← Løgtingsmál

52-021/2021

Avbjóðandi støðan hjá útróðrarflotanum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 28. aug. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
FM-026 Spurningur til Jacob Vestergaard frá Bjørt Samuelsen um útróðrarflotan.pdfuppruna-PDF

Spurningur · Bjørt Samuelsen · 17. aug. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bjørt Samuelsen, løgtingsmaður
Svarari: Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum
Evni: Avbjóðandi støðan hjá útróðrarflotanum
Spurningar:
1. Hevur landsstýrismaðurin nakrar ætlanir um at gera nakað fyri at styrkja og
hjálpa útróðrarflotanum?
2. Um ja, hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera fyri at tryggja, at tey, sum liva av
útróðri, hava líkinda kor og treytir soleiðis, at útróðurin framvegis kann vera
livibreyð teirra?
3. Hevur landsstýrismaðurin nakra ætlan um, at leiðir, sum hava verið
grundarlagið undir snellufiskiskapi, kunnu avmarkast ella heilt friðast fyri
línu?
Viðmerkingar:
Søguliga hevur útróðurin havt stóran týdning fyri Føroyar, og hevur skapt arbeiði til
nógvar hendur kring landið. Men útróðrarvinnan hevur tað trupult í dag. Trupult er hjá
teimum flestu at fáa endarnar at røkka: Talið av útróðrarbátum er nógv minkað,
miðalaldurin á útróðrarmonnum er høgur og tilgongdin av ungum avmarkað.
Sum umboð fyri útróðrarflotan javnan vísa á, so er húkaflotin kroystur frá øllum
síðum. Útróðrarbátarnir hava ikki í sama mun sum aðrir bólkar í heimaflotanum
fingið eina stuðlandi hond. Snelluflotin verður hart kroystur av línuni, og tað kundi
verið ein bati, um leiðir, ið hava verið grundarlagið undir snellufiskiskapi, verða
avmarkaðar ella friðaðar fyri línu.
Tað er neyðugt at taka ávaringarnar og neyðarrópini frá útróðrarvinnuni í álvara og
gera reglur, sum trygga grundarlagið hjá teimum, sum hava útróðurin sum livibreyð.
Um ætlanin er, at útróðrarflotin skal yvirliva, eigur okkurt munagott at verða gjørt
beinanvegin.
Á Løgtingi, 17. august 2020
Bjørt Samuelsen

-- 1 of 1 --
021.21 Svar frá Jacob Vestergaard til Bjørt Samuelsen- Útróðrarflotin.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 25. aug. 2021

Sjá útdrigin tekst
FISKIMÁLARÁÐIÐ
M i n i s t r y o f F i s h e r i e s
Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s
T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
25. august 2021
Mál: 21/16037-2
(at tilskila í svari)
Tygara skriv: 52-021/2021
Svar til fyrispurning 52-021/2021 frá Bjørt Samuelsen, løgtingsmanni, um
avbjóðandi støðuna hjá útróðrarflotanum
Spurningar:
1. Hevur landsstýrismaðurin nakrar ætlanir um at gera nakað fyri at styrkja og hjálpa
útróðrarflotanum?
2. Um ja, hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera fyri at tryggja, at tey, sum liva av útróðri,
hava líkinda kor og treytir soleiðis, at útróðurin framvegis kann vera livibreyð teirra?
3. Hevur landsstýrismaðurin nakra ætlan um, at leiðir, sum hava verið grundarlagið undir
snellufiskiskapi, kunnu avmarkast ella heilt friðast fyri línu?
Svar:
Innleiðandi skal eg viðmerkja, at politikkur mín altíð hevur verið at geva útróðrarflotanum
víðar ræsir at virka, tí hesin parturin av flotanum virkar í sjálvum sær undir ítøkiligum
avmarkingum í dagliga virkseminum. Dømi um avmarkingar eru, at einstøku fiskiførini eru
lutfalsliga smá og avmarkast ítøkiliga av náttúrugivnum viðurskiftum so sum streymi, veðri
og vindi. Teir virknu dagarnir í sjónum, roknað fyri alt árið, verða tí lutfalsliga fáir fyri
hvørt fiskifar.
Harnæst skal viðmerkjast, at kor og treytir fyri útróðrarflotan í hesum døgum ikki kunnu
stílast til skipanina sum so, tí tøka dagatalið er størri enn tað, sum brúkt verður, og
veiðiøkið nær landi er í høvuðsheitum skipað til útróðrarflotan. Harnæst er talið á virknum
bátum í hesum døgum sera lítið. Plássið á veiðiøkinum til tann einstaka bátin er tí lutfalsliga
stórt.
Orsøkin til vánaligu korini hjá útróðrarflotanum kunnu í størsta mun stílast til tað
fiskaloysið, ið verið hevur seinastu tíðina í veiðini tætt við Føroyar eftir toski og hýsu.
Fiskiskapurin er sera vánaligur samanborið við mong onnur tíðarskeið. Skipanin sum so
gevur rúm fyri størri roynd, roknað bæði við grundarlagi í tali av óbrúktum fiskidøgum og

-- 1 of 2 --

FISKIMÁLARÁÐIÐ
2/2
tali av bátum. Roknað undir einum, so brúkar útróðrarvinnan ikki møguleikarnar sum
skipanin gevur rúm fyri, tá fiskaloysi er. Hetta er skilligt.
Til nr. 1.
Ongin ítøkilig ætlan er í umbúnað. Víst verður annars til innleiðsluna til svarini.
Eg skal tó vísa til skipanir, ið eru á økinum og viðkomandi fyri málið:
Trygdargrunnur fiskivinnunnar hevur til endamáls at tryggja tí einstaka fiskimanninum
inntøkutrygd.
At sita fyri og hava ábyrgd av Trygdargrunninum verður stýri valt. Stýrið er mannað í
góðari breidd við umboðum fyri reiðara- og manningarfeløgini.
Um stýrið ella umboð í stýrinum meta, at málið, ið spyrjarin reisir, krevur serstaka viðgerð,
broytingar ella loysn, so meti eg, at stýrið tekur stig til hetta.
Til nr. 2.
Víst verður til svarið til spurning nr. 1.
Til nr. 3.
Í høvuðsheitum eri eg sera varin í spurninginum um at býta fiskiskapin við húki í
útróðrarvinnuni upp í bólkar sum til dømis línu mótvegis snellu. Eg meti tað vera eina
styrki fyri útróðrarvinnuna sjálva at kunna taka støðu til, nær og hvar roynt verður við til
dømis línu, snellu ella dorg.
Tað frælsa valið um brúk av reiðskapi innan húkaveiðu gevur vinnuni sjálvari møguleika at
laga til egnan fiskiskap í umstøðum, sum støðugt eru í broyting.
Av nevndu orsøkum er ongin ítøkilig ætlan í umbúnað júst nú at friða fleiri øki fyri línu.
Tó skal leggjast afturat, at eg eri altíð opin fyri at fremja broytingar, ið kunnu betra um
umstøðurnar hjá útróðrarflotanum í síni heild.
Treytin fyri at fremja slíkar broytingar er millum annað, at broytingin stimbrar undir
burðardyggan fiskiskap og tekur nøktandi atlit at allari heildini í vinnuni.
Jacob Vestergaard
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --