← Løgtingsmál

52-010/2021

SEV

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 17. aug. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
010.21 Svar frá H. Abrahamsen til S. Stenberg - SEV.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 18. aug. 2021

Sjá útdrigin tekst
U M H V Ø R V I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
GONGIN 7 • POSTSMOGA 377 • 110 TÓRSHAVN
TELEFON 30 66 00 • TELEFAX 30 66 65 • E-MAIL: UVMR@UVMR.FO
Tórshavn, tann 17. august 2021
Journalnr.: 21/15917
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Svar upp á § 52a fyrispurning nr. 52-010/2021 frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu,
viðvíkjandi SEV
Spurningar:
1. Ætlar landsstýrismaðurin, at SEV ikki skal kunna bjóða til komandi vindorkuútboð ?
2. Um ja, er semja millum Kommunufelagið, SEV og landsstýrið um hesa ætlan ?
3. Hvørjar lógarbroytingar ætlar landsstýrismaðurin at fremja á elveitingarøkinum ?
4. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, um útrokningar eru gjørdar um, hvat hetta kemur at merkja
fyri brúkaran av elorku ?
Svar til spurning 1 og 2
Í samgonguskjalinum stendur soljóðandi:
“Munandi meira ferð eigur at verða sett á framleiðsluna av grønari orku.
Fyri at røkka hesum málinum verður arbeitt fyri at tryggja størri kapping á framleiðslu- og
sølusíðuni. Arbeitt verður við at skilja elnetið hjá SEV frá hinum virkisøkinum, soleiðis at fult
gjøgnumskygni verður í kostnaðinum av netpartinum. Fult gjøgnumskygni skal vera grundarlag
undir, at privatar fyritøkur skulu hava møguleika at leiga og framleiða seg inn á elnetið, og síðani
selja.”
Landsstýrismaðurin og umboð fyri SEV, t.e. fyrst og fremst stjórn og nevnd í SEV, men eftir
kommunuvalið í heyst eisini ein bólkur av borgarstjórum vegna eigararnar av SEV, hava havt
fleiri fundir um, hvussu bygnaðurin á elorkuøkinum kann skipast frameftir. Seinasti fundurin
millum partarnar hesum viðvíkjandi var 9. juli 2021, har m.a. undirritaði og landsstýrismaðurin í
fíggjarmálum tóku lut.
Grundað á ta semjuna, ið tóktist vera millum partarnar á fundinum, evnaði Umhvørvis- og
vinnumálaráðið uppskot um semju millum partarnar, ið er sent SEV og Kommunufelagnum tann
16. juli 2021. Talan er ikki enn um endaliga semju, men um eitt uppskot, ið partarnir fara undir
aftur at viðgera, nú summarfrítíðin er løgd afturum.

-- 1 of 3 --

U M H V Ø R V I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
2/3
Semjuuppskotið snýr seg í stuttum um, at SEV fær staðfest sín leiklut sum “systemoperatørur”
og “netfelag”, har uppgávan er at reka elskipanina og at fremja neyðugar útbyggingar av netinum
við tilhoyrandi systemeindum, sum eru neyðugar til tess at halda eina trygga elveiting, ið stuðlar
undir málið um elveiting úr varandi orkukeldum. Systemoperatørurin, t.e. lutafelagið SEV, eigur
og rekur allar størri og kritiskar systemeindir, undir hesum vatnorkuverkini, oljukraftverkini og
komandi pumpuskipanina í Vestmanna. Semjuuppskotið snýr seg eisini um, at kappingarútsett
virksemi skal ikki rekast av lutafelagnum SEV. Kappingarútsett virksemi er m.a. vindorka,
sólorka og onnur framleiðsla av varandi orku inn á elnetið.
Hetta merkir tó ikki, at kommunurnar ikki framvegis kunnu luttaka í elframleiðslu úr vindi og úr
øðrum varandi orkukeldum.
Í elveitingarlógini §3 stendur: “Kommunur kunnu luttaka í elveitingarvirksemi sbrt. § 1, stk 1,
uttan mun til ásetingarnar í § 50, stk 1 í kommunustýrislógini.”
Sostatt er onki til hindurs fyri, at kommunurnar stovna eitt felag, sum kann framleiða elorku til
føroyska samfelagið. Best er, um talan verður um nýtt sjálvstøðugt felag, ið er leyst av
lutafelagnum SEV, tí so kemur ikki bland millum leiklutirnar sum systemoperatørur og
framleiðari, sí aktuelt dømi til seinast í svarinum. Verður hinvegin talan um dótturfelag við
tilknýti til lutafelagið SEV, skal dótturfelagið hava aðra leiðslu og nevnd enn móðurfelagið.
Harumframt verður neyðugt at styrkja um heimildirnar hjá elveitingareftirlitinum, ið tá skal
tryggja, at systemoperatørurin ikki favoriserar egnar framleiðslueindir. Málið er javnsett kapping
og handil millum óheftar partar.
Ætlanirnar hjá landsstýrinum hava í miðlunum verið umrøddar sum einskiljing av SEV. Sum tað
framgongur frammanfyri, liggur als ikki í kortunum at SEV skal einskiljast. Hinvegin skal
leikluturin sum systemoperatørur og netfelag sum nevnt gerast greiðari. Hetta er týdningarmikið
stig í tilgongdini at skapa tíðarhóskandi karmar fyri stóru uppgávuna, sum SEV nú skal fara
undir, t.e. at útbyggja net og skipanarberandi eindir og at fyrireika seg til kompleksu uppgávuna
at stýra eina elskipan, sum í síni heild byggir á varandi orkukeldur og har oljukraftverkini verða
tiltøkuverk.
Tað er ikki skynsamt at lutafelagið SEV, sum systemoperatørur og netfelag, eisini hevur leiklut
sum framleiðslufelag í kapping við onnur framleiðslufeløg.
Vísast kann á eitt aktuelt mál, har Elveitingareftirlitið og SEV hava hvør sína áskoðan á, hvussu
vindfelagið í Húsahaga skal avroknast. Tað er í eini tílíkari støðu sera óheppið, at tað eru júst
somu persónar, sum hava ábyrgdina av SEV-net og Vindfelagnum í Húsahaga. Áhugamálini hjá
báðum feløgunum í hesi støðuni eiga at verða mótsett og óheft av hvør øðrum, men tá feløgini
eru fíggjarliga bundin og júst somu persónar sita báðumegin borðið, ber illa til at liva upp til
kravið um óheftni. Hendan tvístøðan millum myndugleikan og SEV hevði verið munandi lættari
at loyst, um áhugamálini hjá SEV-net og Vindfelagnum í Húsahaga ikki vóru samantvinnað við
somu ábyrgdarpersónum.
Svar til spurning 3
Broytingar skulu gerast í elveitingarlógini, sum greiðari staðfesta uppgávur og skyldur hjá
ymisku pørtunum á elveitingarøkinum og sum stuðla undir orkupolitikkin hjá landinum. Her
kunnu m.a. nevnast uppgávur og skyldur hjá:
• Landsstýrismanninum, orkumyndugleikanum og elveitingareftirlitinum
• Systemoperatørinum

-- 2 of 3 --

U M H V Ø R V I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
3/3
• Netfelagnum
• Framleiðslufeløgum
• Sølu- og tænastufeløgum
Harumframt kunnu væntast neyvari ásetingar um
• atgongd til lendi í sambandi við orkuútbyggingar
• hvussu orkuútbyggingar skulu bjóðast út
• loyvir til smáverk, har endamálið er eginframleiðsla og/ella søla av orku
Svar til spurning 4
Føroyska samfelagið hevur sett sær sum mál, at øll orka á landi skal vera úr varandi orkukeldum
í 2030 og hevur altjóða tikið undir við Parísavtaluni, sum viðførir, at Føroyar skulu fremja
munandi niðurskurð av samlaða føroyska útlátinum í 2030 og at útlátið í 2050 verður netto null.
Slík mál krevja stórar útbyggingar og umleggingar av orkukervinum. M.a. skal varandi
orkuframleiðslan á landi økjast úr áleið 150 GWt til áleið 1000 GWt (1 TWt) fram til 2030.
Størsti parturin av hesi útbygging verður vindorka. Fyri at fáa vindorkuna til høldar er neyðugt at
útbyggja orkuskipanina, so nýtslan kann tillagast tøku orkuni og at avlopsorka kann goymast og
umgerast. Slík umlegging krevur fleiri aktørar, framkomna tøkni og stórar íløgur. Fyri okkum
sum brúkarar av elorku merkir hetta, at vit skjótari gerast leys av olju, at vit fáa fleiri
framkomnar tænastur til stýring av orkunýtsluni í húsarhaldinum og at orkurokningin sum
frálíður minkar. At framleiðsla av vind- og sólorku verður løgd í annað sjálvstøðugt felag hevur
ikki beinleiðis avleiðingar fyri brúkaran av elorku.
Elektrifiseringin av samfelagnum, sum er berandi parturin í grøna orkuskiftinum, fer sum nevnt
at krevja risaíløgur í orkuøkið komandi árini, og tí kann ikki roknast við lægri elprísi fyrstu
mongu árini. SEV heldur seg vanliga til ávíst lutfall millum fíggjarorku og skuld. Skal
orkuskiftið fremjast til 2030, soleiðis sum allir partar higartil hava verið samdir um, er neyðugt at
tøka fíggjarfæið (alment og privat) verður gagnnýtt á samfelagsliga skynsaman hátt. Tá er best,
um SEV hugsavnar seg um at byggja út elnetið, koplingsstøðir v.m. og byggir ætlaða
pumpuverkið, soleiðis at varandi orkan kemur betur til høldar. Privatir partar, og eitt møguligt
kommunalt vindfelag, kunnu hinvegin hugsavna seg um at framleiða elorku úr vindi og øðrum
varandi orkukeldum.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið 17. august 2021
Helgi Abrahamsen
landsstýrismaður

-- 3 of 3 --
010.21 Spurningur til H. Abrahamsen frá S. Stenberg - SEV.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 5. aug. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Sirið Stenberg, løgtingsmaður
Svarari: Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum
Evni: SEV
Spurningar:
1. Ætlar landsstýrismaðurin, at SEV ikki skal kunna bjóða til komandi vindorkuútboð ?
2. Um ja, er semja millum Kommunufelagið, SEV og landsstýrið um hesa ætlan ?
3. Hvørjar lógarbroytingar ætlar landsstýrismaðurin at fremja á elveitingarøkinum ?
4. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, um útrokningar eru gjørdar um, hvat hetta kemur at
merkja fyri brúkaran av elorku ?
Viðmerkingar:
Í røðu síni undir viðgerðini av frágreiðing løgmans á ólavsøku vísti landsstýrismaðurin á, at semja
var millum SEV og Kommunufelagið um broytingar í bygnaðinum í SEV.
Í miðlunum er røðan hjá landsstýrismanninum endurgivin soleiðis:
“Í stuttum snýr semjan seg um, at net- og skipanarberandi tænastur framhaldandi verða skipaðar
og riknar í lutafelagnum SEV. Tað vil siga, at tað sum tryggjar javna streymstyrki – sum til dømis
dieselverk, vatnorkuverk og pumpuskipan, verður partur av SEV, meðan SEV ikki verður partur av
varandi orkuframleiðsluni – sum fyrst og fremst verður vindmyllur”
Hetta merkir at SEV frameftir ikki kann bjóðað uppá vindorkuútbygging.
Neyðugt er at fáa greiðu á, hvat landsstýrið ætlar í hesum álvarsmáli, og tí verður hesin
fyrispurningurin settur.
Á Løgtingi, 5. august 2021
Sirið Stenberg

-- 1 of 1 --