← Løgtingsmál

52-013/2021

Skipan við føstum røktarheimslækna

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 20. aug. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
013.21. Svar frá K. L. H. Johannesen til R. Vang - Skipan við føstum røktarheimslækna.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 20. aug. 2021

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 20. august 2021
HMR j. Nr. 21/15542-2
Kaj Leo Holm Johannesen
Landsstýrismaður
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
settur
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni frá Ruth Vang, løgtingskvinnu um
Skipan við føstum røktarheimslækna Nr. 52-013/2020
Spurningar:
1. Hvussu gongur við arbeiðinum at seta í verk skipan við føstum
røktarheimslækna?
2. Nær væntar landsstýrismaðurin, at skipanin fer at virka?
Svar uppá spurning 1 og 2
Ein skipan við føstum røktarheimslækna kann skipast á ymsan hátt, og sambært
Heilsutrygd ber tað til at veita eitt tilboð um røktarheimslækna undir verandi skipan.
Áðrenn farast kann undir at skipa eitt tilboð um røktarheimslækna á røktarheimum
krevst, at kommunur og kommunulæknarnir, sum starvast í læknadømunum í hesum
kommunum, koma ásamt um, hvussu hetta tilboð kann skipast.
Við at skipa eitt slíkt tilboð undir verandi skipan slepst undan at uppbyggja eina nýggja
skipan, sum møguliga kann hava meirkostnað við sær. Hetta er eisini í samsvari við
álitið, sum Trivnaðarnevndin hjá Løgtinginum gjørdi, tá uppskotið varð lagt fyri
Løgtingið. Niðurstøðan hjá Trivnaðarnevndini var, at "Ein samd nevnd metir, at talan
er um eitt skilagott uppskot, men vil gera vart við, at tað er altumráðandi, at tað
ikki verður bygd upp ein nýggj skipan til hetta endamálið, sum ger, at uppskotið fer at
hava meirkostnað við sær.”
Verður tilboðið um røktarheimslækna veitt undir verandi skipan, varðveita búfólk á
røktarheimum rættin til at velja egnan kommunulækna. Tað vil siga, at tey sjálvi gera
av, um tey velja tann kommunulæknan, sum hoyrir til røktarheimið, ella annan
kommunulækna í læknadøminum. Hesin rætturin til egið læknaval er eisini í samsvari
við tað, sum dentur verður lagdur á í viðmerkingunum til “Uppskot til samtyktar um at
hava fastan kommunulækna knýttan at ellis- og røktarheimum”.
Av tí, at tað longu ber til at fara undir eitt tilboð við røktarheimslækna undir verandi
skipan, og við atliti til niðurstøðuna hjá Trivnaðarnevndini um ikki at uppbyggja eina
nýggja og dýrari skipan, hevur landsstýrismaðurin ikki gjørt meira við málið enn. Mett
verður, at røktarheim/kommunur kunnu skipa eitt slíkt tilboð saman við
kommunulæknunum, soleiðis at borgarar á einum røktarheimi fáa høvið at velja antin

-- 1 of 2 --

tann kommunulæknan, sum verður knýttur at røktarheiminum, varðveita tann
kommunulæknan, sum tey longu hava, ella velja annan kommunulækna.
Tórshavn, 20. august 2021
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
013.21. Spurningur til K. L. H. Johannesen frá R. Vang - Skipan við føstum røktarheimslækna.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 9. aug. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Ruth Vang, løgtingsmaður
Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum
Evni: Skipan við føstum røktarheimslækna
Spurningar:
1. Hvussu gongur við arbeiðinum at seta í verk skipan við føstum
røktarheimslækna?
2. Nær væntar landsstýrismaðurin, at skipanin fer at virka?
Viðmerkingar:
22. november í fjør samtykti Løgtingið at taka undir við uppskoti frá Framsókn um at
seta í verk skipan við føstum røktarheimslækna.
Orsøkin til uppskotið var, at kommunur og eldrasamstørv kring landið ynskja sær eina
skipan, har ellis-og røktarheim hava fastan kommunulækna knýttan at sær. Verandi
skipan krevur nógva orku og tíð hjá læknum og starvsfólki á heimunum, sum kundi
verið brúkt betur. Skipanin við føstum røktarheimslæknum er roynd aðrastaðni við
sera góðum úrslitum. Eitt nú vísa kanningar úr Danmark, at skipanin minkar um
innleggingar við 28%, endurinnleggingar við 27%, stutttíðar innleggingar við 14%,
umframt at óneyðug heilivágsnýtsla minkar munandi.
Eitt samt Løgting tók undir við uppskotinum, men enn er skipanin ikki farin at virka,
og starvsfólk á økinum leingjast at frætta nærri um ítøkiligar ætlanir.
Tí verður spurningurin settur landsstýrismanninum.
Á Løgtingi, 9. august 2021
Ruth Vang

-- 1 of 1 --