52-031/2021
Bygningar hjá Almannaverkinum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 15. sep. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
031.21 Svar frá E. M. Gunnleygsdóttur til D. N. Joensen - bygningar hjá Almannaverkinum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 15. sep. 2021
Sjá útdrigin tekst
ALMANNAMÁLARÁÐIÐ Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn Tel: +298 304000 • Fax: +298 304045 • E-mail: amr@amr.fo Løgtingið logting@logting.fo 15. september 2021 Mál: 21/17317-2 Nr. 52-031/2021 Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 52-031/2021 sambært tingskipanini § 52 a til Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, frá Djóna Nolsøe Joensen løgtingsmanni um bygningar hjá Almannaverkinum Spurningar: 1. Metir landsstýrismaðurin, at tað er bíligari at leiga í staðin fyri at eiga bygningar til borgarar í Almannaverkinum? 2. Er ætlanin hjá landsstýrismanninum, at Almannamálaráðið í størri mun skal leiga í staðin fyri at byggja ella eiga bygningar til borgarar í Almannaverkinum? 3. Hvussu nógv ár av leigukostnaði tekur tað at rinda kostnaðarprísin fyri bygningin á Stangavegi 53 í Klaksvík? Svar: Til 1: Tá ein loysn skal finnast á einum trupulleika, er ofta neyðugt at viga bæði prís, góðsku og veitingartíð móti hvørjum øðrum. Tað ber t.d. til at fáa høga góðsku og stutta veitingartíð, men so fer prísurin upp. Tað ber eisini til at fáa lágan prís og høga góðsku, men so fer veitingartíðin upp. Tá tað umræður tilboð til fólk, sum hava ein tørv her og nú, so er eyðsæð, at stutt veitingartíð er avgerandi. Sum støðan er í samfelagnum í dag, er veitingartíðin uppá almennar byggiverkætlanir sera long. Tá so møguleiki býðst, fyri at fáa eina góða og skjóta loysn á einum akuttum tørvi (leigumál), meti eg tað vera skilagott at taka av, hóast prísurin, um roknað verður yvir eitt langt áramál, møguliga verður hægri, enn um bíða varð í áravís eftir eini aðrari loysn (almenn byggiverkætlan). Kostnaðurin av at bíða hevði eisini verið, at vit framhaldandi høvdu verið noydd til at skipa dýrar og lítið virðiligar einkultfyriskipanir til teirra, sum hava tørvin her og nú. Samanumtikið haldi eg, at tað í hesum førinum var bíligari at leiga enn at eiga. -- 1 of 2 -- ALMANNAMÁLARÁÐIÐ Síða 2 av 2 Til 2: Sum sagt omanfyri, meti eg, at tað í summum førum er skilabest at leiga, meðan tað í øðrum førum kann vera skilabetri at eiga. Eg haldi, at tað í hvørjum einstøkum føri eigur at verða mett um, hvat er betri í ítøkiliga førinum. Til 3: Bygningurin á Stangaveg 53 í Klaksvík hevur ikki staðið til sølu og tískil kenna vit ikki marknaðarprísin fyri bygningin. Prísurin fyri at byggja líknandi stovnar liggur um 40.000 kr./m2. Leigumálið á Stangaveg 53 er umleið 1.400 m2, og soleiðis kann roknast við, at ein slíkur stovnur hevði kostað 55 - 60 mió. kr. at byggja. Við tí leigukostnaði, sum er avtalaður fyri Stangaveg, hevði tað sostatt tikið 35 - 40 ár at goldið íløguna aftur, og tá er lánirenta og viðlíkahald ikki íroknað. Almannamálaráðið, tann 15. september 2021 Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur landsstýriskvinna -- 2 of 2 --
031.21 Spurningur til E. M. Gunnleygsdóttur frá D. N. Joensen - bygningar hjá Almannaverkinum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 3. sep. 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Djóni Nolsøe Joensen, løgtingsmaður Svarari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýrismaður í almannamálum Evni: Bygningar hjá Almannaverkinum Spurningar: 1. Metir landsstýrismaðurin, at tað er bíligari at leiga í staðin fyri at eiga bygningar til borgarar í Almannaverkinum? 2. Er ætlanin hjá landsstýrismanninum, at Almannamálaráðið í størri mun skal leiga í staðin fyri at byggja ella eiga bygningar til borgarar í Almannaverkinum? 3. Hvussu nógv ár av leigukostnaði tekur tað at rinda kostnaðarprísin fyri bygningin á Stangavegi 53 í Klaksvík? Viðmerkingar: Tað er gleðiligt, at seinheilaskadd fáa eitt heildartilboð. Tað er átrokandi, og tørvurin hevur verið stórur. Men í hesum førinum hevur landið valt at leiga ein bygning hjá eini privatari fyritøku. Spurningurin er, um skattaborgarin fær mest burturúr, at landið leigar bygningar hjá privatpersónum ella privatum fyritøkum í staðin fyri at byggja ella eiga sjálvt. Landsverk hevur víst á, at meðan almenna bygningsviðlí kahaldskontan bløðir, og já ttanin til viðlí kahald av almennum bygningum bara lækkar, letur landið við hinari hondini stó rar upphæddir av viðlí kahaldspeningi til privat leigumá l.1 Nevnast kann, at høvuðssætið og hjálpartólamiðstøðin hjá Almannaverkinum eru eisini leigaðir frá privatari fyritøku. Talan er í báðum førum um langtíðarleigu, har bygningar hjá privatari fyritøku kunnu enda við at verða útgoldnir við peningi hjá skattgjaldaranum. Meðan skattgjaldarin hevur goldið fyri bygningarnar, er tað ein privat fyritøka, sum eigur teir, tá teir eru útgoldnir. Tí verður hesin fyrispurningur settur landsstýrismanninum. Á Løgtingi, 3. september 2021 Djóni Nolsøe Joensen 1 Ársfrágreiðing hjá Landsverki 2016-2017 -- 1 of 1 --