52-024/2021
Rørslutarnað og Bygdaleiðir
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 4. sep. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
024.21 Svar frá J. Niclasen til J. Joensen - Rørslutarnað og Bygdaleiðir.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 6. sep. 2021
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 20 20 • fmr@fmr.fo • www.fmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 3. septembur 2021 J. nr.: 21/16759 Viðgjørt: AE Svar til fyrispurning nr. 52-024/2021 frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni, settur Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um rørslutarnað og Bygdaleiðir Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Eru allir bussarnir hjá Bygdaleiðum í dag útgjørdir við lyftu, soleiðis at fólk við koyristóli kunnu brúka almenna busskoyring á øllum leiðum? 2. Eru busssteðgistøðini, har bussarnir hjá Bygdaleiðum steðga, gjørd klár til at m.a. koyristólar kunnu koyra úr og í bussarnar? Svar til fyrispunring nr. 1 Strandferðslan hevur sum høvuðsendamál at veita trygt og gott ferðasamband hjá øllum borgarum um alt landið. Bussarnir hjá Bygdaleiðum, 48 í tali, eru allir nýggir. Teir eru rúmligir, komfortablir, og hava allir lyftu, soleiðis at ferðafólk í koyristóli kunnu brúka bussarnar. Tað er at gleðast um, at ferðafólk í koyristóli hava tikið hesa loysn til sín og dagliga ferðast við Bygdaleiðum. Svar til fyrispunring nr. 2 Umstøðurnar á busssteðgiplássum við landsvegir og kommunalar vegir skulu verða í lagi, soleiðis at tað er høgligt hjá fólk í koyristóli at fara í og úr bussunum. Ongar forðingar skulu verða fyri at brúka bussarnar. Nyðugt verður gera tillagingar á fleiri bussteðgiplássum. Landsstýrismaðurin hevur heitt á Strandfaraskip landsins og Landsverk, um at kanna umstøðurnar, og gera eina ætlan fyri hvussu busssteðgiplássini kunnu betrast við landsvegir. Ein stórur partur av vegakervinum er kommunalur, og er neyðugt at kommunurnar luttaka í arbeiðinum. Tinganes, 3. septembur 2021 Jørgen Niclasen landsstýrismaður í fíggjarmálum -- 1 of 1 --
024.21 Spurningur til J. Niclasen frá J. Joensen - Rørslutarnað og Bygdaleiðir.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 24. aug. 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Jóhannis Joensen, løgtingsmaður Svarari: Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum Evni: Rørslutarnað og Bygdaleiðir Spurningar: 1. Eru allir bussarnir hjá Bygdaleiðum í dag útgjørdir við lyftu, soleiðis at fólk við koyristóli kunnu brúka almenna busskoyring á øllum leiðum? 2. Eru busssteðgistøðini, har bussarnir hjá Bygdaleiðum steðga, gjørd klár til at m.a. koyristólar kunnu koyra úr og í bussarnar? Viðmerkingar: Á heimasíðuni hjá Bygdaleiðum stendur slagorðið “Nýggjari, grønari og rúmligari”. Hetta eru góð slagorð, sum eiga at betra um tænastuna hjá øllum borgarum í landinum, sum nýta almennu bussleiðirnar. Undirritaði hevur fyrr havt fyrispurningar um atkomuviðurskiftini hjá rørslutarnaðum í almennar bygningar. Har varð staðfest, at enn er nakað á mál, áðrenn allir almennir bygningar lúka krøvini um atkomu fyri fólk við rørslutarni. MEGD hevur eisini víst á hetta fleiri ferðir. Tað er tí gleðiligt, at allir bussar hjá Bygdaleiðum eru bæði nýggjari, grønari og rúmligari. Men spurningurin er, um umstøðurnar at koma í og úr bussunum eru nóg góðar allastaðni, og um bussarnir eru gjørdir klárir til, at koyristólsbrúkarar kunnu nýta bussleiðina. Greitt er, at undirlendið, har koyristólar skulu úr og í bussar, eigur at vera rúmligt og slætt, og spurningurin er, um hetta er veruleikin á øllum busssteðgistøðum. Tí verður hesin fyrispurningur settur landsstýrismanninum. Á Løgtingi, 24. august 2021 Jóhannis Joensen -- 1 of 1 --