52-015/2021
Hellutangi vesturi á Víkum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 20. aug. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
015.21 Svar frá H. Abrahamsen til I. D. Strøm - Hellutangi vesturi á Víkum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 17. aug. 2021
Sjá útdrigin tekst
U M H V Ø R V I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð GONGIN 7 • POSTSMOGA 377 • 110 TÓRSHAVN TELEFON 30 66 00 • TELEFAX 30 66 65 • E-MAIL: UVMR@UVMR.FO Tórshavn, tann 16. august 2021 Journalnr.: 21/15918 Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Svar upp á § 52a fyrispurning nr. 52-015/2021 frá Ingilín Didriksen Strøm, løgtingskvinnu, viðvíkjandi Hellutanga vesturi á Víkum Spurningur: 1. Hvørjar verða umhvørvisligu avleiðingarnar av, at Hellutangi í longri tíð liggur vesturi á Víkum, og hvussu verður syrgt fyri, at tær verða avmarkaðar? 2. Heldur landsstýrismaðurin, at økið vesturi á Víkum er vælegnað til aling? 3. Eru ætlanir um at tryggja, at tilbúgvingarætlan fylgir við umhvørvisgóðkenningum til aling o.a. virksemi, ið kann hava avleiðingar fyri náttúruøkir? Svar Roknað verður ikki við, at Hellutangi fer at hava serligar avleiðingar fyri havumhvørvið. Hellutangi hevur lítið ella einki av olju og øðrum dálkandi evnum umborð, og verður tí ikki roknað við nakrari týðandi dálking, um hann verður liggjandi til næsta summar. Hellutangi er ikki til ampa fyri eitt nú fiskiskap og skipaferðslu. Kanningar av aldu- og streymviðurskiftum á Víkum vísa, at sjógvútskiftið er gott, og metir Umhvørvisstovan tí, at vandi fyri dálking frá rakstrinum er avmarkaður á aliøkinum á Víkum. Økið á Víkum liggur út til opið hav, og kann tað tí vera ein avbjóðing fyri bæði fisk og útgerð at vera á staðnum í vánaligum veðri. Treytir eru í umhvørvisgóðkenningini fyri alingina á Víkum, at virkið skal hava mannagongdir at fyribyrgja óhappum, og hvat skal gerast, um óhapp hendir. Umhvørvisstovan er í ferð við at endurskoða umhvørvisgóðkenningar til alibrúk. Í góðkenningum fyri størri virki er ásett, at tey skulu hava tilbúgvingarætlanir. Umhvørvis- og vinnumálaráðið, tann 16. august 2021 Helgi Abrahamsen landsstýrismaður -- 1 of 1 --
015.21 Spurningur til H. Abrahamsen frá I. D. Strøm - Hellutangi vesturi á Víkum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 9. aug. 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Ingilín D. Strøm, løgtingsmaður Svarari: Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum Evni: Hellutangi vesturi á Víkum Spurningar: 1. Hvørjar verða umhvørvisligu avleiðingarnar av, at Hellutangi í longri tíð liggur vesturi á Víkum, og hvussu verður syrgt fyri, at tær verða avmarkaðar? 2. Heldur landsstýrismaðurin, at økið vesturi á Víkum er vælegnað til aling? 3. Eru ætlanir um at tryggja, at tilbúgvingarætlan fylgir við umhvørvisgóðkenningum til aling o.a. virksemi, ið kann hava avleiðingar fyri náttúruøkir? Viðmerkingar: Enn er ongin náttúrufriðingarlóg ella lendisætlan um, hvørji øki í Føroyum skulu varðveitast uttan at verða ávirkað av menniskjahond - eitt nú hvat skal vera ídnaðarøki og hvat skal vera friðað. Áðrenn aliloyvið varð givið við umhvørvisgóðkenning vesturi á Víkum, heittu borga- rar saman við Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag á Yvirfriðingarnevndina at friða alt økið vesturi á Víkum. Hetta er eitt øki, har Fjallavatn og økið uttan um vatnið longu er friðað. Tó høvdu felagið og borgararnir ikki rætt at verða hoyrd í málinum. Men aliloyvið varð givið við umhvørvisgóðkenning. Reglur eru í umhvørvisgóðken- ningini um krøv, ið skulu lúkast, um óhapp er. Tó er onki krav um tilbúgvingarætlan. Tann 5. apríl í ár sleit fóðurflakin vesturi á Víkum seg leysan og rak á land. Har hevur Hellutangi ligið síðan. Fleiri royndir hava verið gjørdar at draga Hellutanga leysan, men enn er ongin roynd eydnast. Nú hoyra vit, at Hellutangi verður liggjandi í allan vetur, og at ætlanin møguliga er at flyta hann í pettum. Tað kann hugsast, at tað fær avleiðingar fyri umhvørvið vesturi á Víkum. Tí verður hesin fyrispurningurin settur. Á Løgtingi, 9. august 2021 Ingilín D. Strøm -- 1 of 1 --