52-032/2021
Um kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 18. sep. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
032.21 Svar fra J. Vestergaard til H. Hoydal - Um kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 21. sep. 2021
Sjá útdrigin tekst
FISKIMÁLARÁÐIÐ M i n i s t r y o f F i s h e r i e s Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn 21. september 2021 Mál: 21/17570-2 (at tilskila í svari) Tygara skriv: 52-032/2021 Svar til fyrispurning 52-032/2021 frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, um kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir Spurningar: 1. Hvussu leingi er tað síðani, at fyrstu umsóknirnar um kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir komu inn til Fiskimálaráðið (tær, ið við prosenttølum eru ásettar í lógini um sjófeingi)? 2. Hvussu nógvar umsóknir eru komnar tilsamans, síðani lógin varð samtykt í desember 2019? 3. Hevur Fiskimálaráðið viðgjørt umsóknirnar og gjørt fyrisitingarligar/fakligar niðurstøður um, hvørjar umsóknir eiga at játtast – og um so er, hvussu ofta er tað gjørt, og fer landsstýrismaðurin at fylgja fyrisitingarligu/fakligu tilmælunum? 4. Hví eru hesar kvotur, ásettar í lógini, ikki avgreiddar og hvussu kunnu tær gagnnýtast í ár, nú vit eru komin út í september mánað? 5. Hevur landsstýrismaðurin viðgjørt hesar umsóknir og játtanir til ítøkiligar kvotur munnliga við løgmann og onnur landsstýrisfólk ella við samgongutingfólk? Svar: Til nr. 1. Tá sjófeingislógin fekk gildi frá 1. januar 2020 var farið frá skipanini við menningarkvotum til eina skipan við kvotum til vinnuligar royndir og verkætlanir. Fyrsta árið, ið søkjast kundi um kvotur til hesi endamál, var sostatt fyri 2020. Freistin at søkja í 2020 var 10. august og í 2021 6. juli. Flestu umsóknirnar komu beint fyri evstu freist. Tann fyrsta í 2020 er skrásett 10. juni og tann fyrsta í 2021 14. juni. Til nr. 2. Í 2020 komu 50 umsóknir og í 2021 51. Av teimum 50 umsóknunum í 2020 vóru 16 um ískoytiskvotur og av teimum 51 í 2021 vóru 7 um ískoytiskvotur. -- 1 of 2 -- FISKIMÁLARÁÐIÐ 2/2 Til nr. 3. Embætisfólk í Fiskimálaráðnum hava bæði árini viðgjørt umsóknirnar og gjørt tilmæli til landsstýrismannin. Á heysti 2020 varð við lógarbroyting í sjófeingislógini ásett, at ongar kvotur av norðhavssild og makreli kortini skuldu latast til vinnuligar royndir og verkætlanir, tó undantikið til ískoytiskvotur. Avgerðin hjá landsstýrismanninum viðvíkjandi ískoytiskvotum víkti frá tilmælinum frá umsitingini. Avgerðirnar í 2021 eru tiknar, men ikki allar eru endaliga avgreiddar. Landsstýrismaðurin hevur í síni avgerð í ávísan mun vikið frá tilmælinum frá umsitingini. Til nr. 4. Løgtingið viðgjørdi á vári 2021 eitt broytingaruppskot til sjófeingislógina í skipanini viðvíkjandi kvotum til vinnuligar royndir og verkætlanir. Tann viðgerðin var ikki liðug fyrr enn í mai. Kunngerðin um at skipa viðgerðina av umsóknum um kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir kundi tí ikki gerast liðug og sendast til hoyringar fyrr enn eftir hetta, og lýsast kundi ikki eftir umsóknum, fyrr enn kunngerðin var lýst. Saman við tíðini, ið var hóskandi hjá umsøkjarum at skriva umsóknirnar og tíðini, sum hevur verið neyðug at viðgera og taka støðu til umsóknirnar, hevur tað gjørt, at málið ikki hevur verið klárt til endaliga avgreiðslu fyrr enn nú. Ásannandi, at tað er ligið væl út á árið, so sannlíkindi eru fyri, at kvoturnar til vinnuligar royndir og verkætlanir í 2021 ikki verða fiskaðar í ár, hevur landsstýrismaðurin tikið avgerð um at leggja fyri tingið uppskot um, at kvoturnar til vinnuligar royndir og verkætlanir og ískoytiskvoturnar av svartkjafti, sum verða tillutaðar í heyst, skulu kunna verða fluttar til 2022. Til nr. 5. Tað er landsstýrismaðurin, sum tekur avgerð í málum sum hesum. Landsstýrismaðurin hevur ikki viðgjørt málini við onnur landsstýrisfólk ella við tingfólk, men hevur kunnað um avgerðirnar, ið eru tiknar. Jacob Vestergaard landsstýrismaður -- 2 of 2 --
032.21 Spurningur til J. Vestergaard frá H. Hoydal - Um kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 7. sep. 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Høgni Hoydal, løgtingsmaður Svarari: Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum Evni: Um kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir Spurningar: 1. Hvussu leingi er tað síðani, at fyrstu umsóknirnar um kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir komu inn til Fiskimálaráðið (tær, ið við prosenttølum eru ásettar í lógini um sjófeingi)? 2. Hvussu nógvar umsóknir eru komnar tilsamans síðani lógin varð samtykt í desember 2019? 3. Hevur Fiskimálaráðið viðgjørt umsóknirnar og gjørt fyrisitingarligar/fakligar niðurstøður um, hvørjar umsóknir eiga at játtast – og um so er, hvussu ofta er tað gjørt og fer landsstýrismaðurin at fylgja fyrisitingarligu/fakligu tilmælunum? 4. Hví eru hesar kvotur, ásettar í lógini, ikki avgreiddar og hvussu kunnu tær gagnnýtast í ár, nú vit eru komin út í september mánað? 5. Hevur landsstýrismaðurin viðgjørt hesar umsóknir og játtanir til ítøkiligar kvotur munnliga við løgmann og onnur landsstýrisfólk ella við samgongutingfólk? Viðmerkingar: Enn er onki frætt um tær kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir, sum eru ásettar í fleiri greinum í lógini um sjófeingi við ávísum prosenttølum av kvotunum av uppsjóvarfiski. Vit skriva nú september 2021, og lógin varð samtykt í desember 2019. Lýst hevur verið eftir umsóknum fleiri ferðir, og helst eru fleiri, sum bíða eftir svari. Tí verður spurt um, hvat fer fram fyrisitingarliga og møguliga politiskt í hesum máli, har stór virði liggja í leysum lofti. Á Løgtingi, 7. september 2021 Høgni Hoydal -- 1 of 1 --