52-036/2021
Veðhald í landbúnaðinum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 22. sep. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
036.21 Svar fra M. Rasmussen til A. V. Johannesen - veðhald til landbúnað.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 22. sep. 2021
Sjá útdrigin tekst
U M H V Ø R V I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð GONGIN 7 • POSTSMOGA 377 • 110 TÓRSHAVN • TELEFON 30 66 00 • E-MAIL: UVMR@UVMR.FO Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Føroyar Tórshavn, tann 21. september 2021 J.nr.: 21/18021-4 At tilskila í svari Svar upp á § 52a-fyrispurning nr. 52-036/2021frá Aksel V. Johannesen, løgtingsmanni, um veðhald í landbúnaðinum Spurningarnir vóru soljóðandi: 1. Hvussu langt er arbeiðið komið við at fara frá persónligum veðhaldi fyri lán til landbúnaðin? 2. Er landsstýrismaðurin av teirri áskoðan, at festarar ikki skulu veðseta persónligt? Svarað verður undir einum: Við heimild í løgtingslóg um landsjørð kann ein festari leggja raksturin av festinum í eitt partafelag ella eitt smápartafelag. Felagið kann síðani upptaka lán til leysafæ, t.d. til útbúnað, og útbúnaðurin, sum lánið verður veitt til, verður ofta sett sum trygd fyri láninum. Festarar kunnu eisini taka lán til at keypa festibræv ella til bygningar, sum síðani verða settir á festibrævið. Hesi lán verða upptikin sum persónlig lán, tí festibrævið, sum er knýtt at láninum, er persónligt. Lánið verður vanliga latið við trygd í festibrævinum, og festarin sjálvur er skuldari. Vinnufelagalógin forðar fyri, at slík lán kunnu verða upptikin gjøgnum eitt felag, tí eitt felag kann ikki upptaka lán fyri ein kapitaleigara. Løgtingsins Umboðsmaður metti í 2007, at hátturin, sum grunnurin valdi at tryggja sínar ognir við, stóð ikki mát við tær avleiðingar, sum kundu verða fyri festaran. Síðani eru festibrøvini vorðin umsetilig, og støðan er nú ein onnur. Ítøkiliga merkir hetta, at eitt festibræv í útgangsstøði eigur at kunna verða selt fyri tað upprunaliga virðið, t.d. keypsprísin, umframt ta virðisøking, sum ein lánifíggjað íløga hevur givið festinum. Í útgangsstøði átti festarin, sum selur, tí at fingið fyri lánið, so skuldin kann gjaldast aftur. Fortreytirnar hjá vinnurekandi í landbúnaðinum eru sostatt í útgangsstøði tær somu sum hjá øðrum vinnurekandi, har tann vinnurekandi fær vinningin, um selt verður við vinningi, ella stendur við skuldini, um selt verður við tapi. Einasti munur er, at eitt felag kann ikki standa fyri láni til festibræv og bygningar á festinum. -- 1 of 2 -- U M H V Ø R V I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð Spurningurin er so, um lóggávan skal broytast soleiðis, at festibrævið sjálvt kann leggjast í felag, sum síðani kann upptaka lán. Í útgangsstøði verður mett, at festarar eiga ikki at at veðhalda persónliga. Yvirskipaða málið um fíggingarviðurskiftini í landbúnaðinum er stórt, og neyðugt er at viðgera og lýsa fleiri tættir í hesum samansetta máli neyvari, áðrenn støða kann takast til, um og hvussu møguligar lógarbroytingar skulu gerast. Umhvørvis- og vinnumálaráðið, tann 21. september 2021 Magnus Rasmussen landsstýrismaður -- 2 of 2 --
036.21 Spurningur til M. Rasmussen frá A. V. Johannesen - veðhald til landbúnað.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 10. sep. 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Aksel V. Johannesen, løgtingsmaður Svarari: Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum Evni: Veðhald í landbúnaðinum Spurningar: 1. Hvussu langt er arbeiðið komið við at fara frá persónligum veðhaldi fyri lán til landbúnaðin? 2. Er landsstýrismaðurin av teirri áskoðan, at festarar ikki skulu veðseta persónligt? Viðmerkingar: Ætlaði ein festibó ndi at gera í løgur í festið áðrenn 2004, bar til at taka eitt festilá n og garður, rakstrargøgn o.a. varð sett í veð fyri lá nið. Í 2004 bleiv mjó lkarkvotan umsetilig, og tá kravdi Bú naðargrunnurin veð í mjó lkarkvotuni, skuldi eitt lá n takast. Fleiri bøndur vó ru tá ó nøgdir, tí kvotan var privat ogn, meðan festið var ogn landsins. Í 2007 var talan um at broyta ló gina um landsjørð. Ætlanir vó ru um at einskilja innangarðsjørðina og fjó sini. Tá varð sagt, at verður talan um privata ogn, má veðsetingin eisini vera persó nlig. Men tað ví sti seg at enda við, at bara skuldin varð einskild, og ongar broytingar vó rðu gjørdar viðví kjandi ognarviðurskiftunum av innangarðsjørðini. Hetta merkir, at tá ein festibó ndi í dag ger í løgur í festið, so veðsetir festarin persó nligt, hó ast hann einki eigur. Løgtingsins umboðsmaður viðgjørdi eitt má l av hesum slag í 2007 og metti tá , at kravið frá Bú naðargrunninum um persó nliga veðseting er ein ó rí milig treyt at seta festarum. Løgtingsins umboðsmaður ví sti á , at tann há tturin, sum grunnurin velur at tryggja sí nar ognir uppá , stendur ikki í má t við tær avleiðingar, sum kunnu verða fyri festaran. Í svari frá táverandi umhvørvis- og vinnumálaráðharranum, Helga Abrahamsen, í apríl 2020 (nr. 69/2019) bleiv sagt, at arbeitt verður við at fara burtur frá persónligum veðhaldi fyri lán til landbúnaðin. Málið er ikki komið í rættlag enn. Neyðugt er at fáa hesi viðurskifti broytt sum skjótast. Tí verður hesin fyrispurningur settur. Á Løgtingi, 10. september 2021 Aksel V. Johannesen -- 1 of 1 --