← Løgtingsmál

52-017/2021

Starvfólkatrot og løn undir útbúgving

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 20. aug. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
017.21 Svar frá J. av Rana til A. Olsen - Starvfólkatrot og løn undir útbúgving.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 20. aug. 2021

Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Dagfesting: 19. august 2021
Tygara ref.:
Máltal.: 21/08502-19
Svar
upp á
skrivligan fyrispurning nr. 52-017/2021 eftir § 52 a í Tingskipanini frá Anniku Olsen,
løgtingskvinnu, um starvfólkatrot og løn undir útbúgving, settur Jenis av Rana,
landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin í sambandi við starvfólkatrotið á eldraøkinum?
2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at geva starvfólkum á eldraøkinum løn undir
útbúgving?
3. Arbeiðir útbúgvingarráðið við nøkrum ítøkiligum uppskotum viðvíkjandi løn undir
útbúgving til heilsuhjálparar?
4. Eru nakrar ætlanir um at stytta arbeiðsvikuna hjá starvfólkum, ið arbeiða í skiftandi
vaktum?
Svar
Til 1: Frágreiðingin hjá Búskaparráðnum vísir á, at økt trýst verður á tænastum á eldraøkinum
komandi árini, og at neyðugt verður at seta inn á fleiri økjum. Tørvur er millum annað á at útbúgva
fleiri starvsfólk til økið. Hetta er ein avbjóðing, sum eg taki í álvara, og arbeiðið við at betra um
møguleikan at taka útbúgving innan økið verður raðfest komandi tíðina í ráðnum. Ætlanin er at
taka fleiri lesandi inn á heilsufakligu útbúgvingarnar í 2022 enn í 2021.
Til 2: Møguleikin fyri at geva starvsfólkum á eldraøkinum løn undir útbúgving er umrøddur, og
verður framvegis kannaður.
Til 3: Sum nevnt verður møguleikin fyri at veita starvsfólkum á eldraøkinum løn undir útbúgving
framvegis kannaður. Harumframt verður arbeitt við ítøkiligum uppskoti um at førleikameta
starvsfólk, sum hava drúgvar royndir á økinum.
Til 4: Talan er um eitt arbeiðsmarknaðarmál, og sostatt ikki um økið, sum landsstýrismaðurin í
uttanríkis- og mentamálum varðar av.

-- 1 of 2 --

U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Page 2 of 2
Vinarliga
Jenis av Rana
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
017.21 Spurningur til J. av Rana frá A. Olsen - Starvfólkatrot og løn undir útbúgving.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 9. aug. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Annika Olsen, løgtingsmaður
Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum
Evni: Starvfólkatrot og løn undir útbúgving
Spurningar:
1. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin í sambandi við starvfólkatrotið á
eldraøkinum?
2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at geva starvfólkum á eldraøkinum løn
undir útbúgving?
3. Arbeiðir útbúgvingarráðið við nøkrum ítøkiligum uppskotum viðvíkjandi løn
undir útbúgving til heilsuhjálparar?
4. Eru nakrar ætlanir um at stytta arbeiðsvikuna hjá starvfólkum, ið arbeiða í
skiftandi vaktum?
Viðmerkingar:
Sambært Búskaparráðnum fara at mangla 700 starvfólk í tey næstu 10 árini t.e. á
almanna- og heilsuøkinum, eldraøkinum og á dagstovnaøkinum. Ein rættiliga
stórur partur av hesi avbjóðing liggur á eldraøkinum. Støðan hjá eitt nú
heilsuhjálparunum er als ikki nøktandi. Høgtøl frá juni 2020 vísa, at miðalaldurin
á heilsuhjálparum er 50 ár, og til samanberingar var hann 47 ár í februar í 2019.
Viðvíkjandi faklærdum og ófaklærdum heilsuhjálparum er myndin tann sama, at
tað er yvirvág av ófaklærdum heilsuhjálparum. Av teimum 224
heilsuhjálparunum, ið starvast í Suðurstreymi, eru heili 129 ófaklærd, meðan 95
eru faklærd. Til samanberingar kann nevnast, at í VEKS samstarvinum eru tað 36
faklærd og 16 ófaklærd og í Nánd samstarvinum eru tað 40 faklærd og 22
ófaklærd. Somu gongd síggja vit í tølunum á avloysarum , ið taka avloysaravaktir
í Suðurstreymi, har ein yvirvág er ófaklærd. Her er talið 33, meðan tað er munandi
færri ófaklærdir avloysarar í hinum eldrasamstørvunum. Somuleiðis vísa hagtøl, at
av teimum íalt 549 heilsuhjálparunum, ið arbeiða meiri enn 59 tímar um mánaðin,
eru tað 247 starvfólk, ið eru í aldrinum 41-60 ár.
Í Íslandi hevur mann stytt arbeiðsvikuna hjá starvfólkum, ið arbeiða í skiftandi
vaktum. Í Íslandi er full arbeiðsvika nú 32 tímar. Hetta er gjørt sum ein liður í at
bøta um viðurskiftini hjá hjá hesum starvsbólkum.
Gongdin í Føroyum er alt annað enn nøktandi, og tí er tað í tøkum tíma, at nakað
munagott verður gjørt við starvfólkaavbjóðingarnar á eldraøkinum, og tí verða
hesir spurningar settir landsstýrismanninum.
Á Løgtingi, 9. august 2021
Annika Olsen

-- 1 of 1 --