← Løgtingsmál

52-026/2021

COVID-19 kanningar

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 8. sep. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
026.21 Svar frá K. L. H. Johannesen til B. L. Jacobsen - Covid-19 kanningar.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 8. sep. 2021

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 8. september 2021
HMR J. nr. 21/16812-5
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður
Svar
upp á
fyrispurning nr. 52-026/2020 eftir § 52a í tingskipanini um COVID-19 kanningar frá Beintu
Løwe Jacobsen, løgtingskvinnu
Spurningurin var soljóðandi:
1. Hvussu nógv er higartil rindað úr landskassanum til privatu kanningarstovurnar fyri at taka
sær av COVID-19 kanningum?
Svar:
Til spurning 1
Landsstýrismaðurin upplýsti í desember 2020, at rindað varð úr landskassanum tilsamans 28,6 mió.
kr. fyri COVID-19 kanningar til privatar kanningarstovur. Henda upphædd er nú tilsamans góðar
67 mió. kr., ið landskassin higartil hevur rindað til privatar kanningarstovur fyri COVID-19
kanningar.
Heilsumálaráðið, 8. september 2021
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður

-- 1 of 1 --
026.21 Spurningur til K. L. H. Johannesen frá B. L. Jacobsen - Covid-19 kanningar.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 27. aug. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Beinta Løwe Jacobsen, løgtingsmaður
Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum
Evni: COVID-19 kanningar
Spurningar:
1. Hvussu nógv er higartil rindað úr landskassanum til privatu
kanningarstovurnar fyri at taka sær av COVID-19 kanningum?
Viðmerkingar:
Í svari til fyrispurning frá desember 2020 upp á einsljóðandi fyrispurning svaraði
landsstýrismaðurin undirritaðu, at «Sjúkrahúsverkið/landið hava higartil goldið
privatum fyritøkum tilsamans 28,6 mió. krónur fyri tænasturnar.»
Í skrivligum fyrispurningi, settur 12. august 2021, spyr undirritaða landsstýrismannin,
hvussu nógv landið/heilsuverkið hevur rindað privatum kanningarstovum fyri at taka
sær av COVID-19 kanningum síðan mars mánað í fjør, tá koronufarsóttin byrjaði og
higartil í ár. Talan var um eina uppfylging upp á fyrispurningin frá desember 2020. Í
svarinum greiðir landsstýrismaðurin frá, at svarið verður avmarkað til at fevna um tær
kanningar, ið sjúkrahúsverkið skipar fyri, samsvarandi viðmerkingunum frá
spyrjaranum. Eisini verður upplýst, at kanningarútreiðslurnar fyri árini 2020 og 2021
tilsamans hava verið 30 mió. krónur, harav 13,5 mió krónur eru goldnar privatum
kanningarstovum.
Við tað, at undirritaða metir, at spurningurin frá 12. august er misskiltur, tí svarið er
avmarkað til einans at fevna um tær kanningar, ið sjúkrahúsverkið skipar fyri, verður
fyrispurningurin settur einaferð enn, við tí endamáli at fáa eitt greitt svar upp á,
hvussu nógv landið, heruppií sjúkrahúsverkið, tilsamans hevur rindað privatum
kanningarstovum fyri at taka sær av COVID-19 kanningum, sæð í mun til at í
desember í 2020 hevði landið rindað 28,6 mió. krónur til privatar kanningarstovur fyri
uppgávuna.
Á Løgtingi, 27. august 2021
Beinta Løwe Jacobsen

-- 1 of 1 --