52-170/2020
Um at góðskutryggja avgerðir í barnarverndarmálum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 5. jul. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
170.20 Svar frá E. M. Gunnleygsdóttur til B. Samuelsen - Um at góðskutryggja avgerðir í barnarverndarmálum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 5. jul. 2021
Sjá útdrigin tekst
ALMANNAMÁLARÁÐIÐ Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn Tel: +298 304000 • Fax: +298 304045 • E-mail: amr@amr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 110 Tórshavn 5. juli 2021 Mál: 21/12917 Viðgjørt: Maria Michelsen Nr. 52-170/2020 Svar uppá fyrispurning eftir tingskipanini § 52 a Fyrispurningur um at góðskutryggja avgerðir í barnaverndarmálum, settur landsstýrismanninum við almannamálum Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (at svara skrivliga eftir TS § 52 a) Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Í hvønn mun verða avgerðir, tiknar av Høvuðsbarnaverndarnevndini um at seta børn heiman, eftirmettar ella endurmettar – hvussu ofta og av hvørjum? 2. Verður nøkur óheft dygdarmeting, eftirkanning ella stakroynd av barnaverndarmálum gjørd, fyri at tryggja, at skipanin virkar nóg væl, og at tiknu avgerðirnar altíð eru gjørdar á nóg dyggum grundarlag? 3. Í hvønn mun fáa foreldur, sum hava fingið frátikið børn síni, møguleika fyri hjálp og stuðli til at fáa samskifti og samband við fosturforeldur og við barnaverndartænastuna at virka væl - til dømis hjálp at mekla og handfara konfliktir? 4. Hevur landsstýrismaðurin nakra ætlan um at uppraðfesta barnaverndarøkið og at gera broytingar í barnarverndarlóggávuni - og um ja, hvørjar broytingar verður talan um? Viðmerkingar: Sambært seinastu ársfrágreiðing hjá Løgtingisins umboðsmanni eru nógvar klagur um viðgerð av barnaverndarmálum. Løgtingslóg um barnavernd hevur sum endamál ”at tryggja, at børn, sum liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, fáa neyðuga hjálp og umsorgan í rættari tíð, og at hjálpa teimum við at fáa ein tryggan uppvøkstur.” Á leið 120 børn í Føroyum eru umsorgarnaryvirtikin, flestu teirra sett til fosturs og nøkur á stovni. Við hvørt kunnu umstøðurnar vera so álvarsamar, at tað, at taka barnið heiman, er einasta loysnin. Samstundis er umráðandi, at myndugleikin ger alt, sum gerast kann, fyri at veita ta hjálp og tann stuðul, sum skal til, fyri at børnini kunnu vaksa upp hjá foreldrum sínum í teimum førum, har tað er ráðiligt og best fyri barnið, eisini í einum longri høpi. Føroyar hava eina væl útbygda barnaverndartænastu, sum setir tað, tey meta vera barnsins besta, fremst. Tá børn verða tikin heiman, er tað ein avgerð, ið fær heilt grundleggjandi ávirkan á barnsins lív, uppvøkstur og framtíð. Og at missa børn síni, tí hesi verða umsorgarnaryvirtikin, man uttan iva vera eitt hitt mest skakandi og ógvusliga, sum ein familja kann uppliva. -- 1 of 4 -- ALMANNAMÁLARÁÐIÐ síða 2 av 4 Barnsins besta má og skal altíð setast fremst. Tí er neyðugt at tryggja, at allar avgerðir um at seta børn heiman eru rættar og byggja á so holt grundarlag, sum yvirhøvur til ber. Samstundis má skipanin rúma teirri ófatiligu frustrasjón og sorg, sum foreldur, ið verða frátikin børn síni, uppliva. Í slíkum førum kann samskifti vera trupult, og tvørrandi samskifti kann gera støðuna verri bæði fyri børnini og foreldrini. Barnaverndarmyndugleikin hevur tí eisini ábyrgd av at fáa samskiftið við foreldrið/foreldrini og millum hesi og fosturforeldrini at ganga so væl, sum til ber – alt til barnsins besta. Talan er um eym og viðbrekin mál, har rúm ikki er fyri skeivum avgerðum. Tí er tað eisini umráðandi, at politiski myndugleikin tryggjar, at skipanin hevur nóg nógvar resursir til at virka so væl, sum yvirhøvur ber til. Á Løgtingi, 23. juni 2021 Bjørt Samuelsen Svar: Til nr. 1 Avgerð um umsorganaryvirtøku sambært § 19 í barnaverndarlógini verður tikin av Høvuðsbarnaverndarnevndini eftir tilmæli frá barnaverndartænastuni. Verður eitt barn umsorganaryvirtikið sambært § 19, skal barnaverndarnevndin við jøvnum millumbilum meta um, hvørt umstøðurnar hjá tí ella teimum, ið hava foreldramyndugleikan, eru broyttar soleiðis, at barnið aftur kann fáa nøktandi umsorgan í heiminum, ella um barnið framvegis eigur at verða verandi uttan fyri heimið. Barnaverndarnevndin leggur eftirmetingina fyri Høvuðsbarnaverndarnevndina, sum tekur avgerð um, hvørt ein umsorganaryvirtøka skal halda áfram ella setast úr gildi, sbrt. § 24. Ein fyriskipan um umsorganaryvirtøku kann ikki halda fram longur enn eitt ár, um barnið ikki hevur verið sett heiman innan fyri tað seinasta árið, og ikki longur enn tvey ár, um barnið hevur verið sett heiman seinasta árið, sbrt. § 24 a og b. Høvuðsbarnaverndarnevndin kann tó áseta styttri ella longri freistir fyri umsorganaryvirtøkuna. Harumframt skal barnaverndarnevndin hava eftirlit við, hvussu barnið og foreldrini hava tað, eftir at ein fyriskipan er sett í verk, og í seinasta lagi 3 mánaðir eftir, at ein fyriskipan er sett í verk meta um, um fyriskipanin virkar eftir ætlan. Er barnið sett heiman, skal eftirlitið umfata minst tvær árligar eftirlitsvitjanir, sbrt. § 16, stk. 1-3. Soleiðis sum barnaverndarøkið er skipað í barnaverndarlógini, er tað ábyrgdin hjá staðbundnu barnaverndarnevndunum at tryggja, at eftirlit og uppfylging sambært §§ 16 og 24 verður framd, og at freistirnar í § 24 a og b verða hildnar. Avgerðir um umsorganaryvirtøkur verða sostatt javnan endurskoðaðar av eini óheftari høvuðsbarnaverndarnevnd, ið er mannað við fakfólki á økinum. -- 2 of 4 -- ALMANNAMÁLARÁÐIÐ síða 3 av 4 Til nr. 2 Avgerðir, tiknar av myndugleikum sambært barnaverndarlógini, tó undantiknar avgerðir, tiknar av Høvuðsbarnaverndarnevndini sbrt. § 11 og tvingsilsnevndini sbrt. § 64 a, kunnu kærast til kærunevndina í almanna-, familju- og heilsumálum, sbrt. § 65 í barnaverndarlógini. Kærunevndin er ovasti fyrisitingarligi myndugleikin í hesum málum og avgerðir, tiknar av kærunevndini kunnu ikki kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika, men kunnu leggjast fyri Føroya rætt, sbrt. § 65, stk. 1 og 3. Høvuðsbarnaverndarnevndin er ein óheft nevnd, ið tekur avgerðir í málum fevnd av § 11 í barnaverndarlógini, grundaðar á tilmæli frá barnaverndartænastuni. Avgerðir, tiknar av Høvuðsbarnaverndarnevndini kunnu ikki kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika, men kunnu leggjast fyri Føroya rætt, sbrt. § 64, stk. 1. Harumframt er møguleiki fyri at klaga yvir avgerðir og viðferð hjá barnaverndartænastum til Løgtingsins Umboðsmann, sum regluliga fær klagur á økinum. Henda skipan við kæru- og klagumyndugleikum og einari óheftari Høvuðsbarnaverndarnevnd viðvirkar, at avgerðir innan barnaverndarøkið verða eftirmettar og endurmettar. Harumframt hevur landsstýrismaðurin í almannamálum eftirlit við, um kommunurnar og Barnaverndarstovan fylgja ásetingunum í barnaverndarlógini og reglum ásettar við heimild í lógini, sbrt. § 67. Talan er um eitt rættargildiseftirlit (legalitetstilsyn). Hetta merkir, at ráðið fremur eftirlit við, at lóggávan á økinum verður hildin. Henda avmarkingin ber í sær, at ráðið eitt nú ikki hevur eftirlit við, hvørt ein avgerð er rímilig og/ella skynsom, men einans, um lóggávan er hildin. Almannamálaráðið hevur áður framt fráboðaðar eftirlitsvitjanir á barnaverndarøkinum, og ætlanin er at fremja fleiri í heyst. Til nr. 3 Barnaverndarnevndin skal við samtykki frá og í samstarvi við tann ella tey, ið hava foreldramyndugleikan, veita sálarfrøðiliga ella aðra hóskandi hjálp til barnið og/ella familjuna, um so er at fyriskipanir verða settar í verk sambært barnaverndarlógini, sbrt. § 15. Sostatt eru tað kommunurnar, ið hava ábyrgd av hesum øki sambært barnaverndarlógini, og sum veita foreldrum ta hjálp og stuðul, ið tey hava tørv á og rætt til sambært lógini. Barnaverndartænasturnar kring landið hava í hesum sambandi upplýst, at tá eitt barn verður umsorganaryvirtikið, fáa foreldrini bjóðað sálarfrøðiligar viðtalur við tí endamáli, at arbeiða við sorgini og samstundis fáa amboð til at handfara støðuna og samstarvið við fosturforeldrini v.m. Foreldur verða eisini eggjaði til at hava ein hjásita við til fundir í barnaverndartænastuni, sum stuðla og hjálpa foreldrunum, tá barn teirra verður umsorganaryvirtikið. Royndir vísa tó, at fleiri foreldur velja at takka nei til tílík tilboð. Eisini fáa fosturforeldur bjóðað ráðgeving frá fosturforeldraskipanini, barnaverndartænastuni ella sálarfrøðingi fyri at tryggja eitt gott samstarv við biologisku foreldrini. Møguleiki er millum annað at innkalla partarnar til ein samstarvsfund ella á annan hátt fáa samstarv í lag millum partarnar. Harumframt hava foreldur og børn, ið eru partar í málinum, rætt til ókeypis umboðan, tá ið samtykki ikki er fingið til vega frá foreldramyndugleikanum. Høvuðsbarnaverndarnevndin -- 3 of 4 -- ALMANNAMÁLARÁÐIÐ síða 4 av 4 kann eisini avgera, at foreldur og børn, ið hava givið samtykki og eru partar í málinum, fáa ókeypis umboðan viðvíkjandi umsorganaryvirtøku, um hetta er neyðugt. Til nr. 4 Barnaverndarøkið er eitt øki, sum landsstýrismaðurin raðfestur ovarliga. Landsstýrismaðurin er í regluligum samskifti við allar partar á økinum til tess at virka fyri, at lóggávan tryggjar, at endamálið við skipanini verður rokki. Fleiri lógarbroytingar eru gjørdar, síðani barnaverndarlógin kom í gildi. Lógin varð seinast broytt í desember 2020 og í mars 2021. Lóggávan og praksis verður soleiðis tillagað so hvørt, sum mett verður, at tørvur er á hesum. Almannamálaráðið er í ferð við at gera broytingar í barnaverndarlógini, millum annað viðvíkjandi rættinum til ókeypis umboðan, fosturforeldraskipanini og tíðarfreist til § 45 kanningar. Umframt hetta er ætlanin at gera ymiskar lógartekniskar broytingar. Tórshavn, 5. juli 2021 Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur landsstýrismaður -- 4 of 4 --
170.20 Spurningur til E. M. Gunnleygsdóttur frá B. Samuelsen - Um at góðskutryggja avgerðir í barnarverndarmálum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 23. jun. 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Bjørt Samuelsen, løgtingsmaður Svarari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýrismaður í almannamálum Evni: Um at góðskutryggja avgerðir í barnarverndarmálum Spurningar: - Í hvønn mun verða avgerðir, tiknar av Høvuðsbarnaverndarnevndini um at seta børn heiman, eftirmettar ella endurmettar – hvussu ofta og av hvørjum? - Verður nøkur óheft dygdarmeting, eftirkanning ella stakroynd av barnaverndarmálum gjørd, fyri at tryggja, at skipanin virkar nóg væl, og at tiknu avgerðirnar altíð eru gjørdar á nóg dyggum grundarlag? - Í hvønn mun fáa foreldur, sum hava fingið frátikið børn síni, møguleika fyri hjálp og stuðli til at fáa samskifti og samband við fosturforeldur og við barnaverndartænastuna at virka væl - til dømis hjálp at mekla og handfara konfliktir? - Hevur landsstýrismaðurin nakra ætlan um at uppraðfesta barnaverndarøkið og at gera broytingar í barnarverndarlóggávuni - og um ja, hvørjar broytingar verður talan um? Viðmerkingar: Sambært seinastu ársfrágreiðing hjá Løgtingisins umboðsmanni eru nógvar klagur um viðgerð av barnaverndarmálum. Løgtingslóg um barnavernd hevur sum endamál ”at tryggja, at børn, sum liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, fáa neyðuga hjálp og umsorgan í rættari tíð, og at hjálpa teimum við at fáa ein tryggan uppvøkstur.” Á leið 120 børn í Føroyum eru umsorgarnaryvirtikin, flestu teirra sett til fosturs og nøkur á stovni. Við hvørt kunnu umstøðurnar vera so álvarsamar, at tað, at taka barnið heiman, er einasta loysnin. Samstundis er umráðandi, at myndugleikin ger alt, sum gerast kann, fyri at veita ta hjálp og tann stuðul, sum skal til, fyri at børnini kunnu vaksa upp hjá foreldrum sínum í teimum førum, har tað er ráðiligt og best fyri barnið, eisini í einum longri høpi. Føroyar hava eina væl útbygda barnaverndartænastu, sum setir tað, tey meta vera barnsins besta, fremst. Tá børn verða tikin heiman, er tað ein avgerð, ið fær heilt grundleggjandi ávirkan á barnsins lív, uppvøkstur og framtíð. Og at missa børn síni, tí hesi verða umsorgarnaryvirtikin, man uttan iva vera eitt hitt mest skakandi og ógvusliga, sum ein familja kann uppliva. Barnsins besta má og skal altíð setast fremst. Tí er neyðugt at tryggja, at allar avgerðir um at seta børn heiman eru rættar og byggja á so holt grundarlag, sum yvirhøvur til -- 1 of 2 -- ber. Samstundis má skipanin rúma teirri ófatiligu frustrasjón og sorg, sum foreldur, ið verða frátikin børn síni, uppliva. Í slíkum førum kann samskifti vera trupult, og tvørrandi samskifti kann gera støðuna verri bæði fyri børnini og foreldrini. Barnaverndarmyndugleikin hevur tí eisini ábyrgd av at fáa samskiftið við foreldrið/foreldrini og millum hesi og fosturforeldrini at ganga so væl, sum til ber – alt til barnsins besta. Talan er um eym og viðbrekin mál, har rúm ikki er fyri skeivum avgerðum. Tí er tað eisini umráðandi, at politiski myndugleikin tryggjar, at skipanin hevur nóg nógvar resursir til at virka so væl, sum yvirhøvur ber til. Á Løgtingi, 23. juni 2021 Bjørt Samuelsen -- 2 of 2 --