52-027/2021
Lóg um samanhangandi tænastuveitingar
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Tikið aftur · Svarfreist 8. sep. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjal (1)
027.21 Spurningur til Jenis av Rana frá Anniku Olsen - Samanhangandi tænastuveitingar.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 27. aug. 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52 a í Tingskipanini Spyrjari: Annika Olsen, løgtingsmaður Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum Evni: Lóg um samanhangandi tænastuveitingar 1. Nær verður lógin um samanhangandi tænastuveitingar løgd fyri Løgtingið? 2. Verður neyðug játtan sett av til endamálið á fíggjarlógini fyri 2022? Viðmerkingar: Í seinastu tingsetu samtykti eitt samt Løgting eitt uppskot til samtyktar frá einari samdari Trivnaðarnevnd um at heita á landsstýrið at gera eina lóg um samanhangandi tænastuveitingar. Í Føroyum hava vit nógvar góðar tænastur og tilboð til borgaran, men skal borgarin flyta úr eini skipan í eina aðra, frá einum myndugleika til ein annan, er tað ofta soleiðis, at borgarin dettur niður ímillum skipanirnar, og at tænastan tískil versnar, og fyri borgarin er hetta ein stórur missur. Fleiri royndir eru gjørdar at fyri at tryggja borgarunum eina samanhangandi tænastu eitt nú “Tann góða tilgongdin” frá 2012, sum hevði til endamáls at tryggja børnum og ungum við autismu eina samanhangandi tænastu, har myndugleikar arbeiddu saman sum eitt toymi rundanum barnið. Ætlanin við “Tann góða tilgongdin” var, at skipanin skuldi flytast yvir á onnur øki, men tíverri er tað arbeiðið dottið niðurfyri. Tað eru nógvir fyrimunir fyri borgaran, at vit hava eina lógartryggjaða tænastu, soleiðis at borgarin ongantíð skal hugsa um, hvør skipan veitir honum eina tænastu, ella hvør er myndugleikin. Í uppskotinum til samtyktar er ein listi yvir fleiri fyrimunum við eini slíkari lóg m.a. : • Borgarin skal í miðdepilin. • Betri hjálp til borgarar og familjur við samansettum trupulleikum. • Minni umsiting og størri frælsi hjá starvsfólkunum til at meta um einstaka borgaran. • Góðar og fakliga sterkar almennar leiðslur. • Nútímans talgildar loysnir verða settar í verk. • Ein pulja verður sett av til tvørfakligt og tvørgeiraligt virksemi, tá hetta verður mett neyðugt. • Royndarskipanir tvørtur um geirar. Í løglistanum, sum fylgir við ólavsøkufrágreiðing løgmans, er hendan lóg ikki at síggja, og tí verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum. Á Løgtingi, 27. august 2021 Annika Olsen -- 1 of 1 --