← Løgtingsmál

52-007/2021

Útreiðslur til rehabilitering á heilsuøkinum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 16. aug. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
007.21 Svar frá K. L. H. Johannesen til J. Dahl - Útreiðslur til rehabilitering á heilsuøkinum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 17. aug. 2021

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 16. august 2021
HMR J. nr. 21/15354-12
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður
Svar
upp á
fyrispurning nr. 52-007/2021 eftir § 52a í tingskipanini um útreiðslur til rehabilitering á
heilsuøkinum frá Johan Dahl, løgtingsmanni
Spurningurin var soljóðandi:
1. Hvussu stórar vórðu samlaðu útreiðslurnar til rehabilitering á heilsuøkinum, t.v.s. til
endurvenjing og endurmenning - í 2018, 2019, 2020 og játtan 2021?
2. Hvussu vórðu útreiðslurnar býttar á tey 3 sjúkrahúsini hetta sama tíðarskeiðið?
3. Hvussu vórðu útreiðslurnar býttar á málbólkar ella slag av sjúkum hetta sama tíðarskeiðið?
4. Hvussu stóra játtan er ætlanin at seta av á fíggjarlógini til rehabilitering í 2022 og 2023?
5. Kann landsstýrismaðurin geva eina stutta frágreiðing um, hvussu innihaldið í samstarvinum
millum heilsuøkið og kommunurnar um rehabilitering er skipað?
Svar:
Til spurning 1
Í hesum svarið verður rehabilitering avmarkað at fevna um tær lønarútreiðslur, sum eru knýttar at
somatisku endurvenjingini á teimum trimum sjúkrahúsunum, tað vil siga fyrst og fremst ergoterapi
og fysioterapi.
Útreiðslurnar til endurvenjing hava í 2018, 2019, 2020 og játtan 2021 verið hesar:
Talva 1: Játtan til endurvenjing (í 1000 kr.)
Ár 2018 2019 2020 2021
Samlað 12.900 13.982 15.227 17.667
Í hesum yvirliti er parturin til m.a. endurmenning, ið fer fram innan psykiatriaka økið ikki tikin við.
Tað er t.d. ergoterapi innan psykiatriska økið.

-- 1 of 4 --

Til spurning 2
Hetta tíðarskeiðið vórðu útreiðslurnar býttar soleiðis á tey 3 sjúkrahúsini:
Talva 2: Játtan til endurvenjing (í 1000 kr.)
Ár/stað 2018 2019 2020 2021
LS 7.432 7.599 7.948 9.112
KS 3.145 3.741 4.606 5.638
SS 2.323 2.642 2.673 2.918
Samlað 12.900 13.982 15.227 17.667
Afturat hesum eru fyri árini 2020 til 2021 hesar upphæddir settar av í fíggjarlógini, oyramerktar til
rehabilitering. Av tí at fyrstu starvssetanirnar eftir hesi játtan ikki eru farnar fram fyrr enn seinast í
2020, er játtanin í ávísan mun nýtt til venjingarútgerð o.l.
Talva 3: Serlig játtan til rehabilitering (í 1000 kr.)
Ár/stað 2018 2019 2020 2021
LS 1.000 550
KS 550 550
SS 450 550
Samlað 0 0 2.000 1.650
Til spurning 3
Tað er ikki einfalt at greiða frá, hvussu útreiðslurnar eru býttar á málbólkar ella slag av sjúkum hetta
tíðarskeiðið.
Ein møguleiki er at hyggja at talinum av starvsfólkum fyri hvørt øki, og er samlaða talið av
ársverkum:
Talva 4: Starvsfólk til endurvenjing
2018 2019 2020 2021
LS 16,70 16,70 16,70 19,70
KS 6,90 8,50 9,05 11,70
SS 5,42 5,70 5,38 6,39
Samlað 29,02 30,90 31,13 37,79
Á Landssjúkrahúsinum eru einstøku starvsfólkini í størri mun knýtt at serøkjum, meðan tey á
Klaksvíkar sjúkrahúsi og Suðuroyar sjúkrahúsi eru býtt út á fleiri ymiskar viðgerðir. Í eini
royndarverkætlan á heysti í 2020 varð ein talupedagogur (logopedur) settur. Hann er nú í føstum
starvi í Sjúkrahúsverkinum. Setanarliga hoyrir hann til Landssjúkrahúsið, men hann arbeiðir á øllum
trimum sjúkrahúsunum eftir tørvi. Eisini er galdandi, at serliga endurvenjing fyri
Parkinsonsjúklingar fer fram á Suðuroyar sjúkrahúsi, og serlig framhaldandi endurvenjing fyri
seinheilaskaða og PETØ-venjingar fyri børn fer fram á Klaksvíkar sjúkrahúsi.

-- 2 of 4 --

Á Landssjúkrahúsinum eru 19,7 starvsfólkaársverk. Endurvenjing verður veitt til:
1,3 starv 6,6% til hjartaøkið
1,1 starv 5,6% til lungaøkið
5,2 starv 26,4% til neurologiska økið
0,3 starv 1,5% til giktaøkið
1,3 starv 6,6% til onnur medisinsk øki
2,0 starv 10,6% til krabbameinsøkið (nýtt tilboð)
0,3 starv 1,5% til lymfødem økið
5,2 starv 26,4% til skurð/ortopædi økið
0,7 starv 3,6% til barnaøkið
0,5 starv 2,5% til gynækologiska økið
1,8 starv 9,1% til psykiatriska økið (ergoterapi innan psykiatriska økið er ikki tald við)
Á Klaksvíkar sjúkrahúsi eru 11,7 starvsfólkaársverk. Endurvenjing verður veitt til:
innlagdar sjúklingar: Seinheilaskaða, neurologi, skurðsjúklingar, krabbameinssjúklingar,
medisinskar sjúkur.
ambulantar bólkavenjingar: Ryggjasjúklingar, giktasjúklingar, akslar UE (undirekstremitetir),
neurologiskir sjúklingar, hjartarehanilitering, lungnarehabilitering, aðrar medisinskar sjúkur,
heittvatnsvenjingar og PETØ.
abulantar einstaklingavenjingar: Seinheilaskaða uppfylgjan, ryggnervaskaðar, lymfødemviðgerð,
eftir skurðviðgerð, eftir hondskurðviðgerð, hond og armskinnarar, parafinbað til hendur, ergoterapi
ávíst frá kommunulækna, børn, bandagistur, ortopædkirurgiskur skómakari.
Á Suðuroyar sjúkrahúsi eru 6,39 starvsfólkaársverk. Endurvenjing verður veitt til:
innlagdar sjúklingar: Neurologi sjúklingar, Parkinson sjúklingar, medisinskir sjúklingar,
skurðsjúklingar, krabbameinssjúklingar og kroniskir pínusjúklingar.
ambulantar bólkavenjingar: Knæhold, mjadnahold, Parkinson, barnakonur, pinkubarnasvimjing,
heittvatnsvenjing, akslar, neurologiskir sjúklingar, hjartarehabilitering og lungarehabilitering.
abulantar einstaklingavenjingar: Børn, Apopleksi/neurologi, eftirskurðviðgerðir, eftir
hondskurðviðgerð, kroniskir sjúklingar, ryggsjúklingar, ítrottaskaðar, arrviðgerð og kroniskir
pínusjúklingar.
Til spurning 4
Ætlanin er, at játtanin til endurvenjing skal hækka frameftir. Enn ber tó ikki til at siga, hvussu stór
upphæddin verður í 2022 og 2023.
Til spurning 5
Innihaldið í samstarvinum millum heilsuøkið og kommunurnar um rehabilitering er skipað soleiðis,
at øll trý sjúkrahúsini hava samstarvsavtalur við eldrasamtøkini í einstøku økjunum. Harumframt
hava Sjúkrahúsverkið og Almannaverkið eina avtalu um samstarv tvørtur um geirarnar. Sjúklingar,

-- 3 of 4 --

sum halda fram í øðrum geira, Almannaverkinum ella kommunala økinum, fáa eina
endurvenjingarætlan við sær.
Eftir at kunngerðin kom í gildi, var neyðugt at fáa greiðar innanhýsis mannagongdir fyri, hvussu
endurvenjingarætlanin skuldi útinnast. T.d er nú gjørd skabelón, sum tryggjar, at allar neyðugar
upplýsingar eru við í ætlanini. Í byrjanin tók tað nakað av tíð at fáa fastar mannagongdir verksettar,
men í dag eiga allir sjúklingar við tørvi á endurvenjing aftaná útskrivan at fáa eina
endurvenjingarætlan við sær.
Sjúklingar omanfyri 67 ár, ið hava tørv á framhaldandi endurvenjing, eftir at teir eru útskrivaðir av
sjúkrahúsi, fáa eina endurvenjingarætlan við sær. Oftast er samskifti við ávísu kommununa
frammanundan, og endurvenjingarætlan verður send teimum. Onkuntíð eru eisini fundir við
kommununa, áðrenn sjúklingurin verður útskrivaður til kommunala endurvenjing.
Endurvenjingarætlanin skal tryggja, at kommunan er væl skikkað at taka ímóti sjúklinginum og
kann halda á við endurvenjingini í samsvari við tað, sum sjúkrahúsið hevur mett neyðugt.
Tað er ymist, hvussu kommunurnar skipa síni endurvenjingartilboð. Onkur kommuna hevur
rehabiliteringsstovn, aðrar samdøgursrehabilitering og aftur aðrar dagtilboð. Til tíðir er eisini tørvur
á, at kommunalu terapeutarnir fara heim til sjúklingin at venja.
Óansæð hvussu tilboðini vera skipað í kommununum, hevur Sjúkrahúsverkið við eini
endurvenjingarætlan fyri einstaka sjúklingin tryggjað, at kommunur eru so væl upplýstar sum
gjørligt, fyri at sjúklingurin skal kunna endurvinna mistar førleikar.
Heilsumálaráðið, 16. august 2021
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður

-- 4 of 4 --
007.21 Spurningur til K. L. H. Johannesen frá J. Dahl - Útreiðslur til rehabilitering á heilsuøkinum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 4. aug. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Johan Dahl, løgtingsmaður
Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum
Evni: Útreiðslur til rehabilitering á heilsuøkinum
Spurningar:
1. Hvussu stórar vórðu samlaðu útreiðslurnar til rehabilitering á heilsuøkinum, t.v.s. til endurvenjing og
endurmenning - í 2018, 2019, 2020 og játtan 2021?
2. Hvussu vórðu útreiðslurnar býttar á tey 3 sjúkrahúsini hetta sama tíðarskeiðið?
3. Hvussu vórðu útreiðslurnar býttar á málbólkar ella slag av sjúkum hetta sama tíðarskeiðið?
4. Hvussu stóra játtan er ætlanin at seta av á fíggjarlógini til rehabilitering í 2022 og 2023?
5. Kann landsstýrismaðurin geva eina stutta frágreiðing um, hvussu innihaldið í samstarvinum millum
heilsuøkið og kommunurnar um rehabilitering er skipað?
Viðmerkingar:
Tað eru nógvir føroyingar, sum hava tørv á rehabilitering. Rehabilitering byggir á ta fortreyt, at talan er
um viðgerð í longri tíðarskeið. Sjúkralegur í styttri tíðarskeið krevja ikki tað sama av avvarðandi,
arbeiðsbyrða og familjulív - ein læknafaklig meting.
Rehabilitering fyrigongur bæði á heilsuøkinum og almannaøkinum, og tí hevur landsstýrismaðurin í
almannamálum fingið ein fyrispurning um sama evni.
Tað er trupult í løtuni neyvt at lýsa, hvør fíggjarlig orka verður brúkt ella er markað til rehabilitering í
Føroyum, t.d. býtt á sjúkrahús, málbólkar og sjúkuslag.
Tað er altavgerandi at vita, hvør fíggjarlig orka verður brúkt upp á verandi skipanir, hvussu vit raðfesta
avmarkaðu fíggjarligu orkuna og ikki minst, um tørvur er á at umraðfesta og umskipa rehabiliteringsøkið
- við borgaranum í fokus. Tí verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 4. august 2021
Johan Dahl

-- 1 of 1 --