← Løgtingsmál

52-009/2021

Hjálparpakki til festivalar

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 16. aug. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
009.21 Svar frá J. av Rana til B. L. Jacobsen - hjálparpakki til festivalar.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 17. aug. 2021

Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Dagfesting: 16. august 2021
Tygara ref.:
Máltal.: 21/08502-15
Svar
upp á
fyrispurning nr. 52-009/2021 eftir § 52 a í tingskipanini um hjálparpakka til festivalar frá
Beintu Løwe Jacobsen, løgtingskvinnu, settur Jenis av Rana, landsstýrismanni.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Nær kunnu tónleikafestivalar vænta at fáa hjálparpakka fyri festivalar, sum vóru avlýstir í
summar?
2. Hvat er ætlanin at veita festivalunum endurgjald fyri?
Svar
Til 1: Arbeitt verður í løtuni við at fyrireika eitt lógaruppskot, ið eftir ætlan verður lagt fyri
Løgtingið í næstum. Væntast kann tí, at ein hjálparpakki til tónleikafestivalar verður klárur
einaferð í heyst.
Til 2: Ætlanin er at veita stuðul á leið sama hátt sum í løgtingslóg nr. 103 frá 25. juni 2020.
Undir tágaldandi skipan fingu tónleikafestivalar stuðul til at endurrinda øll atgongumerkir, ið
festivalurin hevði selt. Stuðulin kann tó samanlagt í mesta lagi svara til 85% av útreiðslunum í
sambandi við fyrireikingina av viðkomandi festivali í 2021.
Vinarliga
Jenis av Rana
landsstýrismaður

-- 1 of 1 --
009.21 Spurningur til J. av Rana frá B. L. Jacobsen - hjálparpakki til festivalar.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 4. aug. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Beinta Løwe Jacobsen, løgtingsmaður
Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum
Evni: Hjálparpakki til festivalar
Spurningar:
1. Nær kunnu tónleikafestivalar vænta at fáa hjálparpakka fyri festivalar, sum
vórðu avlýstir í summar?
2. Hvat er ætlanin at veita festivalunum endurgjald fyri?
Viðmerkingar:
Fleiri tónleikafestivalar eru aftur í summar avlýstir, tí støðan við koronu hevur verið
óviss, og tí tilmælini frá landsstýrinum hava verið, at bara 500 fólk kundu savnast.
Sostatt hava festivalar annað árið á rað mist inntøkur.
Tann 8. juli í ár boðaði løgmaður frá í fjølmiðlunum, at landsstýrið arbeiddi við sama
hjálparpakka, sum festivalarnir fingu í fjør, og at hesin møguliga skuldi kunngerast
sama dag. Síðani hevur einki verið at frætt um hetta mál. Tí verða hesir fyrispurningar
settir.
Á Løgtingi, 4. august 2021
Beinta Løwe Jacobsen

-- 1 of 1 --