52-030/2021
Venjing til parkinsonsjúklingar
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 11. sep. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
030.21 Svar frá K. L. H. Johannesen til Ey. Samuelsen - Parkinsonsjúklingar.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 13. sep. 2021
Sjá útdrigin tekst
Dagf. 10.9.2021 HMR J. nr.21/16993-5 Kaj Leo Holm Johannesen Landsstýrismaður Svar uppá fyrispurning nr. 52-030/2021 eftir § 52a í tingskipanini um venjing til parkinsonsjúklingar frá Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu Fyrispurningurin er soljóðandi: Spurningar: 1. Heldur landsstýrismaðurin, at verandi venjingartilboð til parkinsonsjúklingar er nøktandi ? 2. Hevur landsstýrið nakra ætlan um at taka stig til - í samstarvi við kommunurnar og Almannaverkið - at lívlong málrættað venjing verður eitt tilboð fyri allar parkinsonsjúklingar í Føroyum ? Til spurning 1: Av tí, at undirritaði landsstýrismaður varðar av heilusøkinum, snýr hetta svar seg um venjingartilboð innan Sjúkrahúsverkið. Verandi venjingartilboð til parkinsonsjúklingar innan Sjúkrahúsverkið varð íverksett í 2020. Hetta er eitt tilboð, avmarkað til parkinssonsjúklingar í fasu 2-3, at fáa rehabilitering í 2 vikur undir innlegging á Suðuroyar sjúkrahúsi. Tað er eitt tvørfakligt skipað landsfevnandi venjingartilboð til parkinsonsjúklingar í fasu 2-3, tað vil siga í viðlíkahaldsstiginum ella í tí kompleksa stiginum við fluktatiónum v.m., ið hava lækkan ella byrjandi lækkan av fleiri virkisførleikum og sum ikki longur hava nóg góð úrslit av t.d. venjing í nærumhvørvinum. Luttakararnar hava verið í aldursbólkinum 40-80 ár. Tilboðið verður givið í breiðasta merking, har høvuðsdenturin er venjing við fysioterapeutum. Harumframt er sjúkrarøktarfrøðingur, ergoterapeutur, sálarfrøðingur, sosialráðgevi, audiologopædur, ið arbeiðir við taluvenjingum og kliniskur diætistur, ið arbeiðir við kostráðgeving, knýtt at rehabiliteringini. Pláss er fyri til 8 sjúklingum á hvørjum skeiði, ið varar í 2 vikur. Ein av hesum døgunum eru avvarðandi bjóðað við, har tey fáa stuðul til avvarðandi leiklutin. Tá skeiðið er liðugt, fáa sjúklingarnir eina ætlan fyri, hvussu tey framhaldandi skulu arbeiða við venjingini í nærumhvørvinum. -- 1 of 2 -- Umleið tríggjar mánaðir seinni koma sjúklingarnir aftur á Suðuroyar sjúkrahús til ein framhaldsdag, har m.a. mett verður um, hvussu tað hevur eydnast at halda fast í venjingunum. Eftirmeting við spurnabløðum, sum luttakararnar útfylla, verður gjørd aftaná hvørt skeið. Úrslitið higartil vísur, at luttakararnar eru væl nøgdir, og at rehabiliteringsskeiðið gevur teimum førleikar, vitan og amboð, ið tey kunnu nýta í gerandisdegnum. Tó verður mett, at áhaldandi venjingin, sum er neyðug fyri, at parkinsonsjúklingar kunnu varðveita sína lívsgóðsku, eigur at ganga fyri seg aðrastaðnis enn í sjúkrahúsverkinum, tað við siga, í Almannaverkinum, um sjúklingurin er undir 67 ár, og við tilboði frá kommununum, um hann er omanfyri 67 ár. Ætlanin er at menna eitt intensivt rehabiliteringsuppihald á Suðuroyar sjúkrahúsi í 1 viku, í skipaðum samstarvi við primera geiran um viðlíkahald eftir rehabiliteringsuppihaldið. Enn eru tó ikki ressursir til hendan bólk av parkinsonsjúklingum. Samanumtikið verður mett, at intensiv skeið í styttri tíð, sum veita sjúklingunum grundleggjandi førleikar at byggja víðari uppá, eiga at fara fram í Sjúkrahúsverkinum, í meðan áhaldandi venjingin hjá hesum sjúklingabólkinum eigur at ganga fyri seg uttanfyri Sjúkrahúsverkið, eins og gjørt verður í øðrum londum. Landsstýrismaðurin heldur, at Sjúkrahúsverkið ger eitt gott arbeiði við at uppraðfesta endurvenjingina á teimum trimum sjúkrahúsunum, og hevur alla orsøk til at halda, at venjingartilboðið til parkinsonsjúklingar innan Sjúkrahúsverkið er nøktandi. Til spurning 2 Undirritaði landsstýrismaður hevur sum kunnugt uppraðfest og styrkt endurvenjingartilboð innan Sjúkrahúsverkið, herundir venjingartilboð til parkinsonsjúklingar. Landsstýrismaðurin varðar ikki av teimum tilboðum, sum verða givin í almannøkinum og kommununum, men er avgjørt sinnaður at taka málið upp við landsstýriskvinnuna í almannamálum og Kommunufelagið, ið varða av endurvenjingartilboðum og tilboðum um viðlíkahaldsvenjing innan hesi øki. Nevnast kann, at ein avtala er gjørd ímillum Sjúkrahúsverkið og Almannaverkið um samskipan av endurvenjingini. Tað hevur stóran týdning, at tað er gott samstarv og samskifti millum hesar geirar, og at sjúklingarnir fáa bjóða nøktandi endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing í Almannaverkinum og kommunum, tá ið teir verða útskrivaðir av sjúkrahúsi. Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður -- 2 of 2 --
030.21 Spurningur til K. L. H. Johannesen frá Ey. Samuelsen - Parkinson sjúklingar.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 31. aug. 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Eyðgunn Samuelsen, løgtingsmaður Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum Evni: Venjing til parkinsonsjúklingar Spurningar: 1. Heldur landsstýrismaðurin, at verandi venjingartilboð til parkinsonsjúklingar er nøktandi? 2. Hevur landsstýrið nakra ætlan um at taka stig til - í samstarvi við kommunurnar og Almannaverkið - at lívlong málrættað venjing verður eitt tilboð fyri allar parkinsonsjúklingar í Føroyum? Viðmerkingar: 20. august í ár hoyrdist í Kringvarpinum um vantandi málrættað tilboð um venjing til parkinsonsjúklingar. Hetta, hóast vit hava tvífalt so nógvar parkinsonsjúklingar sum í Danmark, sammett við fólkatalið. Á heysti 2020 varð endurvenjing fyri sjúklingar við Parkinson á Suðuroyar sjúkrahúsi sett á stovn í samstarvi við Landssjúkrahúsið, har sjúklingar kunnu koma á rehabiliteringsuppihald tvær ferðir um árið. Tørvurin hjá hesum sjúklingum er lívlong støðug venjing. Í Danmark er hetta tilboð ókeypis fyri borgaran og eitt tilboð, ið viðkomandi fær, tá sjúkan er staðfest, uttan mun til aldur. Sum skilst er tað bert av og á, at kommunurnar hava tíðaravmarkað tilboð um venjing til borgarar yvir 67 ár, og tað kann hugsast, at ein orsøk er, at ymiskt er, hvussu stórt talið á sjúklingum er og ymiskt, hvar borgarin er í sjúkugongdini í teimum ymsu kommununum. Venjingin er ofta ikki beinleiðis málrættað sjúklingum við Parkinson. Eisini bjóðar Almannaverkið tíðaravmarkaða venjing. Í Føroyum er økið tvíbýtt. Landið hevur ábyrgdina av teimum, ið eru yngri enn 67 ár og kommunan ábyrgdina av teimum, ið eru eldri enn 67 ár. Tað kann hava við sær, at borgarar detta ímillum skipanir – møguliga tí tað er trupult at skipa málrættaða venjing í hvørjari kommunu sær. Tískil er spurningurin, um tað ikki hevði verið best og mest nøktandi fyri borgaran, um landið tók stig til eitt samskipað málrættað landsumfatandi tilboð til allar borgarar við Parkinson uttan mun til aldur. Á Løgtingi, 31. august 2021 Eyðgunn Samuelsen -- 1 of 1 --