← Løgtingsmál

52-038/2021

Vegurin til Múla

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 28. sep. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
038.21 svar fra J. Niclasen til F. Rasmussen - Vegurin til Múla.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 4. okt. 2021

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 1. oktober 2021
J. nr.: 21/18255
Viðgjørt: AE
Svar til fyrispurning nr. 52-038/2020 frá Frimodt Rasmussen, løgtingsmaður Jóannis
Joensen, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgeni Niclasen, um
vegin til Múla
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Eru ætlanir um at halda fram við arbeiðinum at gera ábøtur á vegin til Múla?
2. Um slíkar ætlanir eru, nær kann so roknast við, at næsta stigið í hesum arbeiðinum verður
tikið?
3. Nær kann roknast við, at vegurin verður endaliga dagførdur?
Svar
Múlavegurin varð gjørdur í áttatiárunum. Vegurin sum er 7 km langur, er ein einbreytaður
grúsvegur, og er onkur teinur asfalteraður. Vegurin er tó einasti landsvegur í dag, sum ikki er
asfalteraður allur. Tað er lítil ferðsla á vegnum, og eingin býr fast í bygdini.
Løgtingi hevur bert í einum føri seinanstu mongu árini, játtan pening beinleiðis til Múlavegin. Í
2015 vóru 1,0 mió kr. játtaðar, sum var brúkt til at betra nøkur vegastrekki. Í ár eru 500 tús. kr.
játtaðar, sum eru brúktar til ábøtur, bilverju og annað.
Í samferðsluætlanini fyri 2018- 2030 verður mælt til at gera vegaakslar fram við vegnum, at fleiri
víkipláss verða gjørd, bilverja verður sett upp, og at allur vegateinurin verður asfalteraður. Hetta
verður mett til at kosta 52 mió. kr. Nær vegurin verður endaliga dagførdur velst um játtan, og hvør
loys verður hildin at verða hóskandi.
Tinganes, 1. oktobur 2021
Jørgen Niclasen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 1 of 1 --
038.21 Spurningur til J. Niclasen frá F. Rasmussen - Vegurin til Múla.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 16. sep. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Frimodt Rasmussen, løgtingsmaður
Svarari: Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Vegurin til Múla
Spurningar:
1. Eru ætlanir um at halda fram við arbeiðinum at gera ábøtur á vegin til Múla?
2. Um slíkar ætlanir eru, nær kann so roknast við, at næsta stigið í hesum arbeiðinum verður
tikið?
3. Nær kann roknast við, at vegurin verður endaliga dagførdur?
Viðmerkingar:
Á fíggjarlógini fyri árið í ár eru játtaðar 500.000 krónur til at gera ábøtur á vegin til Múla. Vegurin
er í ringum standi og hevur tørv á, at ábøtur verða gjørdar á hann.
Nakað av viðlíkahaldsarbeiði er gjørt í ár, men enn er tó nógv eftir at gera. Tí verður spurt, hvørjar
ætlanir eru um framhald av hesum arbeiði.
Á Løgtingi, 16. september 2021
Frimodt Rasmussen

-- 1 of 1 --