52-034/2021
Søla av brúktum vørum (antikk) og MVG
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 21. sep. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
034.21 Svar frá J. Nicalsen til S. K. Poulsen - Søla av brúktum vørum (antikk) og MVG.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 22. sep. 2021
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 20 20 • fmr@fmr.fo • www.fmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 21. september 2021 J.nr.: 21/17830 Viðgjørt: TM Svar uppá fyrispurning nr. 52-34/2021 frá Steffan Klein Poulsen, løgtingsmanni, settur, Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um sølu av brúktum vørum (antikk) og meirvirðisgjald. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at broyta meirvirðisgjaldslógina við tí endamáli at seta skipan í verk, sum ger tað møguligt hjá m.a. seljarum av brúktum vørum og lutum at rinda meirvirðisgjald av vinninginum og ikki av søluprísinum? 2. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvør fíggjarligi kostnaðurin av hesum hevði verið? Svar til fyrispurning nr. 1 Tað er rætt, at í summum førum kann meirvirðisgjald verða goldið tvær ferðir av somu vøru. Hetta kann koma fyri, um ein mvg-skrásett fyritøka keypir eina brúkta vøru frá einum persóni, sum ikki er mvg-skrásettur, og síðani selur vøruna víðari. Keypir til dømis ein mvg-skrásett fyritøka (víðariseljari) eina brúkta vøru frá einum persóni, sum ikki er mvg-skrásettur, hevur fyritøkan ikki fingið mvg-frádrátt, tá ið vøran varð keypt. Hetta er tó ikki galdandi, um ein mvg-skrásett fyritøka selur eina vøru víðari, sum hon hevur keypt frá einari aðrari mvg-skrásettari fyritøku. Í tí føri kann fyritøkan draga mvg’ið frá, sum upprunaliga varð goldið. Til ber at selja brúktar vørur (til dømis antikk) uttan meirvirðisgjald, tá ið talan ikki er um vinnuligt virksemi. Hetta kann til dømis vera, um ein handil ella fyritøka selur brúktar vørur víðari vegna eigaran á vøruni, sum til dømis kann vera ein privatpersónur. Í hesum føri er bara sjálvur vinningurin av søluni at rokna sum vinnuligt virksemi eftir meirvirðisgjaldslógini og harvið mvg- skyldugt. Leggjast kann aftrat, at í meirvirðisgjaldslógini, § 10, stk. 1-4, er serlig skipan fyri meirvirðisgjald í sambandi við sølu av brúktum bátum og bilum. Fíggjarmálaráðið fer í næstum at kanna og viðgera, um fyrimunir høvdu verið av einari skipan fyri sølu av brúktum vørum, sum minnir um verandi skipan í meirvirðisgjaldslógini fyri sølu av brúktum bátum og bilum. Neyðugt verður eisini í hesum sambandi at kanna, hvussu nógv umsiting hevði verið av eini tílíkari skipan. -- 1 of 2 -- F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance 2/2 Svar til fyrispurning nr. 2 Torført er at meta neyvt um fíggjarliga kostnaðin av at seta skipan í verk, sum ger tað møguligt hjá seljarum av brúktum vørum og lutum at rinda meirvirðisgjald av vinninginum av vøruni heldur enn av søluprísinum. Nakað av umsiting hevði kortini verið av eini tílíkari skipan, alt eftir hvørja skipan talan hevði verið um. Tinganes, 21. august 2021 Jørgen Niclasen Landsstýrismaður í fíggjarmálum -- 2 of 2 --
034.21 Spurningur til J. Nicalsen frá S. K. Poulsen - Søla av brúktum vørum (antikk) og MVG.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 9. sep. 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður Svarari: Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum Evni: Søla av brúktum vørum (antikk) og meirvirðisgjald Spurningar: 1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at broyta meirvirðisgjaldslógina við tí endamáli at seta skipan í verk, sum ger tað møguligt hjá m.a. seljarum av brúktum vørum og lutum at rinda meirvirðisgjald av vinninginum og ikki av søluprísinum? 2. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvør fíggjarligi kostnaðurin av hesum hevði verið? Viðmerkingar: Tað eru ikki nógvir “antikk handlar” og líknandi virksemi, har brúktar vørur verða seldar í Føroyum. Einstakir “antikk handlar” hava verið, men livitíðin hjá hesum handlum hevur ikki verið long. Ein av stóru avbjóðingunum hjá “antikk handlunum” er reglurnar um meirvirðisgjald. Um ein “antikk handil” keypir eina brúkta vøru fyri 300 kr. og síðani selur hana fyri 400 kr., skal meirvirðisgjald gjaldast av søluprísinum. Hetta hevur við sær, at vinningurin á 100 kr. verður etin upp av meirvirðisgjaldinum. Hetta hóast meirvirðisgjald longu er goldið fyri vøruna, tá ið hon varð keypt nýggj. Í Danmark er søla av antikk vørum eitt sera vanligt og útbreitt virksemi, og har er møguligt at velja at gjalda meirvirðisgjald eftir eini sokallaðari “brugtmoms”-skipan. Skipanin ger, at meirvirðisgjald verður rindað av søluvinninginum og ikki av søluprísinum. Á Løgtingi, 9. september 2021 Steffan Klein Poulsen -- 1 of 1 --