52-039/2021
Byrgingin um Haraldssund
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 1. okt. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
039.21 svar fra J. Niclasen til Ey. Samuelsen - Byrgingin um Haraldssund.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 4. okt. 2021
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 20 20 • fmr@fmr.fo • www.fmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 1. oktobur 2021 J. nr.: 21/18839 Viðgjørt: AE Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-040/2021 frá Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgeni Niclasen, um byrgingina um Haraldsund Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at nýta ein part av grótinum úr tunlunum norður um Fjall til at gera byrgingina um Haraldssund lidna? 2. Nær er ætlanin at gera byrgingina lidna? Svar: Byrgingin um Haraldsund er 350 metrar long og 20 metrar breið. Byrgingin er ongantíð gjørd liðug. Landsverk fekk í 2008 játtan til at gera projekt fyri liðugtgerð av byrgingini, og var arbeiðið tá klárt at bjóða út. Verkætlanin verður mett til at kosta eini 32 mió kr. Við verkætlanini verður byrgingin dagførd, soleiði hon verður tíðarhóskandi og lýkur dagsins krøv til eina slíka farleið. Byrgingin verður eftir ætlan umbygd nakað, og verður stórur partur av verandi verklagi partur av endaligu loysnini. Broytingin í mun til verandi byrging er, at vegurin verður lagdur soleiðis at hann verður ein nattúrligur partur av vegunum báðumegin. Tað er ikki tørvur at brúka tunnilsgrót til projektið sum ætlanin er at gera, tí ætlanin er at endurnýta tilfarið í verandi byrging til nýggju byrgingina, og sambært projektinum er einans tørvur á heilt stórum dekkgróti afturat tilfarinum, sum longu er í byrgingini. Hetta størra grótið fæst ikki úr tunnilsgerð, og má tískil spreingjast í einum grótbrotið. Eftir langtíðarløguætlanin, verður byrgingin um Haraldsund gjørd í 2027-2028. Tinganes, 1. oktobur 2021 Jørgen Niclasen Landsstýrismaður í fíggjarmálum -- 1 of 1 --
039.21 Spurningur til J. Niclasen frá Ey. Samuelsen - Byrgingin um Haraldssund.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 20. sep. 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Eyðgunn Samuelsen, løgtingsmaður Svarari: Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum Evni: Byrgingin um Haraldssund Spurningar: 1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at nýta ein part av grótinum úr tunlunum norður um Fjall til at gera byrgingina um Haraldssund lidna? 2. Nær er ætlanin at gera byrgingina lidna? Viðmerkingar: Nú gjørt verður klárt at bora norður um Fjall, kundi ein loysn verið at nýtt ein part av grótinum úr tunlunum til at gera byrgingina um Haraldssund lidna. Tað hevur verið frammi í politisku skipanini av og á at gera byrgingina lidna, men nú tunnilsarbeiðið nærkast, hevur onki verið at hoyrt um hetta. Tað hevur eisini verið frammi, at Klaksvíkar kommuna hevur gjørt avtalu um ein part av grótinum. Hetta skuldi tó ikki forðað fyri, at byrgingin eisini verður gjørd liðug, uttan so, at avtala er gjørd um at veita Klaksvíkar kommunu alt grótið. Byrgingin um Haraldssund er ongantíð gjørd heilt liðug og eru umstøðurnar at koyra ikki góðar, tá veðurlíkindini eru vánalig.1 Landsverk hevur gjørt fyrireikingar til eina verkætlan, sum skal gera byrgingina lidna, og Landsverk hevur í samferðsluætlanini fyri 2021-2024 mælt til, at verkætlanin verður gjørd beinanveg. Spurningurin verður settur fyri at fáa greiðu á ætlanunum hjá landsstýrismanninum hesum viðvíkjandi. Á Løgtingi, 20. september 2021 Eyðgunn Samuelsen 1 https://www.logting.fo/mal/mal/?id=8467 -- 1 of 1 --