← Løgtingsmál

52-028/2021

Makrelfiskiskapur

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 10. sep. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
028.21 Svar frá J. Vestergaard til J. Joensen - Makrelfiskiskapur.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 7. sep. 2021

Sjá útdrigin tekst
FISKIMÁLARÁÐIÐ
M i n i s t r y o f F i s h e r i e s
Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s
T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
7. september 2021
Mál: 21/16926-2
(at tilskila í svari)
Viðgjørt:
Tygara skriv: 52-028/2021
Svar til fyrispurning 52-028/2021 frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni, um makrelfiskiskap.
Spurningar:
1. Hvussu nógv er eftir at fiska av makrelkvotuni, sum føroyingar hava tilskilað sær í ár?
2. Eru reiðarí og skip, sum eru liðug at fiska sína makrelkvotu?
3. Ætlar landsstýrismaðurin at skipa makrelkvoturnar í 2021 sum felagskvotur, nú sildafiskiskapurin stundar
til?
4. Hvussu leingi kann væntast, at makrelurin er á leiðum, har føroyingar hava rætt at fiska?
5. Er støðan hjá føroyingum í strandalandasamráðingunum betri, um vit klára at fiska okkara kvotur?
Viðmerkingar:
Føroyingar hava ásett sær eina stóra makrelkvotu í 2021. Fiskiskapurin hevur verið slakur
partar av tíðini.
Nú makrelfiskiskapurin er í hæddini, eru onkur reiðarí, sum eru um at verða liðug við teirra
eginkvotur. Ivasamt er, um føroyingar megna at fiska alla tilskilaða makrelkvotuna, áðrenn
sildafiskiskapurin tekur seg upp, og meðan makrelur enn er á teimum leiðum, har vit
føroyingar hava rætt til at fiska hann.
Tað er sæð fyrr, at kvoturnar verða skipaðar sum felagskvotur, tá nógv er eftir at fiska og ikki
ber til at flyta alt til árið eftir.
Fyri at fáa greiðu á hesum, verða hesir spurningar settir landsstýrimanninum.
SVAR.
1.
Føroyska kvotan í ár er umleið 167-túsund tons, harav eru smá 145-túsund tons sett av til
fiskifør undir føroyskum flaggi.

-- 1 of 2 --

FISKIMÁLARÁÐIÐ
2/2
Higartil í ár eru fiskað umleið 78-túsund tons. Harvið eru umleið 67-túsund tons eftir at veiða
av kvotuni, sum føroyingar hava tilskilað sær í ár.
Upplýsast skal, at flytingar av kvotum frá 2020 til 2021 eru ikki tiknar við í svarið.
2.
Sambært upplýsingum frá Vørn/Fiskiveiðieftirlitinum hava hvørki reiðarí ella skip veitt alla
sína makrelkvotu.
3.
Nei. Fiskiskapurin eftir makreli í 2021 er skipaður í kunngerð. Flest allar kvotur eru skipaðar
sum eginkvotur.
4.
Tað er sera trupult at spáa um framtíðina í makrelfiskiskapinum, nú ferðingarmynstrið hjá hesum stovni eftir
øllum at døma er undir broytingum. Um vit kaga í ICES ráðgevingarnar undanfarin ár, so síggja vit, at veiða eftir
makreli er farin fram í triðja og fjórða ársfjórðingi í føroyskum, norskum, bretskum og altjóða sjógvi. Her eigur at
vera lagt afturat, at vantandi føroysk atgongd til bretskan sjógv fer at broyta veiðimynstrið hjá føroyska
uppsjóvarflotanum munandi í ár.
Í hesum sambandi skal leggjast afturat, at føroysk skip hava møguleika at fiska í føroyskum
sjógvi, norskum sjógvi og altjóða sjógvi.
5.
Tað eru nógv viðurskifti, ið eru viðkomandi í sambandi við samráðingar.
Eg meti ikki, at einstøk viðurskifti í einum ávísum ári ávirka samráðingarstøðu okkara nógv.
Jacob Vestergaard
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
028.21 Spurningur til J. Vestergaard frá J. Joensen - Makrelfiskiskapur.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 30. aug. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jóhannis Joensen, løgtingsmaður
Svarari: Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum
Evni: Makrelfiskiskapur
Spurningar:
1. Hvussu nógv er eftir at fiska av makrelkvotuni, sum føroyingar hava tilskilað
sær í ár?
2. Eru reiðarí og skip, sum eru liðug at fiska sína makrelkvotu?
3. Ætlar landsstýrismaðurin at skipa makrelkvoturnar í 2021 sum felagskvotur,
nú sildafiskiskapurin stundar til?
4. Hvussu leingi kann væntast, at makrelurin er á leiðum, har føroyingar hava
rætt at fiska?
5. Er støðan hjá føroyingum í strandalandasamráðingunum betri, um vit klára at
fiska okkara kvotur?
Viðmerkingar:
Føroyingar hava ásett sær eina stóra makrelkvotu í 2021. Fiskiskapurin hevur verið
slakur partar av tíðini.
Nú makrelfiskiskapurin er í hæddini, eru onkur reiðarí, sum eru um at verða liðug við
teirra eginkvotur. Ivasamt er, um føroyingar megna at fiska alla tilskilaða
makrelkvotuna, áðrenn sildafiskiskapurin tekur seg upp, og meðan makrelur enn er á
teimum leiðum, har vit føroyingar hava rætt til at fiska hann.
Tað er sæð fyrr, at kvoturnar verða skipaðar sum felagskvotur, tá nógv er eftir at fiska
og ikki ber til at flyta alt til árið eftir.
Fyri at fáa greiðu á hesum, verða hesir spurningar settir landsstýrimanninum.
Á Løgtingi, 30. august 2021
Jóhannis Joensen

-- 1 of 1 --