52-011/2021
Alment innlit í sambandi við menningarkvotur og kvotur til vinnuligar royndir v.m.
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 17. aug. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
011.21 Svar frá J. Vestergaard til H. Hoydal - Alment innlit í sambandi við menningarkvotur og kvotur til vinnuligar royndir v.m.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 18. aug. 2021
Sjá útdrigin tekst
FISKIMÁLARÁÐIÐ M i n i s t r y o f F i s h e r i e s Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn 17. august 2021 Mál: 21/15389-2 (at tilskila í svari) Tygara skriv: 52-011/2021 Svar til fyrispurning 52-011/2021 frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, um alment innlit í sambandi við menningarkvotur og kvotur til vinnuligar royndir v.m. Spurningar: 1. Hvussu nógvar umbønir um alment innlit frá fjølmiðlum – herundir serstakt frá Kringvarpi Føroya – fekk Fiskimálaráðið um menningarkvotur, umsóknir og viðgerðina av teimum í 2018 og 2019? 2. Hvussu nógvar umbønir um alment innlit frá fjølmiðlum – herundir serstakt frá Kringvarpi Føroya – hevur Fiskimálaráðið fingið um kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir umframt ískoytiskvotur, umsóknir og viðgerðina av teimum í 2020 og 2021? 3. Hvussu nógvar umbønir frá fjølmiðlafólki – herundir serstakt frá Kringvarpi Føroya – um at svara spurningum um menningarkvotur, umsóknir og viðgerðina av teimum fekk Fiskimálaráðið og/ella landsstýrismaðurin í 2018 og 2019 (áleið)? 4. Hvussu nógvar umbønir frá fjølmiðlafólki – herundir serstakt frá Kringvarpi Føroya – um at svara spurningum um kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir umframt ískoytiskvotur, umsóknir og viðgerðina av teimum fekk Fiskimálaráðið og/ella landsstýrismaðurin í 2020 og 2021? Svar: Til nr. 1. Í 2018 hevur Fiskimálaráðið skrásett 18 umbønir frá fjølmiðlafólki um alment innlit viðvíkjandi menningarkvotum, harav vóru 7 frá Kringvarpi Føroya. Í 2019 hevur Fiskimálaráðið skrásett 14 umbønir frá fjølmiðlafólki um alment innlit viðvíkjandi menningarkvotum, harav vóru 3 frá Kringvarpi Føroya. -- 1 of 2 -- FISKIMÁLARÁÐIÐ 2/2 Til nr. 2. Í 2020 hevur Fiskimálaráðið skrásett 1 umbøn frá fjølmiðlafólki um alment innlit viðvíkjandi vinnuligum royndum og verkætlanum umframt ískoytiskvotum. Umbønin var frá Kringvarpi Føroya. Í 2021 hevur Fiskimálaráðið higartil skrásett 4 umbønir frá fjølmiðlafólki um alment innlit viðvíkjandi vinnuligum royndum og verkætlanum umframt ískoytiskvotum, harav hevur 1 umbøn verið frá Kringvarpi Føroya. Til nr. 3. Í 2018 hevur Fiskimálaráðið skrásett 1 umbøn frá fjølmiðlafólki, um at svara spurningum um menningarkvotur. Umbønin var frá Kringvarpi Føroya. Í 2019 hevur Fiskimálaráðið skrásett 1 umbøn frá fjølmiðlafólki, um at svara spurningum um menningarkvotur. Til nr. 4. Í 2020 er eingin umbøn frá fjølmiðlafólki skrásett, um at svara spurningum viðvíkjandi vinnuligum royndum og verkætlanum umframt ískoytiskvotum. Í 2021 er eingin umbøn frá fjølmiðlafólki skrásett, um at svara spurningum viðvíkjandi vinnuligum royndum og verkætlanum umframt ískoytiskvotum. Jacob Vestergaard landsstýrismaður -- 2 of 2 --
011.21 Spurningur til J. Vestergaard frá H. Hoydal - Alment innlit í sambandi við menningarkvotur og kvotur til vinnuligar royndir v.m.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 5. aug. 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Høgni Hoydal, løgtingsmaður Svarari: Jacob Vestergaard, landsstýrismaður Evni: Alment innlit í sambandi við menningarkvotur og kvotur til vinnuligar royndir v.m. 1. Hvussu nógvar umbønir um alment innlit frá fjølmiðlum – herundir serstakt frá Kringvarpi Føroya – fekk Fiskimálaráðið um menningarkvotur, umsóknir og viðgerðina av teimum í 2018 og 2019? 2. Hvussu nógvar umbønir um alment innlit frá fjølmiðlum – herundir serstakt frá Kringvarpi Føroya – hevur Fiskimálaráðið fingið um kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir umframt ískoytiskvotur, umsóknir og viðgerðina av teimum í 2020 og 2021? 3. Hvussu nógvar umbønir frá fjølmiðlafólki – herundir serstakt frá Kringvarpi Føroya – um at svara spurningum um menningarkvotur, umsóknir og viðgerðina av teimum fekk Fiskimálaráðið og/ella landsstýrismaðurin í 2018 og 2019 (áleið)? 4. Hvussu nógvar umbønir frá fjølmiðlafólki – herundir serstakt frá Kringvarpi Føroya – um at svara spurningum um kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir umframt ískoytiskvotur, umsóknir og viðgerðina av teimum fekk Fiskimálaráðið og/ella landsstýrismaðurin í 2020 og 2021? Viðmerkingar: Í 2018 og 2019 var neyvan nakar í Føroyum, ið ikki hevði hoyrt um menningarkvotur, umsóknir og viðgerðina av teimum í Fiskimálaráðnum. Av røttum var sera nógv uppmerksemi í fjølmiðlum og serliga í Kringvarpi Føroya um hetta mál. At tað dró út at avgreiða umsóknirnar var viðgjørt dúgliga í fjølmiðlum og Kringvarpi Føroya, og síðani hava fleiri viðmerkt alment, at hetta var við til at ávirka valúrslitið til løgtingsvalið 2019. Tá var talan um, at avgreiðslan var seinkað nakrar mánaðir. Nú er avgreiðslan av kvotunum til vinnuligar royndir og verkætlanir seinkað meira enn eitt heilt ár, men lítið hevur verið at hoyrt alment um hesar kvotur yvirhøvur. Tá vóru eisini greið krøv frá núverandi landsstýrismanni í fiskivinnumálum um, at allar umsóknir og øll skjøl skuldu vera almenn um menningarkvoturnar. Tí verður spurt, um hvussu nógvar umsóknir hava verið um alment innlit, og hvussu nógvir spurningar eru settir Fiskimálaráðnum og landsstýrismanninum frá fjølmiðlum um kvoturnar til vinnuligar royndir og verkætlanir – umframt um ískoytiskvotur, síðani nýggja landsstýrið tók við, og nýggja lógin um sjófeingi kom í gildi. -- 1 of 2 -- Á Løgtingi, 5. august 2021 Høgni Hoydal -- 2 of 2 --