← Løgtingsmál

52-004/2021

Nýtt tilfeingi, kvotur og gjøld í fiskivinnuni

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 16. aug. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
004.21 Svar frá J. Vestergaard til H. Hoydal - Nýtt tilfeingi, kvotur og gjøld í fiskivinnuni.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 17. aug. 2021

Sjá útdrigin tekst
FISKIMÁLARÁÐIÐ
M i n i s t r y o f F i s h e r i e s
Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s
T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
16. august 2021
Mál: 21/15343-2
(at tilskila í svari)
Tygara skriv: 52-004/2021
Svar til fyrispurning 52-004/2021 frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, um nýtt
tilfeingi, kvotur og gjøld í fiskivinnuni.
Spurningar:
1. Við teimum kvotum og tí nýggja makreltilfeingi, sum Føroyar hava ásett í 2021,
hvussu nógv hevði verið boðið út á uppboðssølu, um lógin hjá undanfarnu
samgongu enn var í gildi (sjófeingislógin sum var galdandi í 2018 og 2019)?
2. Hvussu nógv hevði verið boðið út í tonsum í 2021 av ávikavist:
- Makreli
- Norðhavssild
- Svartkjafti
- Botnfiski í Barentshavinum og við Svalbard?
3. Hvussu stór hevði inntøkan verið hjá landskassanum av hesum uppboðum,
umframt veiðigjøld, um miðalprísirnir vóru teir somu fyri fiskasløgini sum í 2018 og
2019?
4. Hvussu stórur er munurin í mun til tað, sum nú verður mett í inntøku til
landskassan av veiðigjøldum í 2021?
5. Hvussu stórar høvdu menningarkvoturnar verið í tonsum í 2021 av makreli,
norðhavssild og svartkjafti, um sjófeingislógin hjá undanfarnu samgongu enn var í
gildi?
Svar:
Til nr. 1.
Sambært lóg um fyrisiting av sjófeingi, sum seinast er broytt við løgtingslóg nr. 126 frá 5.
august 2019, er ásett í § 15, at:

-- 1 of 3 --

FISKIMÁLARÁÐIÐ
2/3
Um heildarkvotan er lægri ella ájavnt við ásettu nøgdirnar í nr. 1-6, verða ávikavist 25%, 15%, 15%,
15%, 15% og 15% av nøgdini bjóðað út sum sølukvota:
1) 350.000 tons av svartkjafti.
2) 90.000 tons av makreli.
3) 65.000 tons av norðhavssild.
4) 27.000 tons av botnfiski í Barentshavinum.
5) 3.100 tons av toski á Flemish Cap.
6) 1.900 tons av botnfiski í Eysturgrønlandi.
Stk. 2. Er heildarkvotan størri enn nøgdirnar, ásettar í stk. 1, nr. 1-6, verður nøgdin, sum er omanfyri,
boðin út á uppboði sum uppboðsárskvota, samanber tó § 18.
(§ 18. Nýggj rættindi at veiða kunna verða boðin út á uppboði sum sølukvota).
Til nr. 2.
Makrelur:
43.406 tons, harav 7.057 tons sum sølukvota og 36.349 tons sum uppboðsárskvota.
Norðhavssild:
51.231 tons, harav 5.280 tons sum sølukvota og 45.951 tons sum uppboðsárskvota.
Svartkjaftur:
33.196 tons, harav 33.196 tons sum sølukvota og onki sum uppboðsárskvota.
Botnfiskur í Barentshavinum og við Svalbard:
4.695 tons, harav 2.531 tons sum sølukvota og 2.164 sum uppboðsárskvota.
Svarið til hendan spurningin byggir á ta fyritreyt, at ongin uppboðssøla er hildin í 2020. Um
uppboðssøla varð hildin í 2020, skuldu seldu rættindini í nøgdum, ið hava gildistíð meira
enn eitt ár, roknast frá nevndu tonsatølum.
Viðmerking: Uppboðsárskvota verður seld fyri eitt ár og verður bert boðin út, um
heildarkvotan er størri enn nøgdirnar ásettar í svari til spurning nr. 1, punkt 1 – 6 (sambært
§ 15, stk. 2 í lógini, sum var galdandi í 2018 og 2019).
Til nr. 3.
Umleið 570 mió. kr.
Uppboð
Fiskaslag Tons Kr./kg. meðal Kr. í alt (í 1.000)
Makrelur 43.406 5,82 252.623
Norðhavssild 51.231 2,35 120.393
Svartkjaftur 33.196 0,47 15.602
Toskur Barentshavið og Svalbard 4.695 4,21 19.766
Uppboð í alt, umleið 132.528 408.384

-- 2 of 3 --

FISKIMÁLARÁÐIÐ
3/3
Veiðigjøld
Fiskaslag Tons Kr./kg. meðal Kr. í alt (í 1.000)
Makrelur 65.489 1,00 252.623
Norðhavssild 75.819 0,75 120.393
Svartkjaftur 200.262 0,20 15.602
Toskur Barentshavið og Svalbard 24.469 0,00 19.766
Veiðigjøld í alt, umleið 366.039 162.406
Uppboð og veiðigjøld, umleið 570.789
Prísirnir á uppboðssøluni eru ásettir samsvarandi meðalprísum fyri sølurnar í 2018 og 2019.
Veiðigjøldini eru ásett samsvarandi lógini í 2019.
Í sambandi við svarið til hendan spurningin loyvi eg mær at viðmerkja, at umstøðurnar at
veiða og selja fisk broytast almikið frá ári til ár. Til dømis kann nevnast, at
avreiðingarprísurin fyri makrel hjá nøkrum skipum higartil í 2021 hevur verið runt roknað
5,50 kr. fyri kilo ella kanska heldur minni, sambært almennum yvirliti.
Til nr. 4.
Inntøkumetingin fyri 2021 er 314 mió. kr. Munurin er harvið smáar 260 mió. kr.
Um hækkingin í makrelkvotu í 2021 verður innroknað í inntøkumetingina av veiðigjøldum
fyri 2021, er munurin smáar 200 mió. kr.
Til nr. 5.
8,5% av samlaðu føroysku kvotuni av ávísa fiskaslagnum.
Í tonsum verður nøgdin hendan.
Fiskaslag Tons
Makrelur 14.199
Norðhavssild 12.202
Svartkjaftur 28.063
Viðmerking: Nevndu tonsatøl mega ikki tulkast sum nøgdir, ið kundu verið lýstar sum
leysar at søkja, tí møguligar áður játtaðar kvotur, ið hava gildi í 2021, skulu dragast frá
nevndu tonsatølum.
Jacob Vestergaard
landsstýrismaður

-- 3 of 3 --
004.21 Spurningur til J. Vestergaard frá H. Hoydal - Nýtt tilfeingi, kvotur og gjøld í fiskivinnuni.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 4. aug. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Høgni Hoydal, løgtingsmaður
Svarari: Jacob Vestergaard, landsstýrismaður
Evni: Nýtt tilfeingi, kvotur og gjøld í fiskivinnuni
Spurningar:
1. Við teimum kvotum og tí nýggja makreltilfeingi, sum Føroyar hava ásett í
2021, hvussu nógv hevði verið boðið út á uppboðssølu, um lógin hjá
undanfarnu samgongu enn var í gildi (sjófeingislógin sum var galdandi í 2018
og 2019)?
2. Hvussu nógv hevði verið boðið út í tonsum í 2021 av ávikavist:
- Makreli
- Norðhavssild
- Svartkjafti
- Botnfiski í Barentshavinum og við Svalbard?
3. Hvussu stór hevði inntøkan verið hjá landskassanum av hesum uppboðum,
umframt veiðigjøld, um miðalprísirnir vóru teir somu fyri fiskasløgini sum í
2018 og 2019?
4. Hvussu stórur er munurin í mun til tað, sum nú verður mett í inntøku til
landskassan av veiðigjøldum í 2021?
5. Hvussu stórar høvdu menningarkvoturnar verið í tonsum í 2021 av makreli,
norðhavssild og svartkjafti, um sjófeingislógin hjá undanfarnu samgongu enn
var í gildi?
Viðmerkingar:
Føroyar hava hækkað sína makrelkvotu við áleið 60.000 tonsum. Hartil er sildakvotan
hækkað og kvotan av botnfiski í Barentshavinum orsakað av tilmælum og
samráðingum.
Sjófeingislógin hjá undanfarnu samgongu hevði greiðar ásetingar um, at hækkaðar
kvotur og nýtt tilfeingi skuldu bjóðast út. Hartil hvussu nógv skuldi vera í
menningarkvotum.
Tí verður spurt, hvussu nógv hevði verið boðið út, og hvussu nógv hevði verið í
menningarkvotum, um lógin hjá undanfarnu samgongu enn var í gildi.

-- 1 of 2 --

Hartil verður spurt, hvussu inntøkan hevði verið hjá landskassanum við somu
miðalprísum sum í 2018 og 2019 – og hvør munurin er í mun til mettu inntøkurnar nú.
Á Løgtingi, 3. august 2021
Høgni Hoydal
løgtingsmaður

-- 2 of 2 --