← Løgtingsmál

52-003/2021

Suðuroyartunnilin

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 14. aug. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
003.21 Svar fra J. Niclasen til S. Stenberg - Suðuroyartunnil.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 16. aug. 2021

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 13. august 2021
J. nr.: 21/15476
Svar uppá fyrispurning nr. 52-003/2021 frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu, settur, Jørgeni
Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um Suðuroyartunnilin.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Nær ætlar landsstýrismaðurin at kalla inn til fundar um politiska semju um
Suðuroyartunnilin?
2. Hvussu gongur við undankanningunum til Suðuroyartunnilin, og nær eru tær lidnar?
3. Nær kann væntast, at klárt er at bora?
4. Er ætlanin framvegis, at peningur fyrst skal játtast frá 2025?
5. Kemur ætlanin, at tað skal vera koyrandi í 2030 at halda?
Svar til fyrispurning nr. 1
Støða er ikki tikin til, nær flokkarnir verða kallaðir saman at viðgera verkætlanina Suðuroyartunnilin
og ymiskar týðandi spurningar og viðurskifti í sambandi við hana. Fleiri av viðurskiftunum kunnu illa
viðgerast, fyrr enn fleiri forkanningar og fyrireikingar eru gjørdar og fyrr enn ein trygdarmeting
fyriliggur av tunlinum. Miðað verður eftir einari felags semju um Suðuroyartunnilin eins og gjørt
varð í sambandi við Eysturoyar- og Sandoyartunnilin.
Svar til fyrispurning nr. 2
Undankanningarnar og fyrireikingarnar í sambandi við Suðuroyartunnilin ganga eftir ætlan. Tað
hevur gingið væl at gera seismiskar kanningar og at gera borihol til kanningar av jarðfrøðini bæði í
2020 og 2021. Kanningarnar eru kortini ikki liðugt greinaðar og viðgjørdar enn. Neyðugt verður at
kanna úrslitini betur og at kanna úrslitini frá jarðfrøðiligu kanningunum í 2020 og 2021 saman.
Arbeitt verður eisini við at kanna búskaparliga partin av verkætlanini við samfelagsligum-, kostnyttu-
og CO2-greiningum. Ætlanin er eisini at kanna møguligar fíggingarleistir í sambandi við
verkætlanina. Í sambandi við tunnilin verður eisini neyðugt at gera eina trygdarmeting (váðameting),
náttúru- og fornfrøðikanningar v.m., og ætlanin er eisini at byrja tað arbeiðið í 2021.
Gongur alt væl í sambandi við forkanningarnar og fyrireikingarnar í sambandi við tunnilin, og taka
óvæntað viðurskifti seg ikki upp, verður miðað eftir, at arbeiðið er komið rættiliga langt í ár og at
síðstu forkanningarnar og fyrireikingarnar verða gjørdar í 2022.
Svar til fyrispurning nr. 3
Til ber ikki at siga við vissu, nær klárt verður at bora Suðuroyartunnilin. Hetta er millum annað
treytað av, hvussu tað fer at ganga at gera tær undankanningar og fyrireikingar, sum eru eftir at gera,
og av hvussu tað fer at ganga at fíggja verkætlanina og at prosjektera tunnilin.

-- 1 of 2 --

F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
2/2
Svar til fyrispurning nr. 4
Løgtingið hevur játtað 5 mió. kr. til forkanningar og fyrireikingar í sambandi við Suðuroyartunnilin
frá 2020. Landsstýrið hevur eisini á langtíðarløguætlanini hjá landinum frá 2025 sett 100 mió. kr.
árliga av til partafelagið, sum ætlandi skal standa fyri verkætlanini. Landsstýrið og samgongan hava
ikki ætlanir um at broyta hesa raðfesting.
Svar til fyrispurning nr. 5
Politiska ynskið er, at koyrandi verður í 2030. Enn er ov tíðliga at siga við vissu, um tann ætlanin
heldur.
Tinganes, 13. august 2021
Jørgen Niclasen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 2 of 2 --
003.20 Spurningur til J. Niclasen frá S. Stenberg - Suðuroyartunnil.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 3. aug. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Sirið Stenberg, løgtingsmaður
Svarari: Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Suðuroyartunnilin
Spurningar:
1. Nær ætlar landsstýrismaðurin at kalla inn til fundar um politiskar semju um
Suðuroyartunnilin?
2. Hvussu gongur við undankanningunum til Suðuroyartunnilin, og nær eru tær
lidnar?
3. Nær kann væntast at klárt er at bora?
4. Er ætlanin framvegis, at peningur fyrst skal játtast frá 2025?
5. Kemur ætlanin, at tað skal vera koyrandi í 2030 at halda?
Viðmerkingar:
Sum skilst gongur væl at bora Sandoyartunnilin, og skotið verður møguliga ígjøgnum
seinni í ár.
Fyrireikingar verða í løtuni gjørdar til Suðuroyartunnilin, og enn eru hesar ikki lidnar.
Tað er upplýst fyri Løgtinginum, at fyrstu játtanirnar til Suðuroyartunnilin verða
latnar í 2025. Tað er eisini upplýst, at tað tekur millum 7-9 ár at gera
Suðuroyartunnilin, og at hetta er aftaná fyrireikingar, undankanningar og
projekteringar eru gjørdar. Tískil er spyrjarin stúrin, um tað fer at bera til at halda
málið um, at tað skal vera koyrandi til Suðuroynna í 2030.
Landsstýrismaðurin hevur fyrr upplýst, at hann ætlar at kalla politisku flokkarnar á
fund um Suðuroyartunnilin. Enn er eftir at finna politisku semjurnar um fígging,
linjuføring, standardar, partafelag o.a. Fyri at tryggja at gongd er í málinum, og at
tíðarætlanin kemur at halda, verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum.
Á Løgtingi, 2. august 2021
Sirið Stenberg

-- 1 of 1 --