft meg við, hvar feløgini hava verið skrásett, og um

-- 1 of 2 --

FISKIMÁLARÁÐIÐ
2/2
skrásetingin er broytt. Kunnast kann um, at tá Fiskimálaráðið móttók umsóknina frá
felagnum, ið spyrjarin helst umrøður, er upplýst í umsóknarskjalinum, at felagið er
heimahoyrandi í Vági.
Eg eri heldur ikki vitandi um, at tingfólk í samgonguni, sum eisini er advokatur í sínum
privata arbeiði, hevur verið advokatur hjá umsøkjarum.
Eg eri kortini, við grundarlagi í almennari vitan, kunnugur við, at einstakur løgtingsmaður
hevur eitthvørt tilknýti til eitt felag, sum hevur søkt um og fingið játtað kvotu til vinnuligar
royndir og verkætlanir. Somuleiðis eri eg vitandi um, at ein leiðandi persónur á ávísum
fiskavirki, sum hevur fingið játtað kvotu, er bróður ein løgtingsmann.
Eg havi hoyrt í almenna rúminum, eg minnist ikki hvar, at ávísur løgtingsmaður er
systkinabarn ein av umsøkjarunum. Um hettar er so, veit eg ikki.
Samband millum umsøkjarar og løgtingsmenn hava tó á ongan hátt havt ávirkan á mína
viðgerð og niðurstøðu í hesum máli.
Jacob Vestergaard
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
FM-091 Spurningur til J. Vestergaard frá H. Hoydal - Persónlig sambond og flyting av feløgum í viðgerð og avgerðum um játtan til kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 28. sep. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Høgni Hoydal, løgtingsmaður
Svarari: Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum
Evni: Persónlig sambond og flyting av feløgum í viðgerð og avgerðum um játtan til
kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir
Spurningar:
1. Kann landsstýrismaðurin vátta ella avsanna, at tingfólk í samgonguni og/ella
landsstýrisfólk hava verið persónliga uppi í umsóknum til vinnuligar royndir
og verkætlanir, harundir ítøkilig skipakeyp og ískoytiskvotur?
2. Kann landsstýrismaðurin vátta ella avsanna, at tingfólk í samgonguni og
ella/landsstýrisfólk hava nærstandandi (skilmarkað sum í fyrisitingarlógini),
sum eru uppi í umsóknum til vinnuligar royndir og verkætlanir, harundir
ítøkilig skipakeyp og ískoytiskvotur?
3. Kann landsstýrismaðurin vátta ella avsanna, at tingfólk í samgonguni hava
verið advokatar ella í sínum privata arbeiði ella ognarviðurskiftum annars hava
havt ávirkan á umsóknir?
4. Um svarið er játtandi, hvørji persónlig, vinnulig ella ognarlig sambond er talan
um?
5. Kann landsstýrismaðurin vátta ella avsanna, at eitt av feløgunum, ið hevur
fingið játtan til skipakeyp, fyrst varð skrásett í Tórshavn, og síðan flutt til
Vágs, langt eftir, at umsóknir skuldu verið inni?
Viðmerkingar:
Alment eru fleiri ivamál og ávísingar av persónligum sambondum hjá fólki í
samgonguni/landsstýrinum reist í sambandi við játtanirnar til vinnuligar royndir og
verkætlanir, harundir ítøkilig skipakeyp.
Til tess at varpa ljós á hesar spurningar og geva landsstýrismanninum høvi at greiða
frá ella avsanna, verður fyrispurningurin settur.
Á Løgtingi, 28. september 2021
Høgni Hoydal

-- 1 of 1 --