← Løgtingsmál

52-016/2021

Umlættingar-og dagtilboð í summarfrítíðini

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 20. aug. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
016.20 Svar frá E. M. Gunnleygsdóttur til B. Sandoy - Umlættingar-og dagtilboð í summarfrítíðini.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 20. aug. 2021

Sjá útdrigin tekst
ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn
Tel: +298 304000 • Fax: +298 304045 • E-mail: amr@amr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208
110 Tórshavn
19. august 2021
Mál: 21/15510-3
Tygara Skriv:
Viðgjørt: Barbara Álvsdóttir
Thomsen
Nr. 52-016/2021
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a
Fyrispurningur um umlættingar- og dagtilboð í summarfrítíðini, settur
landsstýrismanninum í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (at svara
skrivliga eftir TS § 52 a)
Spurningar:
1. Hvør er orsøkin til, at umlættingar- og dagtilboð til børn og ung við autismu, fjølbreki o.ø,
steingir í 3 vikur hvørt summar?
2. Hvussu stóra meirjáttan skuldi Almannaverkið havt, fyri at hesi tilboð skuldu verið áhaldandi
alt árið uttan íslit?
3. Hvørji onnur tilboð til fólk við serligum tørvi stongdu fyri tænastunum í summar?
4. Ætlar landsstýrismaðurin, at hesi tilboð eisini komandi ár skulu steingja á sumri?
Viðmerkingar:
Føroyska samfelagið stendur seg væl millum heimsins tjóðir, tá tað kemur til at taka sær av
sínum borgarum við serligum tørvi. Tó kunnu batar altíð fremjast.
Undirritaði hevur skilt, at umlættingar-og dagtilboðini til børn og ung við autismu og
fjølbreki stongdu í summar eftir ordrum frá leiðsluni í Almannaverkinum.
Orsøkin sigst vera sparingar.
Ung við autismu hava um nakað tørv á einum støðugum gerandisdegi, hava brúk fyri at
støðugu, tryggu karmarnir eru tøkir allar dagar í árinum. Tí er samgongan eisini í ferð við at
byggja karmarnar til hendan tørvin.
Ung við fjølbreki fáa regluliga umlætting av fleiri orsøkum, serliga tí at avbjóðingarnar eru
ov tungar hjá avvarðandi at makta í gerandisdegnum.
Avvarðandi hava ríkiligt at stríðast við, og tí kemur tað illa við, at Almannaverkið steingir
fyri sínum tænastum í 3 vikur.
Fylgjurnar eru í fleiri førum, at tey, sum tørva tænastuna, fáa varandi afturstig.

-- 1 of 3 --

ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
síða 2 av 3
Føroyska samfelagið er eitt av heimsins ríkastu.
Tí eiga vit at tryggja teimum okkara, ið hava størsta tørvin, at tænastan er har alt árið.
Á Løgtingi, 9. august 2021
Brandur Sandoy
Svar:
Til spurning 1:
At stovnar stongja nakrar vikur um summarið er ikki nakað nýtt, tí hetta hevur verið galdandi
fyri fleiri stovnar hjá Almannaverkinum tey síðstu árini.
Orsøkirnar til, at umlættingar- og dagtilboð steingja í 2-3 vikur um summarið, eru bæði
fíggjarligar, fakligar og viðvíkjandi starvsfólkaorku.
Yvirskipað kann sigast, at fíggjarliga rásarúmið ikki er óavmarkað, og tí er neyðugt at raðfesta
hvussu játtanin best verður gagnnýtt. At hava stongt nakrar vikur um summarið, gevur størri
fíggjarliga orku til tænasturnar restina av árinum. Tó er tað so, at tænastur eisini verða víðkaðar
um summarið, tí aðrir stovnar – m.a. skúlar – stongja í nógvar vikur. Tá hava frítíðartilboðini í
Almannaverkinum, sum vanliga bert hava opið eftir skúlatíð, opið allan dagin.
Eisini eru faklig atlit sum gera, at valt verður at steingja nakrar vikur um summarið. Børn og
ung, sum brúka umlættingar- og dagtilboðini í Almannaverkinum hava ofta so samansettan
tørv, bæði likamliga og sálarliga, at tað krevur ein serligan fakligan kunnleika til teirra
individuellu støðu, fyri at tænastan kann vera á einum støði, sum er fakliga nøktandi. Tey hava
tørv á at hava roynd og kend fólk rundan um seg, og fleiri tola illa, at tað eru fremmandir
feriuavloysarar, sum skulu vera um tey.
At enda skal nevnast, at tað er ein sannroynd innan trivnaðarøkið sum heild, at tað er trupult at
fáa feriuavloysarar, og sum støðan er beint nú viðv. feriuavloysarum, so hevði tað í flestu
støðum als ikki borið til at havt opið alt summarið.
Verður verandi starvsfólkahópur brúktur hesar vikurnar um summarið, vil feria hjá
starvsfólkum ávirka tænasturnar í eitt langt tíðarskeið, heldur enn bert hesar einstøku vikurnar,
tað er stongt.
Til nr. 2:
Mett verður, at skulu tilboðini til umlætting til bæði børn og vaksin økjast til at hava opið hvønn
dag, verður talan um umleið 5 mió. kr. meira í játtan um árið. Játtanin fevnir tá eisini um økta
umlætting til borgarar við demenssjúku og umlætting til borgarar, sum standa á bíðilista.
Til nr. 3:
Vardu verkstøðini og virknistilboðini stongja eisini 3 vikur hvørt summar, tá borgararnir, sum
brúka tey tilboðini, fara í summarfrí.
Til nr. 4:

-- 2 of 3 --

ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
síða 3 av 3
Sum nevnt, so er tað ikki nakað nýtt at stovnar stongja nakrar vikur um summarið, tí hetta
hevur verið galdandi fyri fleiri stovnar hjá Almannaverkinum tey síðstu árini.
Sum víst á í svarinum til spurning 1, eru tað fleiri orsøkir til, at umlættingar- og dagtilboð
stongja 2-3 vikur um summarið, og tað er ikki einans fíggjarligar orsøkir. Eisini í
Almannaverkinum ger mangulin upp á arbeiðsorku seg galdandi og hevur hetta við sær, at
Almannaverkið hevur trupult við at fáa frítíðaravloysarar og eins og stórir partar av
arbeiðsmarknaðinum í øllum landinum annars. Almannamálaráðið og Mentamálaráðið eru
farin undir ein tilgongd fyri at útbúgva fleiri fólk, sum m.a. kunnu nøkta tørvin á arbeiðsmegi
bæði í Almannaverkinum og innanfyri heimatænastu og eldrarøkt.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
landsstýrismaður

-- 3 of 3 --
016.20 Spurningur til E. M. Gunnleygsdóttur frá B. Sandoy - Umlættingar-og dagtilboð í summarfrítíðini.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 9. aug. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Brandur Sandoy, løgtingsmaður
Svarari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýrismaður í almannamálum
Evni: Umlættingar-og dagtilboð í summarfrítíðini
Spurningar:
1. Hvør er orsøkin til, at umlættingar- og dagtilboð til børn og ung við autismu, fjølbreki o.ø, steingir í
3 vikur hvørt summar?
2. Hvussu stóra meirjáttan skuldi Almannaverkið havt, fyri at hesi tilboð skuldu verið áhaldandi alt
árið uttan íslit?
3. Hvørji onnur tilboð til fólk við serligum tørvi stongdu fyri tænastunum í summar?
4. Ætlar landsstýrismaðurin, at hesi tilboð eisini komandi ár skulu steingja á sumri?
Viðmerkingar:
Føroyska samfelagið stendur seg væl millum heimsins tjóðir, tá tað kemur til at taka sær av sínum
borgarum við serligum tørvi. Tó kunnu batar altíð fremjast.
Undirritaði hevur skilt, at umlættingar-og dagtilboðini til børn og ung við autismu og fjølbreki
stongdu í summar eftir ordrum frá leiðsluni í Almannaverkinum.
Orsøkin sigst vera sparingar.
Ung við autismu hava um nakað tørv á einum støðugum gerandisdegi, hava brúk fyri at støðugu,
tryggu karmarnir eru tøkir allar dagar í árinum. Tí er samgongan eisini í ferð við at byggja
karmarnar til hendan tørvin.
Ung við fjølbreki fáa regluliga umlætting av fleiri orsøkum, serliga tí at avbjóðingarnar eru ov
tungar hjá avvarðandi at makta í gerandisdegnum.
Avvarðandi hava ríkiligt at stríðast við, og tí kemur tað illa við, at Almannaverkið steingir fyri
sínum tænastum í 3 vikur.
Fylgjurnar eru í fleiri førum, at tey, sum tørva tænastuna, fáa varandi afturstig.
Føroyska samfelagið er eitt av heimsins ríkastu.
Tí eiga vit at tryggja teimum okkara, ið hava størsta tørvin, at tænastan er har alt árið.
Á Løgtingi, 9. august 2021
Brandur Sandoy

-- 1 of 1 --