← Løgtingsmál

52-025/2021

Integrasjónslóg

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 8. sep. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
025.21 Svar frá M. Rasmussen til A. Olsen - Integrastjónslóg.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 8. sep. 2021

Sjá útdrigin tekst
U M H V Ø R V I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
GONGIN 7 • POSTSMOGA 377 • 110 TÓRSHAVN • TELEFON 30 66 00 • E-MAIL: UVMR@UVMR.FO
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Føroyar
Tórshavn, tann 8. september 2021
J.nr.: 21/16815-3
At tilskila í svari
Svar upp á § 52a-fyrispurning nr. 52-025/2021 frá Anniku Olsen, løgtingsmanni, um
integratión
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Nær kann integratiónslógin væntast at koma í Tingið?
2. Verður neyðug játtan sett av á fíggjarlógini til málmenning v.m. fyri útlendingar og útlendsk
børn?
3. Verður tað eitt krav, at útlendingar skulu hava lokið skeið í føroyskum fyri at fáa varandi
uppihaldsloyvi?
4. Verður nakað gjørt fyri at fáa útbúnar kvinnur í størv, ið eru hóskandi til teirra útbúgving?
5. Nær kann greiða fáast á truplu umsitingini av útlendingamálum, serliga hvat viðvíkur arbeiðs-
og uppihaldsloyvum?
Svar
1. Umhvørvis- og vinnumálaráðið arbeiðir í løtuni við uppskoti til løgtingslóg um integratión.
Við hesum uppskoti verða gjørdir karmar fyri, hvussu integratiónsfremjandi tiltøk skulu
fyriskipast, ásetingar um integratiónssamrøður og integratiónsætlanir, vegleiðing og ráðgeving,
eins og ásetingar verða um rættindi og skyldur hjá teimum, ið eru fevnd av lógini. Roknað
verður við, at uppskot til løgtingslóg um integratión verður lagt fyri Løgtingið seinni í ár.
Komandi løgtingslógin um integratión verður sum nevnt ein karmur um integratiónsfremjandi
tiltøk, men væleydnað integratión kann væntast at krevja munandi meira enn tað, sum almennir
myndugleikar, bæði landsmyndugleikar og kommunalir myndugleikar, lyfta einsamallir. Tað er
tí sanniliga eisini neyðugt, at sivilsamfelagið í breiðari merking – arbeiðsgevarar, borgarar,
felagsskapir, ítróttarfeløg, kirkjur og samkomur – tekur lógvatak saman fyri at fáa útlendingar í
Føroyum við í vanliga lívið hjá føroyingum kring landið.
2. Uttanríkis- og mentamálaráðið upplýsir, at játtanin til undirvísing fyri vaksin innan
frítíðarundirvísingina er hækkað munandi úr 800.000 kr. í 2019 upp í 1,9 mió. kr. í 2021.
Við vaksandi talinum av borgarum, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál, verður tørvur á at
hækka játtanina til undirvísing av vaksnum tilflytarum, og tørvur verður á at skapa umstøður
annars fyri, at vaksnir tilflytarar fáa møguleika fyri at fylgja intensivari undirvísing í

-- 1 of 3 --

U M H V Ø R V I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
føroyskum sum annaðmál. Í hesum sambandi er gjørd námsætlan eftir altjóða CEFR-leistinum
fyri undirvísing av vaksnum tilflytarum.
Játtanin til undirvísing av fremmandmæltum børnum í fólkaskúlanum er eisini hækkað nakað í
2021 við 1,4 mió. kr., og tað verða játtaðar til samans 4,8 mió. kr. til endamálið í 2021. Miðað
verður eftir at skapa rúm fyri til dømis at seta móttøkuflokkar á stovn og at hækka tímajáttanina
til fremmandmælt børn í fólkaskúlanum.
Nýggj kunngerð er sett í gildi, sum heimilar og setur karmarnar fyri undirvísing av
fremmandmæltum børnum í fólkaskúlanum. Nú í september fara fleiri enn 30 lærarar í
skúlaverkinum undir eftirútbúgving, og arbeitt verður við at útvega undirvísingartilfar til
undirvísing í føroyskum sum annaðmál, umframt onnur átøk, sum hava til endamáls at tryggja
góða integratión.
3. Løgtingið samtykti á vári 2019 eina broyting í útlendingalógini, sum heimilar danska
ráðharranum, eftir tingingar við landsstýrið, at áseta reglur um, at varandi uppihaldsloyvi kann
verða treytað av, at útlendingurin hevur integrationsrelevant tilknytning til Færøerne, t.e. m.a.
málkunnleiki.
Sum nevnt hevur Uttanríkis- og mentamálaráðið upplýst, at málskeiðini eru um at vera klár, og
ætlanin er tí at fara undir tingingar við danska ráðharran um at seta reglurnar í gildi fyri
Føroyar. Hesar reglur verða settar í gildi við heimild í útlendingalógini.
4. Komandi integratiónslógin hevur til endamáls at fremja góða integratión, og hetta skal gerast
við at tryggja, at tilflytarar fáa møguleika at gagnnýta sínar førleikar og síni evni á ein hátt,
sum gevur teimum møguleika at forsyrgja sær sjálvum og annars at luttaka í samfelagnum á
jøvnum føti við aðrar borgarar og í samsvari við grundleggjandi virði og normar í
samfelagnum.
Hetta eru høg mál, sum vit mugu stremba eftir at røkka, tí tað verður til fyrimuns fyri øll, um
vit til fulnar gagnnýta teir førleikar, sum eru í samfelagnum. Hetta vísir aktuella støðan á
arbeiðsmarknaðinum, eins og tær avbjóðingar, sum fara at koma á vælferðarøkinum við
vantandi starvsfólkum, okkum. Við komandi integratiónslógini fara vit at fáa nøkur góð amboð
at røkka hesum málum, og tá verður tað ein uppgáva hjá almennu Føroyum, bæði
landsmyndugleikum og kommunalum myndugleikum at tryggja, at tey, sum velja at flyta til
Føroya at liva og virka, fáa høvi at geva sítt íkast til samfelagið á ein týðandi hátt.
Uttanríkis- og mentamálaráðið arbeiðir við at fyrireika skipanir sum tryggja, at starvsfólk
kunnu verða førleikamett, og at tey við tillagingum kunnu fáa starvsroyndir og prógv
viðurkend. Í løtuni ber kortini ikki til at siga, nær komið verður á mál við hesum arbeiði.

-- 2 of 3 --

U M H V Ø R V I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
5. Danski ráðharrin í útlendingamálum fekk í 2019 heimild at lata føroyskar myndugleikar
umsita part av útlendingamálum, undir hesum eisini heimild at taka avgerð í fyrsta instansi í
málum um arbeiðs- og uppihaldsloyvi o.a. Í løtuni verður fyrireikað at yvirtaka hesa
avgerðarheimild. Umsitingin á Útlendingastovuni hevur sum liður í hesum fingið størri
starvsfólkaorku.
Roknað verður við, at málsviðgerðartíðin í málum um arbeiðs- og uppihaldsloyvi verður styttri,
tá ið umsitingin av hesum er fingin á føroyskar hendur.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, tann 8. september 2021
Magnus Rasmussen
landsstýrismaður

-- 3 of 3 --
025.21 Spurningur til M. Rasmussen frá A. Olsen - Integrastjónslóg.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 27. aug. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Annika Olsen, løgtingsmaður
Svarari: Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum
Evni: Integrasjónslóg
1. Nær kann integrasjónslógin væntast at koma í Tingið?
2. Verður neyðug játtan sett av á fíggjarlógini til málmenning v.m. fyri útlendingar og útlendsk
børn?
3. Verður tað eitt krav, at útlendingar skulu hava lokið skeið í føroyskum fyri at fáa varandi
uppihaldsloyvi?
4. Verður nakað gjørt fyri at fáa útbúnar kvinnur í størv, ið eru hóskandi til teirra útbúgving?
5. Nær kann greiða fáast á truplu umsitingini av útlendingamálum, serliga hvat viðvíkur
arbeiðs- og uppihaldsloyvum?
Viðmerkingar:
Undanfarni landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum, Helgi Abrahamsen, segði seg vera
sinnaðan at leggja eina integrasjónslóg fyri Løgtingið í hesum tingárinum, og varð hetta eisini
fráboðað í løglistanum. Nú nýggjur landsstýrismaður er komin í sessin er áhugavert at vita, um
hetta framvegis er galdandi. Í 2010 varð integrasjónsálitið skrivað og handað landsstýrinum, har tað
greitt kom fram, at skal integrasjónin av útlendingum í Føroyum eydnast, er alneyðugt at fáa greiða
lógarheimild til tess at veita útlendingum nøktandi málførleikar og innlit í føroysk viðurskifti,
siðsøgu og mentan. Integrasjónsálitið varð gjørt í samband við ætlaðu yvirtøkuna av
útlendingamálum.
Tøl frá hagstovuni vísa, at talið á útlendingum er í støðugum vøkstri, og serliga útlendingar við
øðrum uppruna enn norðurlendskum. Í 2001 vóru tað 393 útlendingar uttan fyri Norðurlond í
Føroyum, svarandi til 0,8 prosent av samlaða fólkatalinum. Í 2021 vóru tað heili 1929 útlendingar
uttan fyri Norðurlond í Føroyum, svarandi til 3,6 prosent av samlaða fólkatalinum. Altso ein øking
á 1535 útlendingar tey seinastu 20 árini. Hetta kom eisini fram í áhugaverdum innslagi í Kringvarpi
Føroya, sum vísti á, at útlendingar serliga koma úr londum sum Filipsoyggjunum, Rumenia,
Póllandi, Teilandi, Bretlandi og Serbia og Montenegro. Talan er um lutfalsliga ung fólk, sum
starvast innan matvøruframleiðslu (fiskaídnaðin), tænastuvinnuna, skipasmiðjur v.m. Av hesum
starvfólkum er ein stórur partur kvinnur. Javnan er tað frammi um, at hesar kvinnur eru vælútbúnar,
og um tær høvdu neyðuga málførleikan í føroyskum, kundu tær havt arbeitt bæði sum læknar,
juristar, í størvum innan almenna fyrisiting, eldrarøkt v.m.
Børnini hjá útlendingum í Føroyum ganga á dagstovni og í føroyska fólkaskúlanum, har ein
grundleggjandi fortreyt fyri væleydnaðari integrasjón er málmenningin, at tað verða veittir nóg
nógvir tímar í føroyskum fyri útlendsk børn.

-- 1 of 2 --

Í 2019 varð umsitingarligi parturin av útlendingamálum yvirtikin. Havandi í huga, at størsta
avbjóðingin í løtuni er vantandi arbeiðsmegi á føroyska arbeiðsmarknaðinum, eru framvegis eingir
batar at hóma. Tað er framvegis fyrisitingarliga sera trupult at fáa skikkaða arbeiðsmegi til Føroyar.
Vísandi til omanfyri standandi viðurskifti, vera hesir fyrispurningar settir landsstýrismanninum.
Á Løgtingi, 27. august 2021
Annika Olsen

-- 2 of 2 --