52-037/2021
Trygdin í eldri tunlum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 24. sep. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
037.21 Svar fra J. Niclasen til J. Joensen - Trygdin í eldri tunlum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 28. sep. 2021
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 20 20 • fmr@fmr.fo • www.fmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 27. sept. 2021 J. nr.: 21/18255 Viðgjørt: AE Svar til fyrispurning nr. 52-037/2021 frá Jóannis Joensen, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgeni Niclasen, um trygdina í eldri tunnlum Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Metir landsstýrismaðurin, at tilbúgvingin í Kollafjarðartunlinum er tíðarhóskandi og trygg? 2. Hvørjir aðrir tunlar í Føroyum hava avbjóðingar at lúka nútímans trygdarkrøv? 3. Ætlar landsstýrismaðurin at raðfesta trygdina í eldri tunlum við at hækka verandi fíggjarjáttan hjá Landsverki? Svar til fyrispurning nr. 1 og nr. 2 Landsvegirnir eru 477 kilometrar samanlagt, av hesum eru 32 kilometrar tunlar, sum Landsverk varðar av. Tunlarnir eru sera ymiskir. Í 1963 varð fyrsta bergholið í Føroyum Hvalbiartunnilin, alment tikin í nýtslu. Seinasti tunnilin er nýggi Hvalbiartunnilin sum er tikin í nýtslu í ár. Tunlarnir eru gjørdir eftir teimum normum, sum vóru galdandi tá teir verða bygdir. Fleiri tunlar eru ikki dagførdir, soleiðis at teir hóska til ferðsluna og nýggj og dagførd trygdarkrøv, men sambært Landsverki er eingin teirra beinleiðis ótryggur. Tá nýggir tunlar verða bygdir ella verandi tunlar verða dagførdir, fylgir Landsverk norskum tunnilsnormum, ið eru galdandi tá dagføringin fer fram. Tilbúgvingarætlan er gjørd fyri allar teir nýggju tunlarnar og teir flestu gomlu tunlarnar. Tunlar við mestu ferðsluni eru bygdir ella dagførdir eftir norskum standardum, og hava hóskandi trygdarútbúnað. Kollfjarðartunnilin og Leirvíkstunnilin, hava tørv á at dagføra trygdarskipanina, at fá nýggjar tekniskar installatiónir og at fáa brandventilatión. Landsverk metir tó at tilbúgvingin er nøktandi í Kollfjarðartunlinum og í Leirvíkstunlinum, men ynskiligt er, at trygdarskipanin verður dagførd til støðið, sum er í teimum nýggju tunlunum, sum til dømis Hvalbiartunlinum. Svar til fyrispurning nr. 3 Tað er sera umráðandi at infrakervið er gott um alt landið, og at tað er gott og trygt at ferðast til gagns fyri borgarum og vinnu. -- 1 of 2 -- F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð Ministry of Finance 2/2 Samstundis sum vegakervið er útbygt, ferðslan er vaksin, størri dygdar- og trygdarkrøv verða sett til vegir, tunlar og brýr, er játtanin til viðlíkald av vegakervinum ikki hækkað í nógv ár. Tó soleiðis at tað hevur eydnast at hækka játtanina til viðlíkahald, til at umvæla og betra trygdina á landsvegakervinum, og til at dagføra brýr og tunlar í 2020 og 2021. Eftir langtíðarløguætlanini eru pengar settir av til at dagføra Kollfjarðartunnilin og Leirvíkstunnilin. Tinganes, 27. septembur 2021 Jørgen Niclasen Landsstýrismaður í fíggjarmálum -- 2 of 2 --
037.21 Spurningur til J. Niclasen frá J. Joensen - Trygdin í eldri tunlum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 13. sep. 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Jóhannis Joensen, løgtingsmaður Svarari: Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum Evni: Trygdin í eldri tunlum Spurningar: 1. Metir landsstýrismaðurin, at tilbúgvingin í Kollafjarðartunlinum er tíðarhóskandi og trygg? 2. Hvørjir aðrir tunlar í Føroyum hava avbjóðingar at lúka nútímans trygdarkrøv? 3. Ætlar landsstýrismaðurin at raðfesta trygdina í eldri tunlum við at hækka verandi fíggjarjáttan hjá Landsverki? Viðmerkingar: Um vikuskiftið varð í tíðindasending í Kringvarpi Føroya at hoyra, at tilbúgvingin ikki er í lagi í Kollafjarðartunlinum. Landsverk hevur víst á, at verandi fíggjarjáttan ikki er nóg stór til at gera nakað við at lúka nútímans trygdarkrøv í eldri tunlum. Tað kann skjótt blíva álvarsligt, um tilbúgvingin ikki er í lagi. Óhugsandi er ikki, at núverandi støða kann hava vanlukkuligar avleiðingar við sær, um hon heldur fram óbroytt. Landsstýrismaðurin varðar av viðlíkahaldi í tunlum kring landið. Tí verður hesin fyrispurningurin settur. Á Løgtingi, 13. september 2021 Jóhannis Joensen -- 1 of 1 --