← Løgtingsmál

52-008/2021

Útreiðslur til rehabilitering á almannaøkinum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 16. aug. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
008.21 Svar frá E. M. Gunnleygsdóttur til J. Dahl - Útreiðslur til rehabilitering á almannaøkinum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 16. aug. 2021

Sjá útdrigin tekst
ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn
Tel: +298 304000 • Fax: +298 304045 • E-mail: amr@amr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3Postboks 208
110 Tórshavn
16. august 2021
Mál: 21/15371-4
Tygara Skriv:
Viðgjørt: Birna Steingrímsdóttir
Nr. 52-008/2021
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a
Fyrispurningur um útreiðslur til rehabilitering á almannaøkinum, settur
landsstýrismanninum í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (at svara
skrivliga eftir TS § 52 a)
Spurningar:
1. Hvussu stórar vórðu samlaðu útreiðslurnar til rehabilitering á almannaøkinum, t.v.s. til
endurvenjing og endurmenning - í 2018, 2019, 2020 og játtan 2021?
2. Hvussu vórðu útreiðslurnar býttar á málbólkar ella slag av sjúkum hetta sama
tíðarskeiðið?
3. Hvussu stóra játtan er ætlanin at seta av á fíggjarlógini til rehabilitering í 2022 og 2023?
4. Kann landsstýrismaðurin geva eina stutta frágreiðing um, hvussu innihaldið í
samstarvinum millum almannaøkið og kommunurnar um rehabilitering er skipað?
Viðmerkingar:
Tað eru nógvir føroyingar, sum hava tørv á rehabilitering. Rehabilitering byggir á ta fortreyt,
at talan er um viðgerð í longri tíðarskeið. Sjúkralegur í styttri tíðarskeið krevja ikki tað sama
av avvarðandi, arbeiðsbyrða og familjulív - ein læknafaklig meting.
Rehabilitering fyrigongur bæði á heilsuøkinum og almannaøkinum, og tí hevur
landsstýrismaðurin í heilsumálum fingið ein fyrispurning um sama evni.
Tað er trupult í løtuni neyvt at lýsa, hvør fíggjarlig orka verður brúkt ella er markað til
rehabilitering í Føroyum, t.d. býtt á málbólkar og sjúkuslag.
Tað er altavgerandi at vita, hvør fíggjarlig orka verður brúkt upp á verandi skipanir, hvussu
vit raðfesta avmarkaðu fíggjarligu orkuna og ikki minst, um tørvur er á at umraðfesta og
umskipa rehabiliteringsøkið - við borgaranum í fokus. Tí verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 4. august 2021
Johan Dahl

-- 1 of 4 --

ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
síða 2 av 4
Svar:
Innleiðandi verður víst til svarið til fyrispurning nr. 52-139/2020, dagfest 17. mai 2021, har
greitt varð frá, at rehabilitering á almannaøkinum – endurmenning - fevnir um menning í
breiðari merking við endamálinum, at viðkomandi borgari aftur fær eitt virkið lív, og við
røttum umstøðum aftur megnar at klára seg sjálvan í størst møguligan mun. Stórur partur av
virkisøkjunum hjá Almannaverkinum eru tískil fevnd av økinum rehabilitering. Eitt
høvuðsendamál við løgtingslóg um almannatrygd og tænastur sbrt. § 1, stk. 1 er at menna og
endurmenna.
Samanlagt hevði Almannaverkið 489 borgarar í einum endurmennandi átaki í 2020. Hesir
vóru m.a. í einum arbeiðsbúgvingarátaki, fingu endurvenjing, búðu á einum bú- og
viðgerðarstovni ella fingu hjálp frá Megna títt lív. Afturat tí, eru aðrar veitingar og tænastur,
sum Almannaverkið metir eru týðandi fyri eina tilgongd at endurmenna ein borgara. Talan
kann vera um at veita hjálpartól, onnur hjálparráð, endurgjald fyri inntøkumiss og
meirútreiðslur, stuðulstænastu, fyribils uppihaldsveiting og heimaráðgeving fyri at nevna
nøkur átøk, sum kunnu vera partur av bulinum í at endurmenna ein borgara.
Í roynd og veru er endamálið við nærum øllum virkseminum hjá Almannaverkinum
endurmennandi. Fyri at kunna svara spurninginum so greitt sum gjørligt, er svarið avmarkað
til tann partin av virkseminum hjá Almannaverkinum, sum seinastu árini hava verið nevnd
endurmenning og endurvenjing. Á tann hátt fáa vit eina betri fatan av hvussu økið er raðfest
politiskt. Tí verða fleiri av teimum økjunum, sum greitt varð frá í svarinum til fyrispurning
um rehabilitering ikki tikin við her, s.s. útreiðslur til arbeiðsbúgving undir Arbeiðsfremjandi
tiltøkum og aðrar uppihaldsveitingar, rakstrarútreiðslur á sambýlum o.a.
Til spurning nr. 1
Talvan niðanfyri vísir útreiðslur, sum hava verið játtaðar á fíggjarlógini til endurmenning og
endurvenjing undir høvuðskontu 12.21.1.12. Endurmenning og til deildina Menning undir
høvuðskontu 12.21.1.12. Almannaverkið. Harumframt verður viðlíkahaldsvenjing tikin við frá
2021 (nýggj tænasta) og útreiðslur til átakið “Megna títt lív” eru tiknar við.
Svar: R 2018 R 2019 R 2020 2021
Endurmenning (Deildin menning í Almannaverkinum) 9.419 9.562 9.171 8.700
Endurvenjing 4.983 5.151 6.233 7.121
Viðlíkahaldsvenjing 2.000
Megna títt lív 950 3.219 4.500
Tilsamans 14.402 15.663 18.623 22.321
Í fíggjarlógini fyri 2021 eru 1,9 mió. kr. fluttar frá høvuðskontu 12.21.1.12. Endurmenning til
deildina menning undir høvuðskontu 12.21.1.12. Almannaverkið og samtíðis varð navnið á
høvuðskontuni broytt frá at kallast Endurmenning til Endur- og viðlíkahaldsvenjing.

-- 2 of 4 --

ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
síða 3 av 4
Til spurning nr. 2
Útreiðslurnar verða ikki býttar á málbólkar ella slag av sjúkum. Almannaverkið hevur tó eina
innanhýsis bólking á Endurvenjing, sí niðanfyri yvirlit frá juni 2021.
Upplýsast kann eisini, at málbólkurin, ið fær tænastu frá Megna títt lív, er borgarar við
sálarsjúku. Onkur einstakur borgari hevur fleiri diagnosur, m.a. ADHD ella menningartarn.
Til spurning nr. 3
Farið er ikki undir fíggjarlógararbeiði fyri 2022 og 2023. Framskrivaðu játtanarkarmarnir fyri
2022-2026 eru grundaðir á galdandi lóggávu og verandi virksemisstig.
Sambært løgtingslóg um almannatrygd og tænastur er heimild fyri at skipa fyri
viðlíkahaldsvenjing frá september 2021. Mett verður, at tá viðlíkahaldsvenjingin er fult
implementerað eigur játtanin at vera samanlagt 12 mió. kr. Á fíggjarlógini fyri 2021 eru 2
mió. kr. settar av til endamálið. Ætlanin er, at tænastan stig- og miðvíst verður útbygd, har
játtan verður sett av sum frálíður.
Á fíggjarlógini fyri 2020 varð játtanin til endurvenjing hækkað við 1 mió. kr. og í 2021 við
0,6 mió. kr. afturat. Mett verður, at játtanin eigur at hækka við umleið 0,7 mió. kr. til at vera
komin á tað støði at veita vælvirkandi tænastur í tráð við tilmæli um tænastupolitikk.
Til spurning nr. 4
Tað er avmarkað, hvussu nógv Almannaverkið og kommunurnar samstarva um
endurmenning, serliga tí, at løgtingslóg um almannatrygd og tænastur og løgtingslóg um
heimatænastu, eldrarøkt v.m. hava eitt greitt býti við 67 ára aldur.
Annað; 2%
medisinskt; 20%
neurologi; 24%
ortopædisk; 32%
psykiatri; 17%
reumatologi; 5%
Orsøk til endurvenjing jun. 2021

-- 3 of 4 --

ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
síða 4 av 4
Havast skal í huga, at tað er ein ávísur fakligur munur á tí endurmenning, sum fólk undir 67
ár hava tørv á, og tí endurmenning, sum fólk yvir 67 ár hava tørv á. Almannaverkið og
eldraøkini hava tí lagt seg eftir at hava fakkunnleika og fyriskipanir, sum samsvara teimum
avbjóðingum, sum málbólkarnir hvør sær hava.
Almannaverkið hevur tó eitt ávíst samstarv við eldraøkini um at leiga venjingar hølir í økjum,
har Almannaverkið ikki sjálvt hevur nøktandi hølir.
Tá frástøðan til arbeiðsstað hjá ergo- og fysioterapeutum hjá Almannaverkinum hevur verið
ov stór, hevur Almannaverkið í nøkrum førum keypt tænasturnar frá kommununum.

-- 4 of 4 --
008.21 Spurningur til E. M. Gunnleygsdóttur frá J. Dahl - Útreiðslur til rehabilitering á almannaøkinum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 4. aug. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Johan Dahl, løgtingsmaður
Svarari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýrismaður í almannamálum
Evni: Útreiðslur til rehabilitering á almannaøkinum
Spurningar:
1. Hvussu stórar vórðu samlaðu útreiðslurnar til rehabilitering á almannaøkinum, t.v.s. til
endurvenjing og endurmenning - í 2018, 2019, 2020 og játtan 2021?
2. Hvussu vórðu útreiðslurnar býttar á málbólkar ella slag av sjúkum hetta sama tíðarskeiðið?
3. Hvussu stóra játtan er ætlanin at seta av á fíggjarlógini til rehabilitering í 2022 og 2023?
4. Kann landsstýrismaðurin geva eina stutta frágreiðing um, hvussu innihaldið í samstarvinum
millum almannaøkið og kommunurnar um rehabilitering er skipað?
Viðmerkingar:
Tað eru nógvir føroyingar, sum hava tørv á rehabilitering. Rehabilitering byggir á ta fortreyt, at
talan er um viðgerð í longri tíðarskeið. Sjúkralegur í styttri tíðarskeið krevja ikki tað sama av
avvarðandi, arbeiðsbyrða og familjulív - ein læknafaklig meting.
Rehabilitering fyrigongur bæði á heilsuøkinum og almannaøkinum, og tí hevur
landsstýrismaðurin í heilsumálum fingið ein fyrispurning um sama evni.
Tað er trupult í løtuni neyvt at lýsa, hvør fíggjarlig orka verður brúkt ella er markað til
rehabilitering í Føroyum, t.d. býtt á málbólkar og sjúkuslag.
Tað er altavgerandi at vita, hvør fíggjarlig orka verður brúkt upp á verandi skipanir, hvussu vit
raðfesta avmarkaðu fíggjarligu orkuna og ikki minst, um tørvur er á at umraðfesta og umskipa
rehabiliteringsøkið - við borgaranum í fokus. Tí verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 4. august 2021
Johan Dahl

-- 1 of 1 --