52-019/2021
COVID-19 kanningar
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 24. aug. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
019.21 Svar frá K. L. H. Johannesen til B. L. Jacobsen - Covid-19 kanningar.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 24. aug. 2021
Sjá útdrigin tekst
Dagf. 24. august 2021 HMR J. nr. 21/15748-6 Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður Svar upp á fyrispurning nr. 52-019/2021 eftir § 52a í tingskipanini um COVID-19 kanningar frá Beintu Løwe Jacobsen, løgtingskvinnu Spurningurin var soljóðandi: 1. Hvussu nógv hevur landið/heilsuverkið rindað privatum kanningarstovum fyri at taka sær av COVID-19 kanningum síðan mars mánað í fjør, tá koronufarsóttin byrjaði og higartil í ár? Svar: Til spurning 1 Í hesum svari verður kanningarvirksemið avmarkað til at fevna um tær kanningar, ið sjúkrahúsverkið skipar fyri, samsvarandi viðmerkingunum frá spyrjaranum. Sjúkrahúsverkið hevur greitt frá, at síðani á heysti í fjør hevur Sjúkrahúsverkið samstarvað við privatu fyritøkurnar Smyril Line og Thetis um at skipa og standa fyri koronukanningunum á Eystaru bryggju í Havn. Harumframt greinar Thetis umleið helvtina av øllum teimum kanningum, sum Sjúkrahúsverkið hevur ábyrgd av. Heilsufrøðiliga Starvsstovan greinar hina helvtina. Samanumtikið hevur samstarvið við øll verið fyrimyndarligt. Samanlagt í 2020 og higartil í 2021 hevur Sjúkrahúsverkið brúkt umleið 30 mió. kr. fyri tær koronukanningar, sum Sjúkrahúsverkið hevur ábyrgd fyri til Heilsufrøðiligu starvsstovuna, Thetis og Smyril Line. Av hesum eru um 16,5 mió. kr. fluttar Heilsufrøðiligu starvsstovuni fyri greiningar av kanningum og um 12,6 mió. kr. eru fluttar Thetis fyri greiningar, løn til tey, sum potað, umframt tað tilfar, sum er neyðugt í sambandi við kanningarnar, t.d. verndarúgerð, potipinnar og gløs. Harumframt eru um 0,9 mió. kr. goldnar Smyril line fyri ta tíð, tá tey høvdu tænastuna at samskipa, skipa ferðslu, telefonavgreiðslu o.a fyri sjúkrahúsverkið. -- 1 of 2 -- Eins og greitt var frá í svari til áðursettan spurning, kann verða sagt, at: Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur greinað kanningar fyri Sjúkrahúsverkið og ger tað framvegis. Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur ongantíð gjørt kanningar fyri heilsuverkið og er ei heldur spurd um hetta. Hesum parti taka Thetis og sjúkrahúsverkið sær av. Útreiðslurnar hava verið hesar higartil: Kanningarútreiðslur - í mió.kr. 2020 2021 tilsamans Heilsufrøðiliga starvsstovan 10,0 6,5 16,5 Thetis 4,7 7,9 12,6 Smyril line 0,3 0,6 0,9 Tilsamans 15,0 15,0 30,0 Hóast Sjúkrahúsverkið hevur latið øðrum uppgávuna at gera og greina koronukanningar, hevur Sjúkrahúsverkið evstu ábyrgdina av teimum kanningum, ið verða framdar í sjúkrahúsverkinum og tryggjar, at alt fer rætt fram. Heilsumálaráðið, 24. august 2021 Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður -- 2 of 2 --
019.21 Spurningur til K. L. H. Johannesen frá B. L. Jacobsen - Covid-19 kanningar.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 12. aug. 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Beinta Løwe Jacobsen, løgtingsmaður Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum Evni: COVID-19 kanningar Spurningar: 1. Hvussu nógv hevur landið/heilsuverkið rindað privatum kanningarstovum fyri at taka sær av COVID-19 kanningum síðan mars mánað í fjør, tá koronufarsóttin byrjaði og higartil í ár? Viðmerkingar: Landssjúkrahúsið valdi í fjør at útveita COVID-19 kanningar til privatar fyritøkur. Sambært svari frá landsstýrismanninum í desember í fjør, so er Heilsufrøðiliga Starvsstovan ongantíð spurd um at gera hesar kanningar. Nú er skjótt hálvtannað ár liðið, síðan koronufarsóttin rakti landið, og tí verður hesin fyrispurningur settur. Á Løgtingi, 12. august 2021 Beinta Løwe Jacobsen -- 1 of 1 --