← Løgtingsmál

52-014/2021

Barsilsgjald

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 20. aug. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
014.21 Svar frá H. Abrahamsen til B. L. Jacbovsen - Barsilsgjald.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 17. aug. 2021

Sjá útdrigin tekst
U M H V Ø R V I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
GONGIN 7 • POSTSMOGA 377 • 110 TÓRSHAVN • TELEFON 30 66 00 • E-MAIL: UVMR@UVMR.FO
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Føroyar
Tórshavn, tann 16. august 2021
J.nr.: 21/15690-2
Svar upp á § 52a-fyrispurning nr. 52-014/2021 frá Beintu Løwe Jacobsen, løgtingsmanni,
um útgjald úr Barsilsskipanini
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hví er barsilspeningur útgoldin afturút og á kontu fjórða gerandisdag í hvørjum
mánaði?
2. Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera, so foreldur, ið fáa barsilspening, hava somu
treytir, sum aðrir lønmóttakarar, og fáa pening á kontu seinasta í hvørjum mánaði?
Í § 1, stk. 3, í kunngerð nr. 91/2001 um umsiting av Barsilsskipanini er ásett, at barsilspeningur
verður roknaður og útgoldin afturút fyri ein mánað í senn. Barsilspeningur er veiting, sum
kemur í staðin fyri løn, og verður tískil útgoldin eins og løn ofta verður útgoldin, t.e. afturút
mánaðarliga.
Barsilspeningur kann kortini ikki handfarast eins og løn, tí útrokningin av barsilspeningi kann,
sambært Barsilsskipanini og Elektron, sum umsitur tøkniligu skipanina, ikki gerast fyrr enn
tann fyrsta í einum mánaði. Hetta kemst av, at verður upphæddin roknað áðrenn tann fyrsta í
mánaðinum, er upphæddin ikki røtt, tí seinasta løn í einum mánaði fer gjøgnum lønarskránna
millum 24. og 26. í mánaðinum. Skal henda løn takast við í útrokningina, skal farloyvi
afturførast og lønin skrásetast soleiðis, at hon hongur í skipanini til mánaðin eftir. Hetta er sera
arbeiðskrevjandi, tí tað skal gerast manuelt.
Mannagongdin í dag er, at Elektron ger útrokningarnar fyrsta arbeiðsdag í mánaðinum, tá allar
lønir eru farnar gjøgnum lønarskránna. Dagin eftir, annan arbeiðsdag, eftirkannar og góðkennir
Barsilsskipanin útgjøldini og sendir Føroya Gjaldstovu hesi at avgreiða. Triðja arbeiðsdag
avgreiðir Føroya Gjaldstova útgjøldini og sendir tey til Betri Banka, sum síðani sendir
útgjøldini víðari til hinar bankarnar. Útgjaldið er sostatt á kontu fjórða arbeiðsdag í
mánaðinum.
Ætlandi verður farið undir at gera eina nýggja tøkniliga loysn í sambandi við útgjald av
barsilspeningi. Í hesum sambandi verða omanfyrinevndu viðurskifti tikin við, og miðað verður
eftir at bera so í bandi, at tey, sum fáa barsilspening, fáa hann á kontu seinasta arbeiðsdag í
mánaðinum.
Helgi Abrahamsen
landsstýrismaður

-- 1 of 1 --
014.21 Spurningur til H. Abrahamsen frá B. L. Jacbovsen - Barsilsgjald.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 9. aug. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Beinta Løwe Jacobsen, løgtingsmaður
Svarari: Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvøris- og vinnumálum
Evni: Barsilsgjald
Spurningar:
1. Hví er barsilspeningur útgoldin afturút og á kontu fjórða gerandisdag í
hvørjum mánaði?
2. Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera, so foreldur, ið fáa barsilspening, hava
somu treytir, sum aðrir lønmóttakarar, og fáa pening á kontu seinasta í
hvørjum mánaði?
Viðmerkingar:
Barsilsskipanin skal tryggja foreldur og barn fyrstu tíðina. Sum skilst, so mugu
foreldur javnan bíða í nakrar dagar hvønn mánað, áðrenn tey fáa peningin á kontu.
Á heimasíðuni hjá TAKS stendur, at barsilspeningurin verður útgoldin eina ferð um
mánaðin afturút og er vanliga á kontu fjórða gerandisdag í hvørjum mánaði.
Flestu foreldur hava fastar útreiðslur og kunnu tí koma í eina trupla støðu, um
peningurin ikki er á kontuni innan fyrsta í einum mánaði.
Hetta er ein óheppin støða hjá foreldrum. Fyri at vita, um ætlanin er at broyta hetta,
verður hesin fyrispurningur settur
Á Løgtingi, 9. august 2021
Beinta Løwe Jacobsen

-- 1 of 1 --