52-029/2021
Fólkaskúlalógin
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 11. sep. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
029.21 Svar frá J. av Rana til B. L. Jacobsen - Fólkaskúlalógin.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 13. sep. 2021
Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Dagfesting: 12. september 2021 Tygara ref.: Máltal.: 21/08502-23 Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-029/2021 frá Beintu Løwe Jacobsen, løgtingskvinnu, eftir § 52a í Tingskipanini, settur Jenis av Rana, landsstýrismanni. Um fólkaskúlalógina. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvussu líður við arbeiðinum at endurskoða fólkaskúlalógina ? 2. Nær ætlar landsstýrismaðurin at leggja uppskot fyri Løgtingið við endurskoðaðari fólkaskúlalóg? Svar Til 1: Arbeiðið at endurskoða fólkaskúlalógina er fyrireikað og lýst. Fólkskúlaráðið hevur eftir áheitan frá landsstýrismanninum gjørt tilmæli í málinum, og er hoyringarfundur ásettur at verða. Síðani verður arbeiðsbólkur settur at viðgera ætlaðu broytingarnar. Til 2: Ætlanin er at leggja uppskot um broytingar fyri Løgtingið á vári 2022, um allar ætlaðu broytingar verða tiknar við, veldst um, hvussu umfatandi tilmælið verður, og um allar broytingar kunnu verða gjørdar samstundis. Vinarliga Jenis av Rana landsstýrismaður -- 1 of 1 --
029.21 Spurningur til J. av Rana frá B. L. Jacobsen - Fólkaskúlalógin.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 31. aug. 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Beinta Løwe Jacobsen, løgtingsmaður Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum Evni: Fólkaskúlalógin Spurningar: 1. Hvussu líður við arbeiðinum at endurskoða fólkaskúlalógina ? 2. Nær ætlar landsstýrismaðurin at leggja uppskot fyri Løgtingið við endurskoðaðari fólkaskúlalóg? Viðmerkingar: Løgmaður vísti í ólavssøkurøðu sínari á, at fólkaskúlalógin verður endurskoðað. Tí verður hesin fyrispuringur settur. Á Løgtingi, 31. august 2021 Beinta Løwe Jacobsen -- 1 of 1 --