52-012/2021
Ætlanin við landsins ognum í Hoydølum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 18. aug. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
012.21 Svar frá J. av Rana til H. Hoydal - Ætlanin við landsins ognum í Hoydølum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 19. aug. 2021
Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Dagfesting: 18. august 2021 Tygara ref.: Máltal.: 21/08502-17 Svar upp á fyrispurning nr. 52-012/2021 eftir § 52 a í tingskipanini um ætlanina við landsins ognum í Hoydølum, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, settur Jenis av Rana, landsstýrismanni. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvat er endamálið við og sakliga grundgevingin fyri, at landsstýrismaðurin ætlar at lata landsins ognir í Hoydølum av hondum? 2. Heldur landsstýrismaðurin, at tað er rætt og rímiligt at lata eina ogn og eitt friðað pláss í landinum, sum allir føroyingar eiga og hava atgongd til, burtur til endamál, ið kunnu gera hetta pláss, bygningar og lendi til privata ogn hjá einstaklingum, sum øll ikki hava atgongd til? 3. Kennir landsstýrismaðurin ikki ábyrgd av, hvat tær friðaðu Hoydalar í framtíðini verða brúktar til? 4. Ætlar landsstýrismaðurin at leggja málið fyri Løgtingið at taka støðu til, áðrenn avgerð verður tikin í málinum? Svar Til nr. 1: Samráðingar hava verið við Tórshavnar kommunu um eitt makaskifti, har økið í Hoydølum kring gráa skúlabygningin og parkeringsøkið kring henda vera latin Tórshavnar kommunu. Sum viðurlag fyri makaskiftið letur kommunan sín part av ognunum á Frælsinum til landið, so farast kann undir at gera eitt nýtt kampus á økinum. Størsti parturin av Hoydølum, eitt nú gamla Sanatoriið og tað, ið hartil hoyrir, eru ikki partur av ætlaða makaskiftinum. Sakliga grundgevingin er tvíføld: 1) At tryggja landinum fullan ræðisrætt á ognunum á Frælsinum, við tí fyri eyga at brúka tær til almannagagnligt virksemi hjá Fróðskaparsetrinum, og 2) at lata kommununa fáa ræði á nevnda parti í Hoydølum og harvið virka fyri at fáa lív og trivnað aftur í vakra dalin, heldur enn at økið fer at standa í órøkt í longri tíð. Til nr. 2: Í løtuni er tað bert viðarlundin, sum er friðað – og henda er ikki partur av ætlaða makaskiftinum við kommununa. Bygningar, bygningslutir og lendið annars eru ikki friðað, men eitt tilmæli um friðing verður í løtuni viðgjørt í Uttanríkis- og mentamálaráðnum. Ein -- 1 of 2 -- U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Page 2 of 2 frílendisætlan er gjørd fyri Hoydalar, og tað lendið er ikki partur av ætlaða makaskiftinum við kommununa. Sum nevnt í svarinum til fyrsta spurningin, er ætlanin at gera makaskifti við Tórshavnar kommunu um gráa skúlabygningin og parkeringsøkið kring henda – og ikki økið í síni heild. Talan er ikki um at lata øki til privata ogn hjá einstaklingum – tvørturímóti verður tað latið Tórshavnar kommunu, sum hevur ein áhugað í, at almenningurin eisini framyvir hevur atgongd til økið. Til nr. 3: Landsstýrismaðurin kennir ábyrgd av økinum, og fegnist eg tí almikið um, at vit hava gjørt sáttmála við LISA, so hesi í dag kunnu brúka partar av gamla Sanatoriinum til teirra skapandi virksemi. Harvið er lív komið aftur í Hoydalar, til stóra gleði fyri okkum øll. Hinvegin, so hevur grái skúlabygningurin staðið tómur, síðani næmingarnir fluttu út á Glasir, og fer hann við tíðini at fella í órøkt, um einki hendir. Tórshavnar kommuna hevur gjørt greitt, at kommunan hevur áhuga í gráa skúlabygninginum og parkeringsøkinum kring henda. Tey boðini gleða meg. Mítt ynski er, at lív aftur kemur í dalin, og tí haldi eg tað vera upplagt, at tað er kommunali myndugleikin á staðnum, heldur enn landið, ið tekur støðu til, hvat grái skúlabygningurin og økið kring henda í framtíðini verða brúkt til. Til nr. 4: Um, og tá, endalig semja fæst við Tórshavnar kommunu um makaskiftið, verður málið lagt fyri Løgtingið at taka støðu til. Vinarliga Jenis av Rana landsstýrismaður -- 2 of 2 --
012.21 Spurningur til J. av Rana frá H. Hoydal - Ætlanin við landsins ognum í Hoydølum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 6. aug. 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Høgni Hoydal, løgtingsmaður Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum Evni: Ætlanin við landsins ognum í Hoydølum Spurningar: 1. Hvat er endamálið við og sakliga grundgevingin fyri, at landsstýrismaðurin ætlar at lata landsins ognir í Hoydølum av hondum? 2. Heldur landsstýrismaðurin, at tað er rætt og rímiligt at lata eina ogn og eitt friðað pláss í landinum, sum allir føroyingar eiga og hava atgongd til, burtur til endamál, ið kunnu gera hetta pláss, bygningar og lendi til privata ogn hjá einstaklingum, sum øll ikki hava atgongd til? 3. Kennir landsstýrismaðurin ikki ábyrgd av, hvat tær friðaðu Hoydalar í framtíðini verða brúktar til ? 4. Ætlar landsstýrismaðurin at leggja málið fyri Løgtingið at taka støðu til, áðrenn avgerð verður tikin í málinum ? Viðmerkingar: Landsstýrismaðurin hevur á tingi upplýst, at ætlanin er at gera eitt makaskifti um ognirnar hjá landinum í Hoydølum, so landsins friðaðu ognir á hesum plássi gleppa landinum av hondum. Søgan um Hoydalar frá Sanatorii til skúla er flestum kend. Alt lendið er í mestan mun friðað, og fleiri ætlanir hava verið gjørdar um at gera lendið og bygningar alt meira atkomiligt til nýtslu hjá øllum fólki í landinum. Tí verður spurt, hvat endamálið og grundgevingin er, og um landsstýrismaðurin ætlar at leggja málið fyri Løgtingið at taka støðu til. Á Løgtingi, 6. august 2021 Høgni Hoydal -- 1 of 1 --