← Løgtingsmál

52-035/2021

Siglingin hjá Hasfjord

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 22. sep. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
035.21 Svar frá J. Nicalsen til B. Sandoy - Siglingin hjá Hasfjord.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 24. sep. 2021

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 22. sept. 2021
J. nr.: 21/18018
Viðgjørt: AE
Svar til fyrispurning nr. 52-035/2021 frá Brandi Sandoy, løgtingsmanni, settur Jørgen
Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um siglingina hjá Hasfjord
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu nógv hevði tað kostað afturat verandi kostnaði, um Hasfjord skuldi siglt hvønn
dag í árinum um Skopunarfjørð á sama hátt sum Hasfjord sigldi í summar tað
tíðarskeiðið, tá Ternan avloysti Teistan?
2. Ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at Hasfjord siglir eftir lýstu ferðaætlanini?
3. Ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at tunga ferðslan frameftir í størri mun verður leidd
yvir á Hasfjord?
Svar til fyrispurning nr.1
Um Hasfjord skal sigla við somu ferðaætlan, sum skipið sigldi við í sambandi við dokkingina hjá
Teistanum í juni 2021, kostar tað áleið 3,5 mió. kr. meira í árligum rakstri, sum játtan ikki er til.
Bert ein manning er knýtt at Hasfjord og um ferðaætlanin skal víðkast, skal manningartalið
økjast. Harumframt eru aðrar útreiðslur.
Í juni sigldi Hasfjord sum kunnugt allar dagar í vikuni, fyri at varðveita á leið sama tænastustøði
og kapasitet á farleiðini, tí Ternan tekur bert umleið helvtina av akførum í mun til Teistan.
Svar til fyrispurning nr. 2 og 3
Hasfjord var keyptur til at føra stór akfør og tungan farm til og frá Sandoynni. Tað gagnar
vinnulívinum á oynni. Endamálið var eisini at gera tað høgligari hjá ferðafólki at sigla, tí betri
pláss skuldi verða umborð á Teistanum, og ferðsla kundi skipast betri.
Eftir ferðaætlanini siglir Hasfjord 20 túrar (tur/retur) um vikuna. Siglt verður týsdag, mikudag,
hósdag og fríggjadag.
Vinnulívið í Sandoynni, veitarar og onnur hava møguleika at bíleggja sær pláss til farmaflutning
við Hasfjord. Ferðaætlanin verður vanliga hildin, uttan í heilt fáum førum tá eingin hevur bílagt
sær pláss. Orsøkin er serliga at stór akfør mangan fara við Teistanum heldur enn Hasfjord
Landsstýrismaðurin hevur heitt á Strandferðsuna, um at Hasfjord skal sigla sambært
ferðaætlanini, og at aktørar skulu bíleggja sær pláss á Hasfjord, til at sigla stór akfør og tungan

-- 1 of 2 --

F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð
Ministry of Finance
2/2
farm um Skopunarfjørð. Tá Hasfjord ikki hevur meira pláss (er fullur), og tær tíðir Hasfjord ikki
siglur, kunnu stór akfør fara við Teistanum.
Tinganes, 22. septembur 2021
Jørgen Niclasen
landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 2 of 2 --
035.21 Spurningur til J. Nicalsen frá B. Sandoy - Siglingin hjá Hasfjord.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 10. sep. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Brandur Sandoy, løgtingsmaður
Svarari: Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Siglingin hjá Hasfjord
Spurningar:
1. Hvussu nógv hevði tað kostað afturat verandi kostnaði, um Hasfjord skuldi siglt hvønn
dag í árinum um Skopunarfjørð á sama hátt sum Hasfjord sigldi í summar tað
tíðarskeiðið, tá Ternan avloysti Teistan?
2. Ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at Hasfjord siglir eftir lýstu ferðaætlanini?
3. Ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at tunga ferðslan frameftir í størri mun verður leidd
yvir á Hasfjord?
Viðmerkingar:
Eitt tíðarskeið í summar á ein umleið ein mánað, avloysti Ternan Teistan í siglingini um
Skopunarfjørð, tí Teistin var í dokk. Hetta tíðarskeiðið valdi SSL at brúka Hasfjord optimalt,
og leiddi tungu ferðsluna yvir á Hasfjord. Hetta hevði við sær eitt sera stórt nøgdsemi við
siglingina um fjørðin, tí at tað gjørdist nógv lættari at ferðast við persónbilum um fjørðin við
Ternuni.
Men so skjótt sum Teistin kom aftur í sigling, var sama skilið aftur, har man ikki leiðir tungu
ferðsluna yvir á Hasfjord, men bara brúkar Hasfjord til at sigla um so er, at Teistin ikki tekur
alla ferðsluna.
Hasfjord siglir bara 4 av 7 vikudøgum, og tí verður ferðslan til og úr Sandoynni ikki líka
smidlig, sum hon kundi verið, um allur kapasiteturin um fjørðin varð brúktur.
Hetta kann tykjast sum spill av resursum og ikki at vera í samsvari við ætlanirnar hendan
samgongan hevði, tá samgongan valdi at útvega Hasfjord til at taka tungu ferðsluna um
Skopunarfjørð, so at kapasiteturin hjá Teistanum kundi brúkast fult út. Hugsandi er eisini, at
landið missir inntøkur, av tí at ætlaða ferðslulopið um fjørðin ikki kemur í tann mun tað
kundi.
Hasfjord hevur eina lýsta ferðaætlan at sigla eftir, men hóast hetta kemur meiri enn so fyri, at
Hasfjord uttan grundgeving als ikki siglir teir túrar, sum eru lýstir í ferðaætlanini.
Á Løgtingi, 10. september 2021
Brandur Sandoy

-- 1 of 1 --