52-020/2021
Eyka skip til Suðuroynna
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 24. aug. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
020.21 Svar frá J. Niclasen til B. Hammer - Eyka skip til Suðuroynna.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 25. aug. 2021
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 20 20 • fmr@fmr.fo • www.fmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 24. august 2021 J. nr.: 21/15892 Viðgjørt: AE Svar til fyrispurning nr. 52-020/2021 frá Bjarna Hammer, løgtingsmanni, settur Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um eyka skip til Suðuroynna Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Ætlar landsstýrismaðurin at fáa eyka skip at stuðla Smyrli á Suðuroyarleiðini? 2. Hvussu langt er arbeiðið komið við at finna eina varandi loysn til trupulleikan við at fáa farm til og frá Suðuroynni? Svar: Framburður er í Suðuroy, og mongdin av farmi hevur verið alsamt vaksandi seinnu árini. Hetta millum annað vegna gongdina innan fiski- og alivinnuna í Suðuroy, og annars samfelagsmenningini sum heild. Strandferðslan ásannar, at tað er stórt trýst á Smyrli á Suðuroyarleiðini og neyðugt er at økja flutningsorkuna við farmi. Saman við Strandferðsluni hevur landsstýrismaðurin viðgjørt málið og um hvørjir møguleikar eru. Strandferðslan og landsstýrismaðurin hava havt samrøður við privatu flutningsfeløgini, um møguleikar fyri at flutningsfeløgini kunnu átaka sær, at sigla farm til og frá Suðuroy nakrar ferðir um vikuna. Hugskotið er væl móttikið av flutningsfeløgunum. Feløgini løgd dent á, at um kostnaðurin fyri at flyta farm ikki skal hækka, er neyðugt at játta pening til endamálið. Arbeitt verður við málinum politiskt. Eg vóni, at tað ber til at finna eina politiska semju í sambandi, sum kann tryggja farmflutning á suðuroyarleiðini – eins og samgongan gjørdi fyri Sandoyarleiðina í 2020. Tinganes, 24. augst 2021 Jørgen Niclasen landsstýrismaður í fíggjarmálum -- 1 of 1 --
020.21 Spurningur til J. Niclasen frá B. Hammer - Eyka skip til Suðuroynna.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 12. aug. 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Bjarni Hammer, løgtingsmaður Svarari: Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum Evni: Eyka skip til Suðuroynna Spurningar: 1. Ætlar landsstýrismaðurin at fáa eyka skip at stuðla Smyrli á Suðuroyarleiðini? 2. Hvussu langt er arbeiðið komið við at finna eina varandi loysn til trupulleikan við at fáa farm til og frá Suðuroynni? Viðmerkingar: Øll vinnan í Suðuroynni savnaði avvarðandi myndugleikar og politisku skipanina í november 2020, har tað staðiliga bleiv víst á áhaldandi og vaksandi trupulleikan við at fáa farm til og frá Suðuroynni. Partarnir samdust um, at ein varandi loysn skuldi finnast beinanvegin. Einki hevur verið at frætta síðan fundin. Seinkingar eru gerandiskostur, og bilar standa oftari og oftari eftir. Ferðandi hava trupult við at leggja sínar ferðir til rættis, tí tað er sjáldan nøkur trygd fyri, at tey fáa síni akfør við. Ferðandi, sum skulu av landinum, mugu aloftast av oynni dagin fyri, um tey skulu vera vís í at náa flogfarið. Einasta loysnin, sum kann taka trýstið av Smyrli beinanvegin, er at fáa eina nýggja farmaleið á Suðuroyarleiðini. Tað hevur Strandferðslan víst á í fleiri umførum. Framtíðarútlitini fyri Suðuroynna vísa ein áhaldandi vinnuligan vøkstur, stóran áhuga fyri at flyta til oynna og seta búgv, umframt fleiri og fleiri ferðafólk, sum ynskja at vitja Suðuroynna. Tí verður hesin fyrispurningurin settur. Á Løgtingi, 12. august 2021 Bjarni Hammer -- 1 of 1 --