52-002/2021
Útbjóðing av bergholinum til Fámjins
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 14. aug. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
002.20 Svar frá J. Niclasen til H. Hoydal - Útbjóðing av bergholinum til Fámjins r.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 17. aug. 2021
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 20 20 • fmr@fmr.fo • www.fmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 16. august 2021 J. nr.: 21/15474 Svar uppá fyrispurning nr. 52-002/2021 frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, um útbjóðing av bergholinum til Fámjins, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgeni Niclasen. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hví er undangóðkenningin av fyritøkum at bjóða uppá bergholið til Fámjins ikki avgreidd, nú freistin langt síðani er farin? 2. Hvørjar fyritøkur hava bjóðað seg fram og latið tilfar til undangóðkenningina, áðrenn freistin fór? 3. Nær verður kunngjørt, hvørjar fyritøkur hava latið tilfar inn, áðrenn freistina, og hvørjar eru undangóðkendar at bjóða? 4. Nær verður sjálv útbjóðingin av bergholinum framd, og hvussu er tíðarætlanin fyri at gera bergholið, tilkoyringarvegir – og nær er ætlanin at koyrandi verður? 5. Um ein kæra er komin um málið, hvaðani og til hvønn er hon komin, og hevur Landsverk viðgjørt hana og mælt til at útseta málið? Svar til fyrispurning nr. 1 Orsøkin til, at undangóðkenningin ikki er avgreidd enn, er, at ein fyritøka kærdi handfaringina av broyttu tíðarfreistini í sambandi við innlating av umsóknum viðvíkjandi undangóðkenningini. Svar til fyrispurning nr. 2 Tað eru tríggjar fyritøkur, sum hava bjóðað seg fram og latið tilfar inn til undangóðkenningina, áðrenn freistin fór. Fyritøkurnar eru hesar: • MT Højgaard, • NCC Føroyar, og • ArtiCon P/F. Svar til fyrispurning nr. 3 Fráboðanarbrøv eru send til umsøkjararnar, og vanliga verður fráboðan eisini løgd út á heimasíðuna hjá Landsverki. Svar til fyrispurning nr. 4 Eftir at undanfarna samgonga valdi at steðga gerð av Fámjinstunlinum, so fegnast landsstýrismaðurin um, at semja nú er um at gera tunnilin sum skjótast. Peningur er settur av í ár, og á løguætlan landsstýrisins er eisini peningur settur av næstu 2 árini. Verklagslóg um Fámjinstunnilin verður løgd fyri Løgtingið á komandi løgtingsfundi. -- 1 of 2 -- F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance 2/2 Landsverk hevur gjørt eina nýggja tíðarætlan. Sambært henni verður søkt eftir fyritøkum til undangóðkenning í august 2021. Eftir tað verður arbeiðið boðið út, og sambært Landsverki koma tilboðini inn ultimo november. Tilboðini verða tá kannað og sáttmáli undirskrivaður. Landsverk væntar, at arbeiðið tekur 2 ár. Landsstýrismaðurin ynskir at viðgera hesa tíðarætlan nærri við Landsverk, tí landsstýrismaðurin vónar, at arbeiðið kann gerast skjótari. Royndirnar seinnu árini við tunlum eru, at arbeiðið er gjørt skjótari enn frammanundan mett, og tí eru játtanir framfluttar. Tað er eisini ein møguleiki við Fámjinstunlinum. Svar til fyrispurning nr. 5 Fíggjarmálaráðið móttók eina kæru frá J&K Petersen. Fíggjarmálaráðið hevur viðgjørt kæruna sambært vanligum fyrisitingarligum mannagongdum, og í hesum sambandi er Landsverk hoyrt sum partur av kæruviðgerðini. Landsverk hevur ikki mælt til at útseta málið. Ítøkiliga snýr kæran seg um, at Landsverk broytti tíðarfreistina fyri, nær umsókn um undangóðkenning skuldi verða latin inn. Landsverk valdi at broyta upprunaligu ásettu tíðarfreistina, tá stovnurin bleiv varugur við, at henda tíðarfreistin fall á ein hósdag kl. 14:00, sum var ein halgidagur. Landsverk avgjørdi tí at leingja freistina til mánamorgun kl. 9. Hetta bleiv gjørt inni á iBinder, sum er samskiftispallurin hjá Landsverki. J&K Petersen varnast ikki, at tað ikki bara er dagurin, sum er broyttur, men at tíðin eisini er broytt. J&K Petersen hevur víst á, at tíðarfreistin ikki bleiv víst eins týðuliga á iBinder sum í undangóðkenningartilfarinum hjá Landsverki, har hetta varð skrivað við størri skrift og markerað. J&K Petersen sendir tí av misgáum umsóknina inn 2 tímar ov seint. Fíggjarmálaráðið er av teirri fatan, at J&K Petersen ikki hevur kunnað seg nóg væl um nýggju tíðarfreistirnar, og orsakað av hesum hevur fyritøkan latið umsóknina inn ov seint. Hinvegin hevur nýggja freistásetingin hjá Landsverki elvt til misskiljingar, og hetta hevur víst seg at vera beinleiðis orsøk til, at J&K Petersen hevur latið umsóknina inn ov seint. Samanumtikið metir Fíggjarmálaráðið, at talan er um eina tíðarfreist, sum ikki er lógarásett, tí málið snýr seg um eina undangóðkenning, ið ikki er fevnd av løgtingslóg um útbjóðing v.m. Broytingin av tíðarfreistini er beinleiðis orsøk til, at misskiljingar íkoma. Hetta hevur við sær, at ein umsókn til undangóðkenning verður latin inn ov seint. Niðurstøðan hjá Fíggjarmálaráðnum er tí, at Landsverk er nærmast at bera váðan fyri íkomnu støðuna. Avgerðin hjá Landsverki bleiv sostatt ógildað. Fíggjarmálaráðið heitti tí á Landsverk um at áseta eina nýggja tíðarfreist, har Landsverk samstundis heitir á fyritøkur um at blíva undangóðkendar av nýggjum í sambandi við Fámjinstunnilin. Tinganes, 16. august 2021 Jørgen Niclasen Landsstýrismaður í fíggjarmálum -- 2 of 2 --
002.20 Spurningur til J. Niclasen frá H. Hoydal - Útbjóðing av bergholinum til Fámjins r.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 3. aug. 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Høgni Hoydal, løgtingsmaður Svarari: Jørgen Niclasen, landsstýrismaður Evni: Útbjóðing av bergholinum til Fámjins 1. Hví er undangóðkenningin av fyritøkum at bjóða uppá bergholið til Fámjins ikki avgreidd, nú freistin langt síðani er farin? 2. Hvørjar fyritøkur hava bjóðað seg fram og latið tilfar til undangóðkenningina, áðrenn freistin fór? 3. Nær verður kunngjørt, hvørjar fyritøkur hava latið tilfar inn, áðrenn freistina, og hvørjar eru undangóðkendar at bjóða? 4. Nær verður sjálv útbjóðingin av bergholinum framd, og hvussu er tíðarætlanin fyri at gera bergholið, tilkoyringarvegir – og nær er ætlanin at koyrandi verður? 5. Um ein kæra er komin um málið, hvaðani og til hvønn er hon komin, og hevur Landsverk viðgjørt hana og mælt til at útseta málið? Viðmerkingar: Freistin hjá fyritøkum at bjóða seg fram til undangóðkenningar at gera bergholið til Fámjins varð sett til Kristi himmalferðardag 13. mai 2021. Men freistin varð útsett nakrar dagar orsakað av, at heiligdagur var henda dagin. Kortini er onki fráboðað um, hvørjar fyritøkur hava bjóðað seg fram, og hvørjar eru undangóðkendar at gera bergholið til Fámjins. Tí verður spurt, hvør orsøkin er til hetta, nær hetta verður avgreitt, og hvør tíðarætlanin er fyri alla verkætlanina. Á Løgtingi, 3. august 2021 Høgni Hoydal -- 1 of 1 --