← Løgtingsmál

52-040/2021

Funningsfjarðarvegurin

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 5. okt. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
040.21 Svar frá J. Niclasen til B. Justinussen - Funningsfjarðavegurin.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 8. okt. 2021

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 7. oktobur 2021
J. nr.: 21/19473
Viðgjørt: AE
Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-040/2021 frá Bill Justinussen, løgtingsmanni, settur
landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgeni Niclasen, um Funningsfjarðarvegin
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at brúka tær 4,75 mió. krónurnar, sum eru játtaðar til
Funningsfjarðarvegin í ár?
2. Nær verður vegastrekkið breiðkað og til fulnar dagført sambært ætlanum landsstýrismansins?
3 Nær verður verklagslóg løgd fyri Løgtingið, sum neyvt ásetir kostnað og tíðarætlan fyri
umrødda vegastrekki umframt eisini vegin gjøgnum bygdina í Funningsfirði?
4 Hvussu stórur er metti kostnaðurin av at til fulnar dagføra og breiðka umrødda vegastrekki,
heruppií eisini vegin gjøgnum bygdina í Funningsfirði?
5 Nær verður alt arbeiðið boðið út í almennum útboði, so verulig ferð kemur á arbeiðið og tað
kann gerast liðugt innan rímiliga tíð?
Svar:
Funningsfjarðarvegurin er 2,2 km langur. Tað er vegastrekkið Millum Fjarða og Funningsfjørð, til har
sum íbindingin er til Funningsvegin.
Vegurin liggur rímiliga væl, men er smalur og ikki bygdur til ferðsluna í dag. Samlaða verkætlanin snýr
seg um at gera vegin tvíbreytaðar við 1 metur vegøksl á hvørjari síðu, at avrætta og at asfaltera allan
vegin, og gera gongubreyt ein part av vegnum.
Eingin serstøk játtan hevur verið á fíggjarlógini til Funningsfjarðarvegin í øllum førum í eini 20 ár, fyrr
enn í 2019 og so aftur í ár. Í 2019 vóru 2,7 mió kr. brúktar til at breiðka Funningsfjarðarvegin, og eru
4,75 mió. kr. játtaðar til vegagerð í ár, sum eisini verður brúkt at breiðka vegin. Samanlagt verða eini
1,9 km breiðkaðar tá játtanin er brúkt. Tá er at kalla einki annað gjørt.
Tað er at fegnast um, at vinnulívið trívist í Funningsfirði. Um so er, at vegurin eisini verður breiðkaður
og dagførdur til omankoyringina í havnalagið, og sostatt verður 2,43 km langur, metir Landsverk at
verkætlanin við øllum fer at kostar eini 19-20 mió. kr. Sostatt skulu 11-12 mió. kr. játtast afturat til
vegagerðina.
Vegagerðin verður boðin út so hvørt sum játtan er til endamálið. Tað er altíð best at gera eina
verkætlan lidna uttan steðg. Um Løgtingið játtar neyðugan pening verður verklagslóg gjørd, og restin
av verkætlanini boðin út til liðugtgerð.

-- 1 of 2 --

F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð
Ministry of Finance
2/2
Annars kann upplýsast, at sambært tí langtíðarløguætlanini sum fyriliggur verður peningur játtaður til
Funningsfjarðavegin í 2026 – 2027 til at gera verkætlanina lidna.
Tinganes, 7. oktobur 2021
Jørgen Niclasen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 2 of 2 --
040.21 Spurningur til J. Niclasen frá B. Justinussen - Funningsfjarðavegurin.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 23. sep. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bill Justinussen
Svarari: Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Funningsfjarðarvegurin
Spurningar:
1. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at brúka tær 4,75 mió. krónurnar, sum eru
játtaðar til Funningsfjarðarvegin í ár?
2. Nær verður vegastrekkið breiðkað og til fulnar dagført sambært ætlanum
landsstýrismansins?
3. Nær verður verklagslóg løgd fyri Løgtingið, sum neyvt ásetir kostnað og
tíðarætlan fyri umrødda vegastrekki umframt eisini vegin gjøgnum bygdina í
Funningsfirði?
4. Hvussu stórur er metti kostnaðurin av at til fulnar dagføra og breiðka umrødda
vegastrekki, heruppií eisini vegin gjøgnum bygdina í Funningsfirði?
5. Nær verður alt arbeiðið boðið út í almennum útboði, so verulig ferð kemur á
arbeiðið og tað kann gerast liðugt innan rímiliga tíð?
Viðmerkingar:
Tað hevur gingið meiri enn striltið at fáa til vegar játtan at breiðka og dagføra
vegastrekkið til Funningsfjarðar, sum gongur frá høvuðsvegnum Millum Fjarða og
allan vegin gjøgnum bygdina í Funningsfirði.
Vegastrekkið er fyri stóran part ein einsporaður vegur við nøkrum fáum víkiplássum.
Dagliga koyra stórir og tungt lastaðir lastbilar eftir vegnum. Harumframt er nógv
ferðsla við bussum, sum koyra við ferðafólki til vælumtóktu ferðamálini Elduvíkar,
Funnings og Gjáar; umframt dagligu persónbilaferðsluna, sum stendst av vaksandi
virkseminum í økinum.
Í Funningsfirði er alivirksemi hjá Bakkafrosti, taraaling hjá Ocean Rainforest og
plattaframleiðsla til allan føroyska fiskaútflutningin. Elduvík, Funningur og Gjógv eru
vældámd ferðamál hjá bæði føroyskum og útlendskum ferðafólki. Umrødda
vegastrekki er høvuðsæðr til alt hetta virksemið.
Løgtingið hevur sett 4,75 mió. kr. av til at breiðka og dagføra umrødda vegastrekki á
fíggjarlógini í ár. Lítið og onki er gjørt fyri hendan pening higartil í ár. Nú stendur
heystið fyri durum og síðani veturin. Tað er undranarsamt, at onki er gjørt í summar
fyri hendan pening, sum Løgtingið hevur játtað. Løgtingið er evsti myndugleiki og tí
má roknast við, at landsstýrismaðurin og Landsverk halda seg til tær ætlanir, sum
Løgtingið hevur á økinum.

-- 1 of 2 --

Á Løgtingi, 23. september 2021
Bill Justinussen

-- 2 of 2 --