52-033/2021
Asfaltering av vegnum millum Skopun og Sand
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 21. sep. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
033.21 Svar fra J. Niclasen til P. á Reynatúgvu - Asfaltering av vegnum millum Skopun og Sand.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 21. sep. 2021
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 20 20 • fmr@fmr.fo • www.fmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 21. september 2021 J. nr.: 21/17736 Viðgjørt: AE Svar til fyrispurning nr. 52-033/2021 frá Páll á Reynatúgvu, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgeni Niclasen, um asfaltering av vegnum millum Skopun og Sand. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, nær vegurin millum Skopun og Sand verður asfalteraður aftur? 2. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, um koyritrygdin á vegastrekkinum verður mett at vera í lagi? 3. Hevur landsstýrismaðurin gjørt eina raðfesta ætlan fyri viðlíkahaldið av landsvegakervinum í Føroyum? Svar: Vegurin millum Skopun og Sand er tvíbreytaður, og hóskar væl til ferðsluna á staðnum. Eitt vegastrekkið sum er 500 metrar langt millum Skopun og Sand, treingir til at vera asfalterað. Arbeiðið verður raðfest frammaliga, og verður eitt slitlag eftir ætlan lagt á næsta ár (2022). Landsverk metir at trygdin á vegnum millum Skopun og Sand er í lagi, um bilførarar koyra eftir umstøðunum. Landsverk fylgir gongdini. Landsverk raðfestir á hvørjum ári hvussu játtanin skal brúkast til at viðlíkahalda og dagføra landsverðslukervið, herímillum eisini tunlar og brýr. Samstundis sum vegakervið er útbygt, ferðslan er vaksin, størri dygdarkrøv og trygdarkrøv verða sett til vegir, er játtanin til viðlíkald av vegakervinum ikki hækkað í nógv ár. Tó soleiðis at tað hevur eydnast at hækka játtanina munandi í ár (2021) til at viðlíkahald, umvæla og betra trygdina á landsvegakervinum. Landsstýrismaðurin ásannar, at neyðugt verður at raðfesta viðlíkahald fremri næstu árini. Tinganes, 21. september 2021 Jørgen Niclasen Landsstýrismaður í fíggjarmálum -- 1 of 1 --
033.21 Spurningur til J. Niclasen frá P. á Reynatúgvu - Asfaltering av vegnum millum Skopun og Sand.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 9. sep. 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður Svarari: Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum Evni: Asfaltering av vegnum millum Skopun og Sand Spurningar: 1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, nær vegurin millum Skopun og Sand verður asfalteraður aftur? 2. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, um koyritrygdin á vegastrekkinum verður mett at vera í lagi ? 3. Hevur landsstýrismaðurin gjørt eina raðfesta ætlan fyri viðlíkahaldið av landsvegakervinum í Føroyum? Viðmerkingar: Vegurin millum Skopun og Sand er nú í so vánaligum standi á summum vegateinum, at tú sum bilførari aftrar teg við at koyra á vegnum. Bilførarar kenna ampa av at koyra á vegnum, og koyritrygdin er hareftir. Undirritaði spurdi landsstýrismannin í samferðslumálum líknandi spurning í vár, og tá svaraði landsstýrismaðurin, at partar av vegastrekkinum fóru at verða asfalteraðir í ár. Nú summarið er farið kann staðfestast, at einasta, sum er gjørt við vegin, er at rípur eru málaðar omaná illa farna asfaltlagið og holurnar í tí. Fyri at fyribyrgja at skaði stendst av støðuni, verður landsstýrismaðurin biðin um at kanna støðuna og svara hesum spurningi. Á Løgtingi, 9. september 2021 Páll á Reynatúgvu -- 1 of 1 --