52-006/2021
Fjarskiftisøkið
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 16. aug. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
006.21 Svar frá løgmanni til B. L. Jacobsen - fjarskiftisøkið.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 17. aug. 2021
Sjá útdrigin tekst
-- 1 of 2 -- -- 2 of 2 --
006.21 Spurningur til løgmann frá B. L. Jacobsen - fjarskiftisøkið.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 4. aug. 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Beinta Løwe Jacobsen, løgtingsmaður Svarari: Bárður á Steig Nielsen, løgmaður Evni: Fjarskiftisøkið Spurningar: 1. Hvørja ávirkan hevur danska stjórnin/Fólkatingið á nýggju lóggávuna á fjarskiftisøkinum, sum løgmaður vísir á í ólavsøkurøðuni, og sum verður mett at verða trygdar- og verjupolitikkur? 2. Hvørji onnur yvirtikin málsøki eru, ið verða mett at koma undir trygdar- og verjupolitikk? 3. Hevur danska stjórnin ynskt at vera inn yvir lóggávuna á fjarskiftisøkinum? Viðmerkingar: Í løgmansrøðuni greiddi løgmaður frá, at bæði NATO og ES eru á einum máli um, at undirstøðukervið á fjarskiftisøkinum eisini er ein spurningur um trygdar – og verjupolitikk. Áhugavert er at vita, um tað merkir, at danska stjórnin og/ella Fólkatingið nú skulu inn yvir lóggávuna á hesum øki. Spurt varð um hetta undir viðgerðini av ólavsøkurøðu løgmans. Men fyri at fáa greiðari svar um, hvørjar ætlanir eru á hesum øki, nú løgmaður sigur, at hetta kemur undir trygdar- og verjupolitikk, verður hesin fyrispurningur settur. Á Løgtingi, 4. august 2021 Beinta Løwe Jacobsen -- 1 of 1 --