← Løgtingsmál

52-018/2021

Javnrættindi til samkynd og børn teirra

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 23. aug. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
018.21 Svar frá løgmanni til I. D. Strøm - Javnrættindi til samkynd og børn teirra.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 24. aug. 2021

Sjá útdrigin tekst
-- 1 of 2 --



-- 2 of 2 --
018.21 Spurningur til løgmann frá I. D. Strøm - Javnrættindi til samkynd og børn teirra.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 11. aug. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Ingilín D. Strøm, løgtingsmaður
Svarari: Bárður á Steig Nielsen, løgmaður
Evni: Javnrættindi til samkynd og børn teirra
Spurningar:
1. Hvussu og nær ætlar løgmaður at tryggja børnum at samkyndum javnrætt?
2. Hevur løgmaður framvegis somu meining sum í februar, at allir borgarar og
børn skulu hava javnrætt?
Viðmerkingar:
Í februar í ár varð uppskot um broyting í barsilsskipanini felt. Uppskotið snúði seg um
at javnseta samkynd við hinskynd foreldur. Tá var samrøða við Bárð á Steig Nielsen í
Degi og Viku1, har hann vísti á, at øll ynskja javnrætt til allar borgarar og børn í
Føroyum, men at tað átti at gerast í lógini um foreldramyndugleika.
Nýggj lóg um foreldramyndugleika er nú send til hoyringar, og tað er greitt, at hon
loysir ikki trupulleikan við manglandi rættindum hjá samkyndum og børnum teirra.
Bárður á Steig Nielsen vísti somuleiðis á í septembur í fjør, at børn skulu ikki revsast
fyri, hvussu foreldur teirra ynskja at skipa síni viðurskifti2.
Enn síggja vit ikki nakrar lógarbroytingar, ið loysa teir trupulleikar, sum samkynd
hava á familjurættarliga økinum. Tí verður hesin fyrispurningurin settur.
Á Løgtingi, 11. august 2021
Ingilín D. Strøm
1 https://kvf.fo/dv?sid=120102
2 https://www.in.fo/news-detail/b-rnini-skulu-ikki-revsast-fyri-at-hava-samkynd-
foreldur

-- 1 of 1 --