52-022/2021
Nýggja heimið í Reynstúni
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 31. aug. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
Spurningur til E.M.Gunnleygsdóttur frá Ey. Samuelsen um nýggja heimið í Reynstúni, PL-ód (1).pdfuppruna-PDF
Spurningur · Eyðgunn Samuelsen · 19. aug. 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Eyðgunn Samuelsen, løgtingsmaður Svarari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýrismaður í almannamálum Evni: Nýggja heimið í Reynstúni Spurningar: 1. Hvussu langt er arbeiðið komið við at byggja nýtt heim til fólk við menningartarni og fjølbreki (húsfólkini á Eirargarði) í Reynstúni á Argjum? 2. Nær verður heimið í Reynstúni liðugt? 3. Hvat er gjørt av ábótum á núverandi Eirargarði 14 og 16, og hvat verður gjørt, meðan bíðað verður eftir nýggja heiminum í Reynstúni? Viðmerkingar: Í frágreiðing løgmans á ólavsøku verður nýggja heimið í Reynstúni á Argjum nevnt sum ein ætlan, men einki verður sagt um, hvussu tað líður við arbeiðinum.1 Nógvir vardir bústaðir eru í vánaligum standi og eru ótíðarhóskandi. Tann 29. mars 2019 varð lógaruppskot lagt fyri Løgtingið um at byggja nýtt heim í Reynstúni. Skipanaruppskot og tíðarætlan vóru við í uppskotinum og eftir ætlan skuldi heimið taka 24 mánaðir at byggja og standa liðugt í 2022. Uppskotið fall burtur, tá tingið fór heim. Bygningarnir Eirargarður 14 og 16 vórðu bygdir í 1970’unum og eru í ringum standi og ótíðarhóskandi í dag. Ætlanin var at gera ymsar ábøtur á Eirargarð 14 og 16, meðan bíðað varð eftir nýggja heiminum. Hetta framgongur eisini av lógaruppskotinum frá mars 2020 um dagføring av vardum bústøðum. Eisini er tað týdningarmikið hjá húsfólki, avvarðandi og starvsfólkum at vita, um ella nær tey kunnu vænta sær eitt nýtt heim og arbeiðspláss. Tí verður hesin fyrispurningur settur. Á Løgtingi, 19. august 2021 Eyðgunn Samuelsen 1 Frágreiðing løgmans á ólavsøku 2021 – s. 65 -- 1 of 1 --
022.21 Svar frá E.M.Gunnleygsdóttur til Ey. Samuelsen um nýggja heimið í Reynstúni.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 1. sep. 2021
Sjá útdrigin tekst
ALMANNAMÁLARÁÐIÐ Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn Tel: +298 304000 • Fax: +298 304045 • E-mail: amr@amr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3Postboks 208 110 Tórshavn 31. august 2021 Mál: 21/16293-5 Tygara Skriv: Viðgjørt: nr. 52-022/2021 Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 52-022/2021 sambært tingskipanini § 52a til Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýrismann frá Eyðgunn Samuelsen, løgtingsmann um Nýggja heimið í Reynstúni Spurningar: 1. Hvussu langt er arbeiðið komið við at byggja nýtt heim til fólk við menningartarni og fjølbreki (húsfólkini á Eirargarði) í Reynstúni á Argjum? 2. Nær verður heimið í Reynstúni liðugt? 3. Hvat er gjørt av ábótum á núverandi Eirargarði 14 og 16, og hvat verður gjørt, meðan bíðað verður eftir nýggja heiminum í Reynstúni? Svar: Til 1 og 2: Sum eitt tað fyrsta, setti landsstýrismaðurin sær fyri, alt fyri eitt, at fáa gongd á byggjaríið til fólk við serligum avbjóðingum, og heldur landsstýrismaðurin, at hetta hevur eydnast væl. Fleiri verkætlanir vóru á tekniborðinum, men ongin var klár at fara í gongd við at byggja. Heimið til børn og ung við autismu í Kvíggjartúni á Argjum var um at verða liðugt prosjekterað, tá landsstýrismaðurin tók við, men tá tað varð boðið út, var prísurin munandi hægri enn mett. Tí tók landsstýrismaðurin avgerð um at havna lisitatiónini, og bað um at fáa verkætlanina umprosjekteraða, uttan at tað skuldi ganga út yvir funktiónirnar. Endin var, at verkætlanin bleiv boðið út av nýggjum, og úrslitið av hesum varð, at prísurin var tá 17 mió. kr. lægri enn við fyrru lisitatión. Farið er undir at byggja heimið í mai í ár, og arbeiðið gongur væl. Sambýlið til fólk við menningartarni, ið verður bygt á Mýrini í Hoyvík, var heldur ikki klárt at fara undir at byggja, tá landsstýrismaðurin tók við. Kostnaðarmetingin, tá prosjekt- uppskotið var liðugt, var munandi hægri enn verklagslógin frá 2018 heimilaði, og tí var neyðugt hjá landsstýrismanninum at leggja broytingaruppskot fyri Løgtingið, áðrenn haldast kundi fram við verkætlanini. Løgtingið samtykti broytingaruppskotið, og nú er arbeiðið -- 1 of 2 -- ALMANNAMÁLARÁÐIÐ síða 2 av 2 komið so mikið langt, at sáttmálarnir at byggja heimið eru undirskrivaðir í dag, og prísurin er innanfyri kostnaðarmetingini. Jørðarbeiðið er longu liðugt, so klárt verður at byggja í næstum. Bæði heimini verða liðug og klár at flyta inn í við árslok 2022. Triðja byggiverkætlanin, Røktarheim til fólk við menningartarni og fjølbreki, sum skal byggjast í Reynstúni á Argjum, hevði undanfarni landsstýrismaður – spyrjarin – fyrireikað fram til skipanauppskot, sum varð lagt fyri Løgtingið saman við verklagslógini. Men sum kunnugt, fall lógaruppskotið burtur, sum so nógv onnur mál, tí táverandi samgonga hevði ikki meirilutan í Løgtinginum. Landsstýrismaðurin setti sær fyri at fullføra verkætlanina, men tað vísti seg skjótt, at fleiri snávingarsteinar vóru á vegnum, sum hava seinkað tilgongdina. Hóast hesar, hevur verið arbeitt miðvíst við verkætlanini, og sambært tíðarætlanini verður klárt at bjóða arbeiðið út beint eftir ársskiftið. Landsstýrismaðurin fer at leggja verklagslógina fyri Løgtingið, tá arbeiðið er boðið út og tilboðini eru komin inn, soleiðis at byggiverkætlanin er so væl fyrireikað og upplýst sum gjørligt, tá Løgtingið skal taka støðu til málið. Byggitíðin er mett at taka uml. 18 mánaðir, og verður sambært tíðarætlanini klárt at flyta inn síðst í 2023. Til 3: Í 2020 eru umvælingar gjørdar á Eirargarði 14 – 2. Hesar umvælingar fevna um: innklima, nýggj loft, lyftiútgerð, nýggjan gólvbelegning, ABA brandávaringarskipan, umvæla vesir & vátrúm, umvæla køk og málaraarbeiði. Í inniverandi ári verður eftir ætlan umvælingar og dagføringar gjørdar á Eirargarði 16 – 1&2.. Tær fevna um umvælingar av vesum og vátrúmum, innbúgv og lyftiútgerð. Arbeiðið verður sett í gongd í ár um alt gongur sum ætlað. Umframt omanfyri nevnda er eisini ymiskt viðlíkahald gjørt. Í 2023 er ætlanin at totaltrenovera Eirargarð 14-1. Í ætlanini, sum fyriliggur, fevnir m.a. um inniklima, nýtt loft, lyftiútgerð, nýggjan gólvbelegning, umvæla køk, umvæla vesir, málaraarbeiði og ABA brandávaringarskipan. 31. august 2021 Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur landsstýrismaður í almannamálum -- 2 of 2 --