← Løgtingsmál

52-023/2021

Bussleið úr Vágum til Miðnám í Vestmanna

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 4. sep. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
023.21 Svar frá J. Niclasen til J. Joensen - Bussleið úr Vágum til miðnám í Vestmanna.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 6. sep. 2021

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 3. septembur 2021
J. nr.: 21/16756
Viðgjørt: AE
Svar til fyrispurning nr. 52-023/2021 frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni, settur Jørgeni
Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um at skipa beinleiðis bussrutu úr Vágum til
Miðnám í Vestmanna.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Er ætlanin at skipa eina beinleiðis bussrutu úr Vágum til Miðnám í Vestmanna?
Svar
Øll skulu hava møguleika fyri at taka eina gymnasiala útbúgving ella yrkisrættaða útbúgving.
Ein týðandi fortreyt er, at ferðasambandið millum heim og skúla er gott.
Ferðaætlanin hjá Bygdaleiðum millum Vágar og Miðnám í Vestmanna, er løgd í neyvum
samstarvið millum Strandferðsluna og leiðsluna á skúlanum. Sambært teimum passar
ferðaætlanin væl til skúlagongdina hjá næmingunum.
Nevnast kann, at avbjóðingar vóru við bússsambandinum millum Sundalagið og Vestmanna.
Fyri at gera tað lættari hjá næmingum úr Sundalagnum (Eysturoy og Norðoyggjum) at ferðast til
Miðnám í Vestmanna, var leið 460 íverksett fyrr í ár, har bussur koyrur frá Oyrabakka til
Kollafjarðar.
Næmingar úr Sundalagnum (Eysturoy og Norðoyggjum), úr Havn og Vágum savnast í
Kollfjarðadali, og fara saman við bussinum til Vestmanna.
Okkum kunnugt er leiðslan á Miðnámi í Vestmanna, sum heild nøgd við busssambandið eftir
tillagingarnar í vár.
Um so er at ein beinleiðis bussruta verður skipað úr Vágum til Vestmanna, fara tveir bussar
samstundis til Vestmanna.
Sum kunnugt var nýggj beinleiðis bussruta sett inn millum Glasir og Vágar, sum gjørdi tað
høgligari hjá næmingunum at sleppa til hús eftir loknan skúladag.
Arbeitt verður við busssambandi millum Gásadal, Bø og Sørvág, soleiðis at millum annað
miðnámsnæmingar úr hesum bygdum, hava busssamband millum heimbygd og Miðnámsskúla.

-- 1 of 2 --

F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð
Ministry of Finance
2/2
Strandferðslan eftirmetir javnan ferðaætlanina fyri ymsu Bygdaleiðirnar, herímillum eisini
busssambandið til og frá Miðnámi í Vestmanna.
Samanumtikið vil landsstýrismaðurin virka fyri, at ungdómurin hevur góðar umstøður at ferðast
millum heim og skúla.
Tinganes, 3. septembur 2021
Jørgen Niclasen
landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 2 of 2 --
023.21 Spurningur til J. Niclasen frá J. Joensen - Bussleið úr Vágum til miðnám í Vestmanna.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 24. aug. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jóhannis Joensen, løgtingsmaður
Svarari: Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Bussleið úr Vágum til Miðnám í Vestmanna
Spurningur:
1. Er ætlanin at skipa eina beinleiðis bussrutu úr Vágum til Miðnám í
Vestmanna?
Viðmerkingar:
Ein bussruta er sett at koyra beinleiðis úr Vágum til Glasir í Tórshavn. Rættiliga
nógvir næmingar úr Vágum ganga á Miðnámi í Vestmanna. Í vetur ganga 30
næmingar úr Vágum á Miðnámi í Vestmanna. Tí kann hetta vera grundarlag fyri eini
beinleiðis bussrutu til og frá skúlanum. Óvist er tó, hvør ætlanin er hesum viðvíkjandi.
Fyri at fáa greiðu á hesum viðurskiftum, verður hesin fyrispurningur settur
landstýrismanninum.
Á Løgtingi, 24. august 2021
Jóhannis Joensen

-- 1 of 1 --