← Løgtingsmál

52-001/2021

Vitjanir á sjúkrahúsunum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 13. aug. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
001.21 Svar frá K. L. H. Johannesen til B. Justinusen - vitjanir á sjúkrahúsunum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 9. aug. 2021

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 6. august 2021
HMR J. nr. 21/15233-5
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður
Svar
uppá
fyrispurning nr. 52-001/2021 eftir § 52a í tingskipanini um vitjanir á
sjúkrahúsunum frá Bill Justinussen, løgtingsmanni
Fyrispurningurin var soljóðandi:
Spurningar:
1. Er tað framvegis galdandi, at bert koppsettir borgarar kunnu vitja sjúklingar á
sjúkrahúsunum?
2. Hvør er orsøkin til, at ikki koppsettir borgarar sambært skrivinum frá 13. juli
ikki sleppa at vitja síni kæru á sjúkrahúsunum?
3. Hvør er munurin á einum koppsettum persóni og einum ikki koppsettum
persóni, um báðir hava eina galdandi negativa koronukanning?
4. Hvørja heimild hevur sjúkrahúsleiðslan at gera mun millum koppsettar borgarar
og ikki koppsettar borgarar?
5. Tekur landsstýrismaðurin undir við hesum mismuni millum føroyskar
skattaborgarar?
6. Fer landsstýrismaðurin at broyta treytirnar fyri, hvør kann vitja síni kæru á
sjúkrahúsunum?
Svar:
Til spurning 1
Nú smittutalið er minka munandi, ber aftur til at vitja á sjúkrahúsunum uttan serlig
fyrilit.
Til spurning 2
Sjúkrahúsverkið hevur ábyrgd av, at umstøður á sjúkrahúsunum kunnu forsvarast
heilsufakliga, og at sjúklingatrygdin er í lagi, soleiðis at allir sjúklingar á
sjúkrahúsunum kunnu kenna seg tryggar.

-- 1 of 2 --

Sjúkrahúsleiðslan hevur síðani koronasmitta fór at gera um seg í Føroyum, áhaldandi
tillaga umstøðurnar innanhýsis á sjúkrahúsunum í mun til smittuvandan í samfelagnum
við tí endamáli at verja sjúklingar. Tá smittutalið øktist ógvusliga herfyri, gjørdust
borgarar í iva um hvørjar reglur vóru galdandi fyri vitjan, tí Sjúkrahúsverkið áður hevur
latið aftur fyri øllum vitjandi.
Av tí at koppsettir borgarar ikki eru at meta sum smittuberar, varð boðað frá á
heimasíðuni hjá Sjúkrahúsverkinum, at hesi framvegis kundu vitja á sjúkrahúsunum, tó
vit atliti at almennu tilmælunum um frástøðu og handreinføri. Um umstøður vóru, sum
talaðu fyri vitjan frá avvarðandi, sum ikki vóru koppsett, hevur meting verið gjørd í
hvørjum einstøkum føri úti á deildunum.
Til spurning 3
Onki krav hevur verið um, at koppsett skuldu hava negativa koronukanning fyri at vitja
á sjúkrahúsunum, burtursæð frá teimum, sum koma heim úr útlondum. Hesi verða øll
kannaði við komu til landið. Men mett varð, at Delta-varianturin smittar so skjótt og
illa, at hóast eina negativa test frá degnum fyri, kundi ein vitjandi, sum ikki var
koppsettur, møguliga økja um vandan fyri at bera smittu við inn á sjúkrahúsið. Eitt nú
hevur ikki verið óvanligt at fólk, sum eru testað negativ ein dag, eru testað positiv fáa
dagar seinni.
Til spurning 4
Tað er ein leiðsluavgerð, hvussu umstøðurnar innanhýsis á sjúkrahúsunum eru
tillagaðar í mun til smittuvandan úti í samfelagnum. Hetta er gjørt fyri at verja
sjúklingar.
Til spurning 5
Landsstýrismaðurin hevur fult álit á, hvussu Sjúkrahúsverkið handfer íkomnu støðuna
við korunusmittuni. Sjúkrahúsverkið hevur higartil megnað uppgávuna sera væl og
hevur stórt rós uppiborið fyri handfaringina av støðuni.
Til spurning 6
Landsstýrismaðurin ætlar ikki at leggja seg út í, hvussu Sjúkrahúsverkið tillagar sítt
virksemi í mun til smittuvandan í samfelagnum.
Heilsumálaráðið, 6. august 2021
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
001.21 Spurningur til K. L. H. Johannesen frá B. Justinusen - vitjanir á sjúkrahúsunum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 2. aug. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bill Justinussen, løgtingsmaður
Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum
Evni: Vitjanir á sjúkrahúsunum
Spurningar:
1. Er tað framvegis galdandi, at bert koppsettir borgarar kunnu vitja sjúklingar á
sjúkrahúsunum?
2. Hvør er orsøkin til, at ikki koppsettir borgarar sambært skrivinum frá 13. juli
ikki sleppa at vitja síni kæru á sjúkrahúsunum?
3. Hvør er munurin á einum koppsettum persóni og einum ikki koppsettum
persóni, um báðir hava eina galdandi negativa koronukanning?
4. Hvørja heimild hevur sjúkrahúsleiðslan at gera mun millum koppsettar
borgarar og ikki koppsettar borgarar?
5. Tekur landsstýrismaðurin undir við hesum mismuni millum føroyskar
skattaborgarar?
6. Fer landsstýrismaðurin at broyta treytirnar fyri, hvør kann vitja síni kæru á
sjúkrahúsunum?
Viðmerkingar:
13. juli 2021 var soljóðandi skriv at lesa á heimasíðu Landssjúkrahúsins:
“Smittustøðan í Føroyum í løtuni hevur við sær, at avvarðandi eru varin við at
vitja innlagdar sjúklingar á sjúkrahúsinum.
Koppsettir borgarar kunnu framhaldandi vitja sjúklingar. Tó eiga koppsettir
borgarar, sum hava verið uttanlands, at bíða eftir úrslitinum frá koronukanningini
heimkomudagin, innan vitjað verður á sjúkrahúsinum.
Samstundis verður mint á almennu tilmælini um frástøðu og at spritta hendur,
meðan vitjað verður.”
Tað hevur alla tíðina verið almenni politikkur samgongunnar, at ikki skal gerast
munur á koppsettum og ikki koppsettum í landi okkara. Skrivið frá 13. juli ger
álvarsligan mun á borgarum í Føroyum, hóast allir gjalda sama skatt til somu

-- 1 of 2 --

tænastur. Landsstýrismaðurin verður biðin um at grundgeva fyri, hví ikki koppsett
verða soleiðis viðfarin av okkara sjúkrahúsverki, og hví slíkur munur verður
gjørdur.
Á Løgtingi, 2. august 2021
Bill Justinussen

-- 2 of 2 --