52-005/2021
Veiðirættindi og friðingar
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 16. aug. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
005.21 Svar frá J. Vestergaard til J. Joensen - Veiðirættindi og friðingar.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 16. aug. 2021
Sjá útdrigin tekst
FISKIMÁLARÁÐIÐ M i n i s t r y o f F i s h e r i e s Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn 16. august 2021 Mál: 21/15347-2 (at tilskila í svari) Tygara skriv: 52-005/2021 Svar til fyrispurning 52-005/2021 frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni, um veiðirættindi og friðingar. Spurningar: 1. Hvussu leingi hevur eystari kantur av Føroyabanka verið friðaður? 2. Ætlar landsstýrismaðurin at geva trolarum, sum royna eftir svartkalva, betri trolleiðir á djúpari leiðunum á eystara kanti av Føroyabanka? 3. Hevur landsstýrismaðurin í hyggju at geva svartkalvabátunum betri veiðirættindi og møguleikar? Svar: Til nr. 1. Eystari kantur av Føroyabanka hevur verið friðaður part av árinum síðani mars í 1993. Til nr. 2. Ongin ítøkilig ætlan er í viðgerð um at geva trolarum betri trolleiðir á djúpari leiðunum á eystara kanti av Føroyabanka. Til nr. 3. Sum landsstýrismaður eri eg altíð opin fyri at fremja broytingar, ið kunnu betra um veiðimøguleikar hjá fiskiflotanum í síni heild. Ein treyt fyri at fremja slíkar broytingar er millum annað, at broytingarnar verða skipaðar sum burðardyggur fiskiskapur, eins og at tær verða viðgjørdar í eini heildarmeting, sum fevnir um allar vinnubólkar í føroyska fiskiskapinum. Jacob Vestergaard landsstýrismaður -- 1 of 1 --
005.21 Spurningur til J. Vestergaard frá J. Joensen - Veiðirættindi og friðingar.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 4. aug. 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Jóhannis Joensen, løgtingsmaður Svarari: Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum Evni: Um veiðirættindi og friðingar Spurningar: 1. Hvussu leingi hevur eystari kantur av Føroyabanka verið friðaður? 2. Ætlar landsstýrismaðurin at geva trolarum, sum royna eftir svartkalva, betri trolleiðir á djúpari leiðunum á eystara kanti av Føroyabanka? 3. Hevur landsstýrismaðurin í hyggju at geva svartkalvabátunum betri veiðirættindi og møguleikar? Viðmerkingar: Trolarar, sum royna eftir svartkalva á djúpum vatni (270 favnar og djúpari), sleppa ikki at fiska á eystara kanti av Føroyabanka. Orsøkin er friðingin av toski og hýsu. Friðingin ger, at økið hjá svartkalvabátunum gerst so avmarkað. Botnurin uttanfyri er sera ringur, og tí er ongin fiskiskapur eftir svartkalva á fleiri leiðum longri suðuri. Djúpvatnstrolarar fiska á 270 favna dýpi og djúpari, har hvørki toskur ella hýsa eru at fáa. Fyri at fáa greiðu á ætlanunum hesum viðvíkjandi, verður hesin fyrispurningur settur landsstýrismanninum. Á Løgtingi, 3. august 2021 Jóhannis Joensen -- 1 of 1 --