← Løgtingsmál

52-041/2021

Útbúgvingar á rúsevnaøkinum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 9. okt. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
041.21 Svar frá J. av Rana til S. Stenberg - Útbúgvingar á rúsevnisøkinum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 8. okt. 2021

Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Dagfesting: 7. oktober 2021
Tygara ref.:
Máltal.: 21/08502-28
Svar
upp á
skrivligan fyrispurning nr. 52-041/2021 frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu, eftir § 52 a í
Tingskipanini, settur Jenis av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum.
Fyrispurningurin er um útbúgvingar á rúsevnaøkinum.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Arbeiðir Uttanríkis- og mentamálaráðið við at skipa útbúgvingartilboð á rúsevnaøkinum?
2. Um ja, hvørji?
3. Er nakað samstarv við Heilsumálaráðið og/ella viðgerðarstovnarnar um at skipa
útbúgvingartilboð til starvsfólk á rúsevnaøkinum?
Svar
Til 1: Uttanríkis- og mentamálaráðið arbeiðir ikki við at skipa ítøkilig útbúgvingartilboð á
rúsevnaøkinum. Arbeitt verður tó við fyriskipanum og tilfari um rúsevni, sum er partur av
undirvísingini í lívfrøði og í evninum heilsukunnleiki, har m.a. verður viðgjørt, hvussu ymisk
rúsevni ávirka mannakroppin. Ráðið luttekur eisini í SSP-samstarvinum fyri børn og ung, har
áherðsla verður løgd á fyribyrging og trivnað. Í evninum, “Tað góða lívið”, er eitt av virkisøkunum,
eitt virkið og rúsfrítt ungdómslív.
Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur eisini umboð í arbeiðsbólkinum, ið
løgmaður hevur sett at gera uppskot um heildarætlan um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu
í Føroyum. Hetta arbeiði fer uttan iva at varpa ljós á útbúgving innan økið.
Til 2: Sum víst á, so verður evnið viðgjørt í undirvísingarhøpi og samstarvsforum, men ítøkilig
undirvísingartilboð eru ikki fyrireikað.
Til 3: Samstarv millum Uttanríkis- og mentamálaráðið og Heilsumálaráðið um útbúgvingartilboð
til starvsfólk á rúsevnaøkinum er ikki skipað, men Heilsumálaráðið er eisini umboðað í
arbeiðsbólkinum, sum ger uppskot um heildarætlan at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í
Føroyum.
Vinarliga
Jenis av Rana
landsstýrismaður

-- 1 of 1 --
FM-093 Spurningur til J. av Rana frá S. Stenberg - Útbúgvingar á rúsevnisøkinum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 28. sep. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Sirið Stenberg, løgtingsmaður
Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum
Evni: Útbúgvingar á rúsevnaøkinum
Spurningar:
1. Arbeiðir Uttanríkis- og mentamálaráðið við at skipa útbúgvingartilboð á
rúsevnaøkinum?
2. Um ja, hvørji?
3. Er nakað samstarv við Heilsumálaráðið og/ella viðgerðarstovnarnar um at
skipa útbúgvingartilboð til starvsfólk á rúsevnaøkinum ?
Viðmerkingar:
Í mai 2019 samtykti eitt samt Løgting at taka undir við einum uppskoti, sum skipaði
rúsviðgerðarøkið við lóg (ll. nr. 53 frá 7. mai 2019). Fyri at geva viðgerðarstovnunum
tíð at liva upp til treytirnar í lógini varð gildiskoman sett til 1. januar 2020.
Í svari til skrivligan fyrispurning (SS-007-2020) frá undirritaða segði
landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, í vár, at stovnarnir enn
ikki høvdu fingið góðkenning, men at arbeiðið var í gongd.
Rúsviðgerðarstovnarnir vóru positivir um uppskotið um at skipa økið í lóg, eins og
allir hoyringarpartar tá tóku undir við, at tíðin var komin til at fáa lógarregulerað
rúsviðgerðarøkið. Í lógini er ásett, at stovnarnir skulu liva upp til krøv um fakligar
førleikar í starvsfólkahópinum umframt eina røð av øðrum viðurskiftum.
Endamálið við lógaruppskotinum var at styrkja viðgerðarstovnarnar, og at skapa størri
virðing um, at stovnarnir veita viðgerð fyri bundinskap, sum av WHO er staðfest sum
sjúka, og at sjúkuviðgerð er treytað av væl skikkaðum fakfólkum á økinum.
Tí varð eisini lagt upp til, at eitt gott eftirlit við stovnunum var ein púra natúrligur
partur av at bøta um sjúklingatrygdina eins og fakligu krøvini til starvsfólkahópin.
Sum ein natúrlig fylgja av broyttu krøvunum veksur tørvurin á at fáa útbúgvin fólk at
starvast á rúsevnaøkinum. Tí er spurningurin um hvussu Uttanríkis- og
mentamálaráðið arbeiðir við hesum, og hvussu samstarvið er við Heilsumálaráðið.
Tað er onki at ivast í, at tað er møguligt at knýta seg afturat stovnum í
grannalondunum til útbúgvingarnar, heilt ella partvíst, og tað ber til at skipa
útbúgvingar í Føroyum eisini. Av tí at Uttanríkis- og mentamálaráðið er myndugleiki
á útbúgvingarøkinum, er týdningarmikið at kenna ætlanirnar á økinum og hvat verður
gjørt fyri at tryggja fakliga støðið.
Á Løgtingi, 27. september 2021
Sirið Stenberg

-- 1 of 1 --